mikudagur 4. juli 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fevnir um bygdir í Streymoy
– í Eysturoy, og í fimm teirra
hevur skattainntøkan verið
størri fyrra hálvár í ár, enn
hon var tað í fjør.
Einasta undantakið er
Eystur kommuna, har aftur
gongdin hevur verið 2,49
prosent. Í krónum er aftur
gongdin 733 túsund krónur
ella ein størri upphædd, enn
afturgongdin í nakrari aðrari
kommunu. Í fjør átti Eystur
kommuna størsta vøksturin
av
øllum
kommununum
í Eysturoy. Tá var meiri
nntøkan sammett við 2010
2,55 milliónir krónur. At
inntøkurnar eru óstøðugar
kemur ivaleyst av, at tað eru
lutfalsliga
nógvir
skatta
borgarar við høgum inn
tøkum, sum eru sjómenn, og
hjá teimum kann tað vera eitt
sindur ymiskt, nær hýrurnar
verða rindaðar.
Í
teimum
trimum
kommununum kring Skála
fjørðin – Sjóar, Runavíkar og
Nes – var samantaldi vøkst
urin fyrra hálvár í ár sammett
við í fjør 4,23 milliónir krónur.
Í Fuglafirði var vøksturin 929
túsund krónur, og á Eiði var
hann 182 túsund krónur.
Lægri prosent
og hægri inntøka
Í fjør átti Klaksvíkar komm
una størsta inntøkuvøksturin
av øllum. Í 2011 var skatta
inntøkan
í
Klaksvík
7,4
milliónir krónur hægri, enn
hon var tað í 2010. Góða
gongdin í inntøkunum og al
samt økta virksemið eitt nú
í fiskivinnuni mundi vera
orsøk til, at býráðið sam
tykti,
at
skattaprosentið
hjá klaksvíkingum, árnfirð
ingum, svínoyingum, mikla
dalsfólki
og
teimum
á
Trøllanesi skuldi lækkast í
2012, sum er valár til býráð
og bygdaráð.
Í 2011 var skattaprosentið
22,25% og barnafrádrátturin
var 4000 krónur. Í 2012 er
skattaprosentið í Klaksvíkar
kommunu 21,75%, og barna
frádrátturin er framvegis
4000 krónur.
Hóast talan er um 0,5
prosent lægri skattaprosent,
so kvinkaði fyribils skatta
inntøkan í Klaksvík rætta
vegin fyrra hálvár í ár, tá
ið sammett verður við í
2011. Talan var um vøkstur
upp á 1,26% ella 868 túsund
krónur.
Í fjør var talan um sera
stóran vøkstur í skattainn
tøkuni
hjá
Hvannasunds
kommunu, og tølini siga,
at inntøkan heldur fram at
vaksa. Fyrra hálvár í ár var
vøksturin 3,91% ella 208 tús
und krónur. Í Fugloy øktist
skattainntøkan fyrrra hálvár
í ár 1%.
Á Viðareiði, í Kunoy og
á Húsum vóru skattainn
tøkurnar lægri fyrra hálvár
í ár, enn tær vóru tað í fjør.
Afturgongdin
í
hesum
trimum
kommununum
var lutfalsliga størri fyrra
hálvár, enn hon var tað í
nakrari aðrari kommunu – á
Viðareiði 9,12%!
Meir og minni
Í
Vestmanna
kommunu
royndist fyribils skattainn
tøkan væl fyrra hálvár í ár,
meðan hon royndist minni
væl í Kvívík. Triðja komm
unan, sum er eftir av gomlu
Norðstreymoy,
er
Sunda
kommuna, ið eisini fevnir um
nakrar bygdir í Eysturoy. Har
var talan um lítlan vøkstur í
skattainntøkuni fyrra hálvár
í ár.
Hóast tað hevur gingið
striltið
at
fáa
virksemi
aftur
á
flakavirkinum
í
Vestmanna, so hevur talan
verið um lutfalsliga stóran
vøkstur í skattainntøkuni.
Vestmenningar rindaðu 962
túsund krónur meiri í skatti
fyrra hálvár í ár. Tað svarar
til ein vøkstur upp á 5,85%.
Í Kvívík var afturgongdin
3,34% ella 294 túsund krónur.
Í
Sunda
kommunu
var
framgongdin 1% ella 246
túsund krónur.
Samlaða skattainntøkan
í Vágum var størri fyrra
hálvár í ár, enn hon var tað
í fjør, men gongdin var ikki
tann sama í teimum báðum
kommununum.
Í Vága kommunu var talan
um vøkstur upp á 3,07%
ella 817 túsund krónur, og í
Sørvági var talan um -1,44%
ella eina minni inntøku fyrra
hálvár í ár sammett við í fjør
upp á 226 túsund krónur.
Sandur og Skopun
afturgongd
Í fjør var tað hugaligt at
staðfesta, at samlaða skatta
inntøkan hjá sandoyingum
og skåúvoyingum vaks við
845 túsund krónum, tá ið
sammett varð við 2010.
Fyrra hálvár í ár hevur
tað ikki hilnast so væl.
Bæði í Sands og Skopunar
kommunum, sum eru meiri
skuldartyngdar
enn
tær
flestu, vignaðist fyrra hálvár
verri í skattainntøku, enn tað
gjørdi fyrra hálvár í fjør.
Á Sandi var afturgongdin
3,01% ella 200 túsund krónur,
og í Skopun var hon 2,86%
ella 177 túsund krónur.
Í fjør vignaðust skattainn
tøkurnar ikki væl í Húsavik
og Skúvoy. Nú gongur aftur
rætta vegin. Eisini í Skálavík
var talan um sera góða
gongd.
Tvær milliónir
meiri í Suðuroy
Felags fyri tær sjey kommun
urnar
í
Suðuroy
er,
at
tað fyrra hálvár í ár eru
runnar fleiri skattakrónur í
kommunukassarnar, enn tað
gjørdu fyrra hálvár í fjør.
Í smæstu kommununum
– í Hovi og Fámjin – hevur
lutfalsligi vøksturin verið
størri enn nakra aðra staðni
í landinum. Í krónum var
vøksturin størstur á Tvøroyri
– 738 túsund krónur – og
hann var eisini stórur í Vági
– 411 túsund krónur – og í
Porkeri, har lutfalsligi vøkst
urin var 6,58%, sum svarar til
252 túsund krónur.
Tilsaman rindaðu suður
oyingar fyrra hálvár 2012
stívliga tvær millióir meiri
í kommunuskatti, enn teir
gjørdu fyrra hálvár í 2011.
Mándagin
var
farið
til
arbeiðis
á
nýggja
uppisjóvarvirkinum
á
Tvøroyri. Tað átti at borga
fyri, at talan ivaleyst fer at
verða um uppaftur huga
ligari skattatøl, enn tey longu
vísa seg at vera, tá ið tað eftir
ársskiftið fer at verða gjørt
upp fyri 2012.
Tað gongur skjótt hjá
TAKS, og tí verða tey tølini
ivaleyst tøk longu mikudagin
2. januar 2013!
joannes@sosialurin.fo
í kommunuskatti
Nógv tann størsta vøksturin í skattainntøku í
krónum eigur Tórshavnar kommuna. Fyrra hálvár
í ár runnu 7,555 milliónir krónur meiri niður í
høvuðsstaðarkassan, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør