mikudagur 4. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Hagtøl í Føroyum eru so
mikið lítið fesk, at tey hoyra
heima á søvnunum – um tað
so er skjala ella fornminni –
tá ið tey verða almenn.
Soleiðis hevur ikki so
sjáldan verið at hoyrt. At
hetta ikki er galdandi fyri
uppgerðina
av
fyribils
kommunuskatti er skjótt at
staðfesta.
Sunnudagin var 1. juli, og
mánadagin visti TAKS at siga,
at fyribils uppgerðin vísir, at
samlaða skattainntøkan hjá
kommununum fyrra hálvár í
ár var 16.082.851 krónur hægri,
enn hon var tað fyrra hálvár í
fjør. Hetta svarar til ein miðal
vøkstur upp á 2,34 prosent. Í
fjør var inntøkan fyrra hálvár
686.568.420 krónur, og í ár var
hon 702.651.271 krónur.
Uppgerðin hjá TAKS vísir
eisini, at tað er misjavnt,
hvussu fyrra hálvár vignaðist
hjá teimum 30 kommun
unum. Í átta kommunum
var fyribils skattainntøkan
minni í ár, enn hon var tað í
fjør, og í 22 kommunum var
hon størri, enn hon var tað í
fjør.
Í sekstan kommunum er
vøksturin størri enn miðal
talið, sum var 2,34 prosent,
og í seks kommunum er
vøksturin minni enn miðal
vøksturin.
Tað kann vera so ymiskt,
sum er orsøkin til, at tað er
munur á skattainntøkunum
frá einum ári og til eitt annað
og ikki minni frá einum
hálvári og til eitt annað. Tá
ið fyrra hálvár í 2011 verður
sammett við fyrra hálvár
í 2012 eigur at verða havt í
huga, at fyrra hálvár 2011 var
serstakt á tann hátt, at Fiska
virking lá stilt, at tað var
verkfall, og at Eik banki fór á
heysin. Fyrra hálvár í 2012 var
merkt av, at Pedagogfelagið,
sum er eitt tað størsta fak
felagið á almenna arbeiðs
marknaðinum, var í verkfalli
í tríggjar vikur í februar.
Høvuðsstaðurin
fótað sær
Nógv tann størsta vøkstur
in í skattainntøku í krónum
eigur Tórshavnar kommuna.
Fyrra hálvár í ár runnu
7,555 milliónir krónur meiri
niður í høvuðsstaðarkassan,
enn tað gjørdu fyrra hálvár
í fjør.
Framgongdin í høvuðs
staðnum er 2,34 prosent, og
tað er merkisvert. Oftast
hevur tað verið soleiðis, at
skattainntøkan
hjá
Tórs
havnar kommunu er vaksin
ár undan ári, men soleiðis
var tað ikki í fjør. Tá ið gjørt
varð upp fyri 2011, vísti tað
seg, at skattainntøkan í
høvuðsstaðnum var 986 tús
und krónur ella 0,16 prosent
minni, enn hon var tað í
2010.
Nú er vent í holini. Fyrra
hálvár hevur skattainntøkan
verið meiri enn 7,5 milliónir
størri, enn hon var tað í fjør.
Og um gongdin heldur fram,
sum hon hevur verið higar
til í ár, so er tað ikki veru
leikafjart at rokna við, at
Havnin fer at fáa meiri enn
15 milliónir meiri inn í skatti í
ár, enn høvuðsstaðar komm
unan fekk í fjør.
Skattaprosent og barna
frádattur í Havnini eru á
sama støði í ár, sum tey vóru í
fjør -20,75% og 5.500 krónur.
Stórt virksemi
í Eysturoy
Tað er stórt virksemi í
Eysturoy, og tað sæst aftur í
skattainntøkunum. Tað eru
seks kommunur – umframt
Sunda kommunu, sum eisini
16 milliónir meiri
Skattur Høvuðsstaðurin eigur næstan helmingin
av vøkstrinum – 7,55 milliónir. Lutfalsliga størsti
vøksturin fyrra hálvár er í smáum kommunum, meðan
skuldartyngdu Sands og Skopunar kommunur eru
millum tær átta, sum fyrra hálvár hava fingið minni
inn í fyribils kommunuskatti, enn tær fingu í fjør