Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at fólkið vil ikki hava víðgongdan borgarligan politikk, har hvør skal sigla sín egna sjógv. Veljarakanning Jenis av Rana, formaður í Mið­ flokkinum, sigur seg vóna, at menn og kvinnur í samgonguni síggja greiða signalið frá fólkinum og broyta politikkin. Eyðun Klakstein Tað er serliga í Fólka­flokk­ inum, at afturgongdin hjá samgonguni er at finna. Fólkaflokkurin hevði eitt rimmar val 29. oktober, tá ið tað eydnaðist Jørgeni Niclasen og hansara liði at lyfta flokkin frá 20,1 prosenti á valinum í 2008 og fram til 22,5 prosent. Tingmannatalið vaks úr sjey og upp i átta tingmenn, og harvið varð Fólkaflokkurin – saman við Sambandsflokkinum – størsti flokkur. Jørgen Niclasen, for­ maður í Fólkaflokkinum, var arkitektur aftanfyri borgar­liga samgonguskjalið við flatskatti og ongari upp­ boðssølu av makreli, og tað hava serliga verið formaðurin í Fólkaflokkinum og teir báðir landsstýrismenninir, sum flokkurin hevur havt í Fiskimálaráðnum – Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard – ið hava verið í andglettinum. Tølini siga, at veljararnir ikki á sama hátt sum á val­ inum 29. oktober nú hava álit á Fólkaflokkinum og politikk­inum, sum hann stendur fyri, men tølini siga eisini, at tað er skjótt upp og niður hjá Fólkaflokkinum. Gongdin Undirtøkan er stútt og støðugt minkað seinastu átta mánaðirnar. 29. oktober atkvøddu 22,5 prosent fyri Fólka­flokkinum, í desember var undirtøkan 19,2%, í februar var hon 19,0%, og hesar seinastu fimm mánaðirnar, tá ið makrelorrustan hevur verið í hæddini, er tað orduliga runnið úr kassanum hjá Fólka­flokkinum. Nú siga 15,7% av veljarunum, at teir høvdu atkvøtt fyri Fólka­ flokkinum, um tað nú var løgtingsval. Fólkaflokkurin hevur síð­ani valið 29. oktober mist 6,8 prosent stig. Tað svarar til, at næstan triði hvør, sum fyri átta mánaðum síðani atkvøddi fyri Fólka­ flokkinum, nú sigur seg ætla at atkvøða fyri einum øðrum flokki ella, at tey ikki vita, hvørjum flokki tey høvdu atkvøtt fyri, um tað var løgtingsval nú. Hóast veljarakanningin boðar frá, at undirtøkan hjá Fólkaflokkinum er víkjandi, so sigur søgan, at hetta ikki nýtist at verða úrslitið, tá ið tað verður løgtingsval. Fleiri veljarakanningar vórðu gjørdar undan løg­ tingsvalinum í oktober í fjør. Fyri einum lítlum ári síðani – í august í 2011 – søgdu 15,9% av veljarunum, at tey ætlaðu at atkvøða fyri Fólkaflokkinum. Í valstríðnum gekk støðugt framá, og undirtøkan toppaði í Gallup kanningini í oktober, tá ið 23,5% søgdu seg ætla at atkvøða fyri Fólkaflokkinum. Á valinum var undirtøkan 22,5%, og harvið varð Fólkaflokkurin næststørsti flokkur. Missir til Javnaðarflokkin Argastu kapp­ingar­neyt­ arnir til atkvøðurnar hjá Fólkaflokkinum plaga at vera sagdir at vera Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og ikki minst Framsókn, sum undan valinum í fjør varð stovnað av Poul Michelsen fyrrverandi tingmanni Fólkafloksins. Veljarakanningin, sum Gallup nú hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at tað lekur úr Fólkaflokkinum og til Tjóðveldi og í minni mun eis­ini til Sambandsflokkin. Men tað er serliga til Javnaðar­flokkin, sum verður roknaður at vera arg­ asti mótstøðuflokkur hjá Fólka­flokkinum, at fráfalnu veljararnir nú ætla sær at fara. Merkisvert er eisini, at størsti parturin av teimum, sum síðst atkvøddu fyri Fólkaflokkinum, og sum nú ikki taka undir við flokkinum, eru tey, sum siga, at tey ikki vita, hvørjum tey høvdu atkvøtt fyri, um tað var løgtingsval nú. Hagtølini siga, at tá ið tað ræður um, so vísir tað seg, at tey flestu av hesum leita upp á pláss aftur, tá ið tey standa í valhølinum, og tí kann tað fara at vísa seg, at fyritreytirnar ikki eru so galnar, sum úrslitið í sjálvari kanningini sigur, tá ið Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin fara at fáa dóm frá veljaranum. eydun@sosialurin.fo Triði hvør vendir Fólka­ flokkinum bakið FÓLKAFLOKKURIN Heimleysu fólkafloksveljararnir eru fyrst og fremst millum teirra, sum siga seg ikki vita, hvørjum tey fara at atkvøða fyri og millum tey, sum nú siga seg ætla at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum Veljarakanningar 2011-2012 og løgtingsvalini 2008 og 2012 Valið Gallup Gallup Gallup Gallup Gallup Valið Gallup Gallup Gallup Gallup 19.01.08 febr.2011 apríl.2011 aug.2011 sept.2011 okt.2011 29.10.11. nov.2011 des.2011 febr.2012 juli.2012 Fólkaflokkurin 20,1 19,4 16,8 15,9 17,1 23,5 22,5 19,2 19,2 19 15,7 Sambandsflokkurin 21 31,2 28,1 27,9 25,7 25,4 24,7 23,4 24,9 24,4 22,2 Javnaðarflokkurin 19,3 12,8 14,7 18 18,4 17,4 17,8 17,7 20,2 20,2 23,1 Sjálvstýrisflokkurin 7,2 5,9 3,9 5,4 6,5 4,3 4,2 6,7 2,7 3,3 2,9 Tjóðveldi 23,3 25,5 24,7 20,7 22,7 18,9 18,3 20,2 18,9 20,8 22,1 Framsókn 3,5 4,4 2,7 5,7 6,2 4,7 8,4 7,4 6,8 Miðflokkurin 8,4 5,2 8,2 7,6 7 4,9 6,3 8,1 5,9 4,9 7,2 Miðnám 0,7 100 100 99,9 99,9 100,1 100,1 100 100 100,2 100 100