Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú um degini møtti eg sambygdarmanni mín­um Finni Johansen í Havn­a­ rgøtum. Báðir end­aðu vit sum havn­ar­menn, men hava kortini ikki slept áhuganum fyri heim­ bygdini. Hann hevði her­ fyri áhugaverda grein í Sosial­inum (6. og 20. juni 2012) um út­róður av Vágs­ eiði. Í tí sambandi var tað helst at hann spurdi meg hvussu staðarnavnið “Lokk-klettur” skuldi stav­ ast (her havi eg valt at skriva tað beint eftir út­ tal­uni fyri fyrst). Spurningurin er ikki nýggjur, tí ivi hevur javn­ an verið um hvussu hetta navnið átti at stavast, og hvørjum tað mundi koma av. Eg segði Finni hvør eg helt at upprunin var til navnið, men av tí at onnur kanska eisini kundu havt áhuga í tí, skal eg her nýta høvið til at siga mína hugsan um navnið. Tað hevur verið sið­ur at skriva tað Lág­klettur. Í eini staðar­navna­uppskrift sum Johan O. Djurhuus gjørdi árini 1945-47 fyri Stað­arnavnanevnd Før­ oya Løgtings, er tað stavað so, og tað sama í eini staðar­navna­avmerking sum varð gjørd í 1975 fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Eis­ ini hevur Lágklett ver­ið brúkt sum eftir­navn. Her tykist tað sum navnið er sett í samband við lýsingar­orðið lágur. Og reint máls­liga er held­ur einki sum forðar fyri at stavingarhátturin “Lág­ klettur” kann hava fram­ burðin “Lokk­klett­ur”. Tað er bara tað at hes­ in kletturin er als ikki lágur, hann er meira at siga høgur. “Lokkklettur” er kletturin beint vestan fyri Kleivina, lendingina á Eiðinum. Onkur sum eg havi prátað við um navnið, hevur tí viljað hildið uppá at tað rætta mundi vera Laðklettur, t.e. stað har lagt verður at. Eitt tílíkt orð er í roynd og veru til, tí eitt sovorðið stað kann eita laðberg (úttalað lab­berg) ella laðklettur (ú­ttal­að lakklettur) (sí Før­oyska orðabók). Men úttalan “Lokkklettur” og tað at kletturin ikki er lág­ ur, bendir á at leitast skal aðrar vegir eftir upp­run­ anum. Johan O. Djurhuus hevði hesa frágreiðing til navnið: “Vestan fyri Kleiv­ ina. Her verður fiskurin blakaður upp.” Nú skal tað sigast at tað er ikki hvønsmans føri at blaka fisk upp á Lokkklett, tí hann er sum sagt heldur enn ikki høgur. Magnus á Gørðunum skuldi eina­ferð siga um ein mann sum var ógvuliga sterkur, at tað var eingin longa ið hann ikki kastaði upp fyri Lokkklett. So tað man hava verið mett sum eitt roysni og harvið undantakið. Nei, tað vanliga var at leggja bátarnar inn undir Lokkklett, tí har var lítið loft innundir, teyggja fiskin, og so kundi ein mað­ur standa uppi á Lokk­ kletti og draga hann upp á klettin (hesa frágreiðing havi eg frá Tórleifi Au­gust­ inussen, f. 1930). Tað rætta man tí vera at hesin høgi kletturin við nakað av lofti innundir, upprunaliga hevur hitið Loftklettur. Tað er ikki torført at forklára hesa broyting í úttaluni, frá Loft- til Lokk-. Tað er k’ið sum kem­ur aftaná (í -klettur) sum ávirkar hjáljóðini frammanfyri. Tað er tað fyri­brigdið ið vit nevna ljóðlíking (assimilatión), tað at ljóðið frammanfyri og ljóðið aftaná gerast lík. Tað rætta man tí vera at skriva Loftklettur og at úttala tað “Lokkklettur”. Lokkklettur – eitt staðar­ navn á Vágseiði Eivind Weyhe Landsstýrismálanevndin sum politisk kastibløka Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Tað líkist ongum, at Høgni Hoydal fyrst kærir løgmann og landsstýrisfólk til Lands­ stýrismálanevndina, men tá nevndin ikki gevur hon­um viðhald, so fer hann í fjøl­ miðlarnar, fyri at heingja ein­støku limirnar í nevndini út fyri at vera óreiðiligar. Eg var sjálvur formaður í Landsstýrismálanevndini eitt skifti í farna valskeiði, og tá var eingin munur gjørdur á ”vini og fígginda”. Nevndin arbeiddi seriøst, og var eg sjálvur við til at geva onkrum partamanni eina átalu. Tað er einki sum bendir á, at nevndin ið nú situr, tekur sítt arbeiði í minni álvara enn tær undanfarnu. Tó havi eg varhugan av, at forkvinnan, Sirið Stenberg, arbeiðir undir ávísum trýsti frá sínum egna baklandi. Uppgávan er greið Landsstýrismálanevndin hevur eina púra greiða upp­ gávu, og tað er at staðfesta, um landsstýrið hevur hildið seg til lógina ella ikki. Tí undrar tað meg mangan, at royndir politikarar kæra mál til nevndina, sum einki hava við løgfrøðiligar spurningar at gera. Tað er ikki uppgávan hjá Landsstýrismálanevndini at taka støðu til, hvat er polit­ iskt rætt. Lógin er ikki brotin Høgni Hoydal kærdi í apríl mánaði løgmann fyri brot á stýrisskipanarlógina, í sam­ bandi við at løgmaður sendi eitt skriv til donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin. Eisini kærdi hann løgmann og landsstýrismannin í fíggj­ armálum, fyri ikki at ráðføra seg við Uttan­landsnevndina, áðrenn