Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú verður roynt at fram­ skunda ætlanina at gera undir­sjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy. Hendan samgongan hev­ ur avgjørt, at Eystur­oyar­ tunnilin, ella Skála-fjarð­ artunnilin, sum hann vanliga verður nevndur, skal bjóðast út í 2014. Men nú sigur Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður í inn­lendismálum, at hann fer at royna at finna útvegir fyri at hetta kann framskundast eitt sindur, kanska eitt ár. Samgongan hevur sam­ tykt at seta seks milliónir av á fíggjarlógini fyri 2013 og aðrar seks milliónir av í 2014 at gera fyrireikingararbeiðið liðugt. Men landsstýrismaðurin staðfestir, at í ár fer peningur at leypa av í sambandi við onkrar verkætlanir, sum tað ikki eydnast at seta ígongd so skjótt sum ætlað. Hann sigur, at tað er greitt, at í sambandi við skúla­depilin í Marknagili, verð­ur ikki allur peningurin brúkt­ur, sum er avsettur í ár, og tað sama ger seg galdandi í sambandi við ætlanina at byggja bústovnar til fólk við ser­ligum tørvi í Eysturoy og í Norð­oyggjum. Og nú fer hann at royna at fáa politiska undirtøku fyri at flyta ein part av hes­um avlopinum í ár til Eystur­oyartunnilin og so at minka játtanina næsta ár tilsvarandi. Privat verkætlan Samgongan er samd um, at Eysturoyartunnilin skal verða ein privat verkætlan. – Ætlanin er at bjóða hann út ímillum privat feløg at kappast um, sigur Kári P. Højgaard. Og peningurin, sum tað almenna játtar til ætlanina, skal brúkast til at gera allar forkanningar lidnar og ann­ ars at fáa nágreiniligar kostn­ aðarmetingar og alt annað neyðugt talgrundarlag til vega. – Hetta eru upplýsingar, sum tað er neyðugir, so at feløg kenna fortreytirnar, tá ið tey skulu meta um, ant­ in tey vilja bjóða seg fram og skulu útvega fígging til arbeiðið, sigur Kári P. Høj­ gaard. Í hesum sambandi hev­ ur privata felagið, sum upp­ runaliga ætlaði sær undir ar- beiðið, eisini útvegað ein hóp av upplýsinum og tilfari. Og nú verða samráðingar við felagið um at keypa teir upplýsingarnar. Ber tað ikki til, mugu teir útvegast av nýggjum. Men peningurin, sum tað almenna brúkar, skal so roknast upp í arbeiðið, so at tað almenna fær peningin aft­ur, tá ið verkætlanin verð­ ur gjørd. Kári P. Højgaard sigur, at enn er ikki avgjørt, hvussu tað verður bjóða út til pri­ vatar fyritøkur og sostatt er ikki sagt, at felagið, sum upp­ runaliga bjóðaði seg fram, fær arbeiðið. Men sjálvandi skal tað felagið eisini hava møgu­ leikan at bjóða seg fram, legg­ur hann afturat. Onki alment veðhald Hinvegin sigur hann, at tá ið avgerð er tikin um, at tað skal bjóðast út til privat feløg, er tað sjálvsagt tí, at samgongan vil hava ætlanina setta í verk. Felagið, sum ætlaði at gera tunnilin, kláraði ikki at útvega fígging til ætlanina og tíðirnar eru kanska ikki batnaðar síðani. Hví hava tit vónir um, at tað nú fer at eydnast einum privatum felag at útvega fígging? – Hetta ber tað ikki til at siga nakað um enn. Men tá varð verkætlanin ikki boðin út. Tað verður hon nu og tað víðkar sjónarringin rættiliga nógv. Tað eru peningasterk feløg kring heimin, sum kanska halda, at hetta er ein áhugaverd verkætlan. Spurningurin er kortini um hendan verkætlanin er nóg stór til eitt skapa áhuga hjá einum stórum útlendskum felag, men tað fáa vit at síggja. Men kann tað hugsast, at landskassin fer at veðhalda fyri fíggingini til eitt privat felag? – Nei, tað, sum liggur í kort­unum er, at hetta skal vera ein privat verkætlan burt­urav, uttan at tað al­ mennir hevur nakran sum helst leiklut. Nú hevur Landsverk víst á, at verður tunnilin privatur, verður hann eini 40% dýrari enn hevði verið um tað almenna ger hann. Tað fer eisini at gera tað væl dýrari at koyra ígjøgnum hann. Hví tvíheldur samgongan kortini um, at hann kortini skal vera privatur? – Tað, eg upprunaliga legði upp til, var at leggja øll tunnilsfeløgini í sama fe­lag. Norðoyatunnilin og Vága­ tunnilin verða út­goldnir í næstu framtíð, men mín ætlan var so, at