mikudagur 4. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var móttøka á Lágargarði
í dag í sambandi við, at Lau
rina Højgaard fylti 100 ár.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, vaks fyri tað mesta
upp á Abbatrøð, har Laurina,
ella Laura, sum tey flestu
kalla hana, virkaði.
Í røðu síni segði Heðin
Mortensen m.a., at hetta
ikki bara var ein stórur føð
ingardagur, men ein heilt ser
ligur merkisdagur, sum fáum
er unt at uppliva.
– Ein so long lívsleið ber
boð um eitt hendingarríkt
og fjølbroytt lív, ið sjálvandi
eisini man hava verið merkt
av tí nógva og umbroytiliga,
sum er hent hesi síðstu 100
árini, tygum hava livað, segði
Heðin.
Laura er fødd í Havn í 1912.
Er næstelst av fýra systkjum.
Hini
syskini
vóru
Elsa,
sum doyði ung og Egar og
Louis. Foreldrini vóru Hans
Højgaard (sum vanliga varð
kallaður Hanus í Rituvík )
og sum sjálvandi eisini var
slektaður úr Rituvík, og
Louisu (fødd Debess ) sum
var ættað úr Havn, á bakka
úti á Reyni.
Laura vaks upp í miðbý
num, barndómsheimið lá í
Sverrisgøtu, vóru grannar
hjá Frants Restorff. Í 1956
keypti Sjúkrakassin húsini,
sum blivu tikin niður. Sjúkra
kassin bygdi síðan húsini,
sum Sjúkrakassin helt til í, til
hann varð avtikin herfyri.
Laura starvaðist fyrst í
krambúðini hjá Heinesen í
Vágsbotni og seinni í Smær
uni, fyrst sum krambakvinna
og seinni á skrivstovuni. Hon
gekk eisini nógv út til fólk
við
mánaðarrokningum.
Vanligt var tá, at goldið bleiv
einaferð um mánaðin. Alt
varð skrivað uppí bók, sum
skuldi avroknast.
– Eg minnist Lauru sum
smádrongur, tí eg vaks upp í
grannalagnum á Abbatrøð og
á Glaðsheyggi. Smæran var
tá ein av størstu handlinum
í Havnini, har var nógv
virksemi. Fólk komu næstan
úr øllum landinum at handla
har. Tað stóra slaktaríið var
eisini har. Hvør minnist ikki
allar Mikinesoksarnar, sum
komu við Gamla Smyril og
blivu riknir niðan á Frúu
trøð. Seyður kom eisini úr
øllum landinum til slagt í
Smæruni. Alt hetta var ein
serlig verð fyri okkum smá
dreingir úr Havn og seriga í
grannalagnum har.
– Laura var sera trúføst
og pliktuppfyllandi í sínum
arbeiðsplássi og m´tvegis
kundunum í Smæruni. Við
okkum smádreingir vart hon
altíð góð, eg minnist at vit av
og á fingu dadlir og bomm.
Pápi Lauru, Hanus í Ritu
vík, andaðist í 1952, 78 ára
gamal.
Mamman, Louisa, kom
í høgan aldur, hon bleiv 99
ára gomul. So hetta liggur
til familjuna at fáa høgan
aldur.
Laura var trúgvur kirkju
gangari og so leingi hon var
ment vóru fáir sunnudagar,
sum hon ikki var í kirkju.
Egar, beiggin, var klokkari í
Havnar kirkju og arbeiddi hjá
Lútzen og Timburhanlinum.
Hin beiggin, Louis, arbeiddi í
Sjóvinnubankanum, og varð
vanliga kallaður Louis í Sjó
vinnubankanum.
Laura var virkin í KFUK
og eitt skiftið sat hon eisini í
nevndini fyri KFUK. Hon var
eisini virkin í Dansk Missi
onsselskab.
–
Eg
minnist
serliga
sunnudagsskúlan, har tygum
og Egar hjálptu til at stýra
okkum børnum, so vit sótu
still og lurtaðu eftir søgum
og Guds orði. Altíð gjørdu
tit hetta við tolsemi og hjálp
semi. Sunnudagsskúli tá var
á Vaglinum, har borgarstjórin
í dag heldur býráðsfund
saman við býráðslimum. So
kanska er okkurt gott lagt í
beini hjá borgarstjóranum,
hvør veit, segði Heðin Mort
ensen skemtandi.
Tá
barndómsheimið
í
Sverrisgøtu bleiv selt, flutti
Laura saman við mammuni
og elsta beiggjanum í nýggj
hús Yviri við Strond. Her
búði Laura til hon flutti á
Lágargarð.
– Her gingu vit sum smá
dreingir og upplivdu eina
heilt aðra verð. Tað veldiga
fríøkið sum her var og er
yviri við Strond - Penapláss,
Válgaravík,
sjóarmálan
vóru øll spennandi pláss
hjá okkum dreingjum. Her
gingu vit framvið hjá tykkum
hvørja ferð og fingu altíð eitt
gott orð við á vegnum.
