Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, heldur, at føroyingar hava kanska ikki varnast, hvørji positiv árin hesin flatskatturrin hevur á tann einstaka og samfelagið Veljarakanning – Vit eru minsti flokkurin í eini samgongu, har nógv er hent, og ágangurin hevur verið stórur. Tað kostar, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Vandringsmatrisa Løgtingsvalið 29. okt. 2011 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Minnist ikki Stemmadi ikki/blankt Var ikki á vali Ikki valrætt Flokkur Fólkaflokkurin 56 1 1 1 4 3 Sambandsflokkurin 2 92 1 1 3 2 3 Javnaðarflokkurin 11 12 89 1 1 3 1 Sjálvstýrisflokkurin 8 1 Tjóðveldi 5 4 3 82 6 1 Miðflokkurin 2 1 1 18 1 Framsókn 3 3 2 1 15 Veit ikki 12 12 3 1 1 6 1 5 Vil ikki svara 2 1 6 1 Fer ikki á val 2 1 2 1 2 1 5 Blankt 1 5 1 1 Ikki valrætt 1 28 Mánaðir síðan síðan síðsta val: 8 Nýggir veljarar: 0,1 Eyðun Klakstein Jørgen Niclaen dettur ikki av stólinum, tá ið hann frættir um vánaliga úrslitið hjá Fólkaflokkinum í nýggju veljarakanningini. Hann endurtekur pástandin um, at Fólkaflokkurin altíð fær vánaligar veljarakanningar, og soleiðis er eisini hesaferð. - Vit hava sitið ábart fyri við teimum málsøkjum, sum vit umsita. Vit hava framt stórar broytingarar, men tað er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki sæð úrslitini av broytingunum enn, sigur Jørgen Niclasen. – Tað kostar at sita við ábyrgd, men vit gjalda als ikki sama prís, sum stjórnarflokkar í londunum kring okkum, sum næstan eru farnir niður í helvt. Hetta er ikki nøkur uppgerð við førda politikkin, tí so høvdu vit mist nógv meira, enn vit hava gjørt, sigur hann. – Vit koyra víðari við okkara politikki og skulu verða betur at greiða fólki frá tí, sum vit gera. – Hóast samgongan nú missur meirlutan, so eru vit ikki so langt frá meiri­lutanum, og hendan samgongan stendur seg betur í veljarakanningini, enn stjórnirnar í okkar granna­londum gera í hesum krepputíðum, sigur Jørgen Niclasen. eydun@sosialurin.fo Fólkaflokkurin Vit hava framt stórar broytingar, men tað er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki sæð úrslitini av broytingunum enn, sigur Jørgen Niclasen Fólk hava ikki sæð úrslitið enn Rógvi Nybo Tað kemur ikki óvart á formannin í Sam­bands­ flokkinum, Kaj Leo Johannesen, at flokkur hansara gongur 2,5 prosent­ stig aftur í nýggjastu veljara­ kanningini. – Eg hevði faktisk vænt­ að, at vit fóru at ganga millum 1 og 2 prosentstig aftur. Eg haldi, at tað er flott av einum stjórnarflokki at halda stand soleiðis, sigur hann. Hann leggur dent á, at tað sjálvandi ongantíð er gott at missa, men vísur til gongdina í eitt nú Danmark, har stjórnarflokkarnir missa í stórum, og heldur, at sæð í tí ljósinum er tað á einari leið at varðveita 8 tingsessir. – Tað kostar at sita í stjórn, staðfestir hann. Men meðan sam­bands­ veljarin ikki í stórum rýmir frá flokkinum, missur hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, heilar tríggjar tingsessir í nýggjastu kanningini, samstundis sum Sjálvstýrisflokkurin stendur at missa sín tingsess. Og tað er ikki hugaligur lesnaður hjá løgmanni. – Eg má fyrst og fremst takka sambandsveljaranum fyri at hann er so stabilur. Men at samgongan stendur til at missa meirilutan, og at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga so nógv aftur, sigur at vit verða noyddir at lurta betri eftir veljaranum. Hetta vísur kanska, at veljarin er blivin ótryggur við tær stóru avgerðirnar, vit hava tikið, eitt nú reform­ urin av pensjónum og av skattaskipanini. Hetta sigur, at næstuferð vit skulu taka so stórar avgerðir, eiga vit at lurta eftir veljaranum og ikki fara so skjótt fram, ásannar Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Taki fulla ábyrgd At samgongan samlað gongur aftur, og at Fólka­ flokkurin missur so nógv, tekur Kaj Leo Johannesen fulla ábyrgd fyri. – Eg havi eisini ábyrgdina av at Fólkaflokkurin gong­ ur so nógv aftur. Eg eri for­maður í Sam­bands­ flokk­inum, men eg eri fyrst og fremst samgonguleiðari, og eg taki fulla ábyrgd av at samgongan gongur so nógv aftur, staðfestir løgmaður. Hann er tó ikki heilt stúrin fyri Fólkaflokkinum. – Tað vísir seg, at Fólka­ flokkurin klárar seg altíð illa til vejlarakanningar. Men hann kemur altíð upp­aftur. Tá dysturin skal spælast, koma teir altíð upp­aftur, og tað vísur bara, at Fólka­ flokkurin dugir altíð væl at reka upp undir val. Tí eri eg sannførdur um, at teir skulu nokk klára seg, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. rogvi@sosialurin.fo Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er ikki bilsin av at Sambandsflokkurin gongur aftur í veljarakanningini. – Men eg taki fulla ábyrgd fyri at samgongan gongur so nógv aftur. Vit mugu lurta betri eftir veljaranum, sigur løgmaður Eg taki fulla ábyrgd