fram­hald­ andi inntøkur frá teimum skuldu brúkast at fíggja aðrar útbyggingar við, eitt nú Eysturoyartunnilin og Sand­ oyartunnilin. – So skuldi tað vera tað almenna, sum stóð fyri út­ byggingunum. – Men tað vann ikki frama í samgonguni og tí verður Eysturoyartunnilin ein privat verkætlanin. Kári P. Højgaard leggur afturat, at støða er ikki til til, hvat skal henda, ber tað privata heldur ikki á mál hesuferð. Men tá er kanska grundarlag fyri at venda aftur til ætlanina um at leggja allar tunlarnar í eitt fe­lag. Hinvegin staðfestir Kári P. Højgaard eisini, skal tað almenna gera Eystur­oyar­ tunnilin, verður tað sam­ stundis landskassin, sum skal standa við endan og veðhalda fyri ætlanina. – Tað kann fáa avleiðingar fyri okkara kredittvirði utt­ an­lands og tað kann føra til rentuhækkingar. – Men verður ætlanin privat, verður landskassin full­komiliga leysur av henni, sigur landsstýrismaðurin. Nú verður eisini tosað um ein Sandoyartunnilin. Liggur tað ikki í hesum, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og so má Sand­ oyartunnilin bíða til hann er liðugur. Ella ber tað til at fara undir tvær so stórar verkætlanir ísenn? – Spurningurin er, hvussu veruleikakent tað er at fara undir tvær so stórar út­ bygginingar í senn. Men verð­ ur Eysturoyartunnilin privat, verður hann fullkomiliga uttan fyri landskassan, er tann møguleikin kortini til staðar, sigur Kári P. Høj­ gaard. Eysturoyartunnil Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, vil nú skunda undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Ein hugsan er at gera tunnil av Streymoy, men mitt undir Skálafirði, verður rundkoyring, haðani ein tunnil fer yvir á Strendur og ein yvir á Toftir 40% dýrari Landsverk hevur víst á, at verður Eysturoyartunnilin privatur, verður hann eini 40% dýrari enn hevði verið um tað almenna ger hann. Tað fer eisini at gera tað væl dýrari at koyra ígjøgnum hann. Tilsamans fer ein privatur tunnil at verða einar 400-800 milliónir dýrari at gera enn ein almennur, alt eftur rentustiginum, eins og tað fer at verða 15 krónur dýrari at koyra ígjøgnum hann. Vit spurdu Kára P. Højgaard, landsstýrismann, hví samgongan kortini tvíheldur um, at hann skal vera privatur? – Tað, eg upprunaliga legði upp til, var at leggja øll tunnilsfeløgini í sama felag. Norðoyatunnilin og Vágatunnilin verða útgoldnir í næstu framtíð, men mín ætlan var so, at framhaldandi inntøkur frá teimum skuldu brúkast at fíggja aðrar útbyggingar við, eitt nú Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. – So skuldi tað vera tað almenna, sum stóð fyri útbyggingunum. – Men tað vann ikki frama í samgonguni og tí verður Eysturoyartunnilin ein privat verkætlanin. Kári P. Højgaard leggur afturat, at støða er ikki til til, hvat skal henda, ber tað privata heldur ikki á mál hesuferð. Men tá er kanska grundarlag fyri at venda aftur til ætlanina um at leggja allar tunlarnar í eitt felag. Hinvegin staðfestir Kári P. Højgaard eisini, skal tað almenna gera Eysturoyartunnilin, verður tað sam­stundis landskassin, sum skal standa við endan og veðhalda fyri ætlanina. – Tað kann fáa avleiðingar fyri okkara kredittvirði uttanlands og tað kann føra til rentuhækkingar. – Men verður ætlanin privat, verður lands­kass­in full­komiliga leysur av henni, sigur lands­stýris­mað­ urin. Nú verður eisini tosað um ein Sandoyartunnilin. Liggur tað ikki í hesum, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og so má Sandoyartunnilin bíða til hann er liðugur. Ella ber tað til at fara undir tvær so stórar verkætlanir ísenn? – Spurningurin er, hvussu veruleikakent tað er at fara undir tvær so stórar útbygginingar í senn. Men verður Eysturoyartunnilin privat, verður hann full­ komiliga uttanfyri landskassan, er tann møguleikin kortini til staðar, sigur Kári P. Højgaard. Framskunda ætlanina at gera Eysturoyartunnilin UNDIRSJÓVARTUNNIL Landsstýrismaðurin í innlendismálum kannar nú um tað ber til at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy skjótari enn ætlað