Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ov lítið sjónligir Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Veljarakanning Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at føroyingar taka frástøðu frá politikkinum, sum samgongan rekur - Vit hava okkara egnu støðu, og hava ikki við í hesum aggressiva negativa rákinum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN – Eg má ásanna, at meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava fingið tað ígjøgnum, tey hava ynskt, so er tað trupult at fáa eyga á tað, vit hava avrikað, sigur Kári P. Højgaard Rólant Waag Dam Ein afturgongd á 1,3 pro­sent­ stig ljóðar ikki av nógvum, men hjá Sjálvstýris­flokki­ num, sum fekk 4,3 prosent av atkvøðunum við seinasta løgtingsval, er tað nóg mikið til, at flokkurin ikki hevði rokkið upp um tinggáttuna, um val var í dag. Sambært veljara­kann­ing­ ini, Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, fær Sjálvstýris­ flokk­urin 3,9 prosent av atkvøðnum og tað er ikki nøktandi, viðgongur Kári P. Højgaard. – Sjálvstýrisflokkurin fær altíð vánaligar kanningar, men eg vil heldur fáa tíggju vánaligar kanningar og so eitt gott val, sigur for­mað­ urin, sum ikki er bilsin av úrslitinum. – Eg havi roknað við hes­ um. Vit eru minsti flokkurin í eini samgongu, har nógv er hent og ágangurin hevur verið stórur. Tað kostar, ger Kári P. Højgaard greitt. Hann leggur tó dent á, at úrslitið sjálvsagt ikki er nøkt­ andi – eisini hóast talan bert er um eina veljarakanning. – Tølini eru smá hjá okkum og tí eru útsvingini eisini stór. Tá er tað antin ella, men hetta er ikki nøkt­ andi. Vit hava eisini skyldu til at lurta eftir úrslitum sum hesum, men Sjálvstýris­flokk­ urin fer ongantíð at laga sín politikk eftir veljara­kann­ing­ um, sigur formaðurin, ið kort­ini viðgongur, at broyt­ ingar mugu til. – Vit mugu ásanna, at meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava fingið tað ígjøgnum, tey hava ynskt, so er tað trupult at fáa eyga á tað, vit hava avrikað, sigur Kári P. Højgaard. Burtur við víðgongda borgarliga politikkinum Eyðun Klakstein Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin av veljara­ kanningini hjá Gallup Føroyar. Javnað­arflokk­ urin vinnur heili 6,8 prosent og tvey tingfólk afturat teimum seks, sum flokkurin hevur í løtuni. – Eg fegnist um hesa framgongdina. Hetta er bara ein einstøk veljara­ kanning, men hon gevur eina ábending um, at vit høvdu havt eitt gott val, um val var nú, og tað eri eg glaður fyri, sigur Aksel V. Johannesen. – Fólkið ger greitt, at tey vilja ikki hava víð­ gongdan borgarligan pol­itikk, har hvør skal sigla sín egna sjógv. Fólk vilja hava eitt sam­ haldsfast samfelag, og tey peika á Javnað­ar­ flokkin fyri at venda gongdini, sigur hann. Skilaleysar sparing Aksel V. Johannesen heldur, at samgongan eisini verður revsað fyri at royna at spara seg burtur úr kreppuni. – Sparingarnar raka tey veiku í samfelagnum. Tær ganga eitt nú út yvir pensiónistar, arb­ eiðsleys, mentanarøkið og útbúgving, og tað hevur bara við sær stóra fólkaflyting úr landi­ num. Vit eiga heldur at hava nakrar visiónir um, hvussu vit skulu fram­ leiða og menna okkum burtur úr krepp­uni, sigur Aksel V. Johanne­ sen. Javnaðarflokkurin Fólk vilja ikki hava víðgongdan borgarligan politikk, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum - Sparingarnar raka tey veiku í samfelagnum. Tær ganga eitt nú út yvir pensiónistar, arbeiðsleys, mentanarøkið og útbúgving, og tað hevur bara við sær stóra fólkaflyting úr landinum, sigur Aksel V. Johannesen Føroyingar vilja hava aðra kós Tjóðveldi Tingbólkurin hjá Tjóðveldi hevur verið sera virkin mótstøðupartur hjá samgonguni, og henda veljarakanningin er greitt dømi um, at veljararnir vilja hava aðra politiska kós. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Uni Holm Johannesen Veljarakanningar geva altíð greiðar ábendingar um, hvat fólk vilja hava. Hetta er púra greitt dømi um, at føroyingar taka frástøðu frá politikki­ num, sum samgongan rekur. Tað vanlukkuliga er ikki bara, at samgongan er farin undir at avlaga samfelagið, men somuleiðis, at føroyi­ ngar missa álit á politisku skipanina við verandi poli­ tikki. Veljarar rýma stútt og støðugt frá samgonguni. Tað vísa veljarakanningarnar, sum Sosialurin hevur kunn­ gjørt síðan løgtingsvalið í fjør. Stóru andstøðu­flokk­ arnir, Tjóðveldi og Javnaðar­ flokkurin, hava stóra fram­ gongd og standa nú á fyrsta sinni til at hava meirilutan saman við Framsókn. Tjóð­ veldi fer 3,8 prosent fram sammett við úrslitið á løg­ tingsvalinum í oktober í fjør. Høgni Hoydal, formaður, bar fram á landsfundinum hjá flokkinum, at ein orsøk, at Tjóðveldi stóð seg illa á løgtingsvalinum var, at hann sum oddamaður hevði verið ov lítið sjónligur. – Tað hevur sanniliga verið seiggj í andstøðuni seinastu mánaðirnar, men tað er als ikki bara mær at takka. Okkara tingbólkur hevur verið nærlagdur og sera virkin mótstøðupartur hjá samgonguni, og vit hava áhaldandi víst á stóru skeiv­ leikarnar í politikkinum, sum verður førdur nú. Ung­ manna­felagið hjá okkum og Javnaðarflokkinum hava eisini av álvara gjørt vart við seg, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Høgni Hoydal. Annar møguleiki Annita á Fríðriksmørk, sum er fyrsti varatinglimur, hev­ ur víst á, at Tjóðveldi skal umhugsa at hava fastan politiskan blokk at sam­ starva við. Javnaðarflokk­ur­ in er ein upplagdur møgu­ leiki, hevur hon víst á. Høgni Hoydal vil ikki tosa stórvegis um blokkpolitikk, men ásannar, at verandi and­støða er eitt kraftmikið alternativ til verandi sam­ gongu. – Stóri munurin á Tjóð­ veldi og Javnaðarflokkinum er tjóðskaparmálið, men tað er nakað, sum kann við­ gerast. Hesir flokkarnir eru í andstøðu, og tað er gleðiligt, at vit hava staðið saman í flestu málum. Vit hava víst á aðrar møguleikar enn teir, sum samgongan hevur skot­ ið upp, og tað er nú líkt til, at undirtøka er fyri okkara politikki, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.