– Hesa tíðina er hent so
nógv, at sjálvt nógvar bøkur
kunnu ikki rúma tí, men
alla hesa tíðina hava tygum
livað og sæð heimin flutt seg
hesa farnu øldina. Nú lívsins
kvøldarstund so er komin,
man tað kennast gott at
kunna líta aftur á tað ríka og
langa lív, Harrin hevur unt
tygum.
– Í dag gleðast vit saman
við tygum og tygara, og tey
mongu, ið her eru komin í
dag, eru eisini prógv fyri, at
tygum gjøgnum árini hava
havt so ómetalig nógv at siga
fyri so mong. Góða Laura, enn
eina ferð: Hjartaliga tillukku
við degnum og Guðs signing
á lívsleiðini, segði Heðin
Mortensen, borgarstjóri, at
enda í røðuni á Lágargarði.
Laurina Højgaard
100 ár
Per Grønlund Pedersen fer
frá fyri aldur sum húsavørður
í Dagstovninum í Hoyvík.
Per er dani, uppvaksin í
Tårnby á Amager, útbúgvin
elektronikkmekanikari
og
hevur starvast innan danska
hervaldið.
Á samkomu greiddi Heðin
Mortensen, borgarstjóri, frá,
at Per fór til Grønlands í 1972
at arbeiða á veðurstøðini í
Danmarkshavnini og Prins
Christianssund, ið var “check-
point” fyri alla flogferðslu í
norðurhøvum.
– Per flutti til Føroya mið
skeiðis í áttatiárunum og
varð settur sum húsavørður
á Dagstovninum í Hoyvík,
sum tá var nýggjur. Hann
hevur arbeitt har síðan.
– Tá Per byrjaði sum húsa
vørður í Hoyvík var rættiliga
nógv at gera. Stovnurin var
ikki heilt liðugur og Per hevði
úr at gera. Hann setti upp
hillar, bygdi skúr til súkklur,
gjørdi mánabilar og leikur
yvirhøvur.
– Her var nógv at fara um
– ikki minst takið á stovn
inum, sum var ótætt og hevur
likið frá fyrsta degi. Serliga
illa lak í Grønu Vøggustovu.
– Menn rá kommununi
høvdu sína dagligu gongd
í Hoyvík at kanna, hvaðan
lekarnir stavaðu frá. Nógvar
teoriir vóru, plátur og bretti
vórðu niðurtikin, kannað
varð um kondens og um
heitar og kaldar síður, sum
møttust, og leitað varð eftir
holum á takinum.
- Takið er fleiri ferðir skift
og einaferð varð kunngjørt,
at nú var takið tætt sum
ein svimjihylur. Men tað lak
ongantíð so illa sum akkurát
tá.
–
Umframt
at
halda
stovnin við líka og flyta ym
iskt aftur og fram, alt eftir
hvør arbeiddi hvar í ymsu
stovunum, so er Per altíð
góður at heita á, tá tá skipað
hevur verið fyri ymsum verk
ætlanum. Hann er á tremur
við hugskotum og loysnum..
– Per hevur verið heilt
einastandandi at gera leik
tjøld og rekvisittir til sjón
leikir. Helst er ongin jóla
leikur ella luciagonga, har
hann ikki hevur havt ein
fingur við í spælinum.
– Per er limur í RCF-felag
num, har tey sigla og flúgva
við fjarstýrdum bátum og
flogførum á Velbastaðhálsi.
Dagstovnurin í Hoyvík hev
ur havt stóra gleði av hes
um limaskapi, tí tað er hent
meira enn eina ferð, at Per
hevur gjørt stóran hyl á
spæliplássinum, har børnini
eru sloppin at sigla við fjar
stýrdum bátum “fyri gratis”,
sum Per málbar seg!
– Nú Per fer er stovnurin
sum nýggjur, nýumvældur
og soppafríur!
– Per fylti 70 tíðliga í vár
og er sostatt langtsíðan farin
um
eftirlønaraldur.
Men
honum hevur dámt væl at
arbeiða sum húsavørður, og
ikki kann sigast annað enn,
at seinasta tíðin hevur verið
strævin at fáa alt uppá pláss
aftur, eftir at stovnurin hevur
verið eitt stórt byggipláss í
hálvtannað ár.
– Helst hevur hetta verið
strævnasta tíðin í søguni hjá
Dagstovninum í Hoyvík, sum
fyllir 30 ár um eitt ár.
– Spyrt tú Per hvat hann
fer at gera, nú hann fer frá,
so stúrir hann eitt sindur
fyri, hvat hann fer at brúka
tíðina til. Tey sum kenna
hann væl rokna tó við, at
meginparturin av tíðini fer
til at byggja bátar og flogfør í
kjallaranum á Signabø, og hin
parturin fer til at taka eina
hond í í summarhúsinum
hjá dóttrini í Danmark, segði
Heðin Mortensen, sum at
enda takkaði Peri fyri tæn
astuna og handaði honum
takkargávu og blómur frá
kommuni.
Per Grønlund Pedersen frá fyri aldur
Á myndini síggjast f.v. Heðin Mortensen,
borgarstjóri, Per Grønlund Pedersen, og Harald
Bjørgvin, deildarleiðari fyri húsatænastuna.