teir fóru at samráðast við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin og at niðurleggja sendistovuna í London. Ein samd Landsstýris­ mála­nevnd (íroknað Sir­ið Sten­berg) kemur til hesa nið­ur­støð­una: ”Tað var so­statt ikki brot á stýris­ skipanarlógina, at hann (løg­ maður) sendi skriv til donsku stjórnina tann 10. november 2011.” Víðari skrivar samda nevnd­in: ”Lands­stýris­mála­ nevndin skilir tí ikki, at løg­maður sendir skrivið til donsku stjórnina, áðrenn sam­gonga varð skipað, og áðrenn løgtingsnevndir vóru valdar. Hetta er óheppið, men av tí at tað ikki er brot á stýrisskipanarlógina, ger Lands­stýrismálanevndin ikki meira við hetta.” Viðvíkjandi tí seinna mál­ inum er nevndin eisini samd og sigur í niðurstøðuni: ”Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tað løgfrøðiliga kann staðfestast, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjar­málum hava framt brot á § 54 í stýrisskipanarlógini við ikki at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina um blokk­stuðuls­sam­ráðing­ar­ nar 2012.” Høgni misnøgdur Løgmaður er, sum vera man, fegin um hesar niður­støð­ur, har ein samd Lands­stýris­ málanevnd reinsar hann og landsstýrismannin fyri allar ákærur um lógarbrot. Men Høgni Hoydal fer í blekk­húsið og skrivar eina langa grein, har hann leggur eftir sam­ gongulimunum í nevndini (sum eru komnir til somu niður­støðu sum hansara egna parta­kvinna). Eisini fáa fjøl­miðlarnir av grovfílini fyri at siga, hvørja niðurstøðu Landsstýrismálanevndin er komin til. Høgni skrivar forhánisliga: ”Nú veit eg ikki, um tíðinda­ fólkini og løgmaður hava lisið frágreiðingina hjá lands­ stýris­mála­nevndini...” Hetta er bara so typiskt fyri Høgna, tá hann ikki fær sín vilja. Tá eru tað altíð hini, sum ikki vita, hvat tey tosa um. Og so kemur hann við síni egnu útlegging: ”Veru­leikin er, at forkvinnan í lands­ stýrismálanevndini, greitt staðfestir, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið stýrisskipanarlógina, meðan umboðið hjá Sam­ bands­flokkinum, Eivind Jacob­sen, og umboðið hjá Fólka­flokk­inum, Jóan Magn­ us Rasmussen, siga, at teirra egnu floksformenn hava ikki brotið stýrisskipanina.” Hetta er beinleiðis ósatt! Nevndin er samd í øllum nið­ urstøðunum. Kroyst forkvinna Tað løgna í skrivinum frá Landsstýrismálanevndini er, at forkvinnan, Sirið Stenberg, hevur skrivað eitt ískoyti til niðurstøðurnar, hóast hon annars í niðurstøðuni er samd við hini umboðini í nevndini. Men hetta vísir bara, hvussu kroyst hon er av sínum egna formanni. Sirið byrjar ískoytið við at siga: ”hóast tað ikki løg­ frøði­liga kann stað­fest­ast, at løgmaður og lands­stýris­mað­ urin í fíggjar­málum hava framt brot á § 54 í stýris­ skipanarlógini...” men seinni sigur hon: ”Minnilutin metir, at brot er framt á § 54, stk 2 í stýrisskipanarlógini í hesum málinum.” Hetta er ein mótsøgn, sum ikki samsvarar við niður­ støðurnar, sum Sirið sjálv hevur verið við til at gjørt. Tað líkist ikki hennara stíli at skriva soleiðis, og skal eg vera heilt erligur, so ivist eg stórliga í, um tað er hon, sum hevur skrivað tað. Og nú sendir Høgni júst henda setningin út í fjøl­ miðlarnar. Hann skrivar: ”Veru­leikin er, at forkvinnan í landsstýrismálanevndini, greitt staðfestir, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið stýrisskipanarlógina.” Hvussu ”greitt” tað verður staðfest, tá hon sjálv sigur, at tað ikki kann staðfestast, ja tað kunnu vit seta stórt spurnartekin við. Vil gera nevndina politiska Tað sum serliga virkar órógv­andi í skrivinum hjá Høgna Hoydal (altso grein­ini), er hetta brotið: ”Fólka­floksumboðið í lands­ stýrismálanevndini sigur, at málið hevur ikki stóran týdning, og tí kann ikki stað­festast brot á Stýris­ skipanar­lógina. So vita vit tað. Fólka­flokkurin heldur tað altso ikki hava týdning at fara til Danmarkar at biða um pengar. Vit kunnu bara hugsa okkum, hvat til dømis stovnarin av Fólkaflokkinum, Jóannes Patursson, hevði sagt um slíka niðurstøðu frá fólkafloksumboði.” Hetta brotið vísir, at sam­bært Høgna, so skal niðurstøðan hjá einum um­ boði í Landsstýris­mála­ nevndini vera tengd at, um viðkomandi er partamaður hjá Jóannesi Paturssyni ella ikki. Hetta er beinleiðis óhugnaligt. Niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini eiga bara at byggja á løg­ frøði og ikki arviligan parta­ politikk. Og so havi eg hug at skoyta uppí, at tann annars so skilagóða Sirið Stenberg má ansa eftir, hvat hon letur seg misbrúka til í sess­inum sum forkvinna í Lands­stýris­ málanevndini. Skilagóða Sirið Stenberg má ansa eftir, hvat hon letur seg misbrúka til í sess­inum sum forkvinna í Lands­stýris­málanevndini