mikudagur 4. juli 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seta kvotu
á grinda-
dráp
Lívfrøðingarnir hava roknað seg fram til, at er stovnurin
av grindahvali 100.000 hvalir, kunnu føroyingar drepa
einar 600 hvalir um árið, uttan at hótta stovnin.
Tað
sigur
Bjarni
Mikkelsen,
lívfrøðingur
á
Náttúrugripasavninum.
- Vit hava eina meting, sum vísir, at stovnurin er
einar 130.000 hvalir.
- Hinvegin er heldur ikki ósannlíkt, at metingin frá
áttatiárunum, sum vísir, at stovnurin er einar 700.000
hvalir, kanska er yvirmett.
Men tað merkir so eisini, at tað kann verða neyðugt
at seta kvotu á grindadráp, so at vit ikki drepa meiri enn
einar 600 hvalirnir um árið fyri at kunnu prógva fyri
umheiminum, at okkara grindadráp er burðardygt.
Men so ber tað til at læna kvotu frá framtíðini, so at
vit drepa 800 hvalir eitt ár, men so drepa vit 400 hvalir
árið eftir.
- Hetta sigur okkum so aftur, at er stovnurin
onkustaðni omanfyri 130.000 hvalir, er okkara
grindadráp burðardygt.
Men enn er alt hetta fyri ein stóran part gitingar, tí
vit vita ikki hvussu stovnurin er.
- Fyri at kunna staðfesta, hvussu stórur stovnurin
er, verður neyðugt at merkja fleiri hvalir, so at fáa fáa
greiði á ferðingarmynstrinum.
Endamálið við tí er at fáa staðfest um grindhvalurin
undir Føroyum er ein lokalur stovnur, ella um hann
er partur í einum størri felagsstovni, sigur Bjarni
Mikkelsen.
Áki Bertholdsen
- Vit vilja ógvuliga fegin
sleppa at merkja fleiri grinda
hvalir.
Bjarni Mikkelsen gongur
minst líka spentur sum nógv
ir aðrir føroyingar og bíðar
eftir grindaboðum.
Men tað er ikki tí, at hann
vil hava feskt í pottin og
lykkjur í hjallin.
Hann er lívfrøðingur á
Náttúrugripasavninum
og
vil ógvuliga fegin fáa nakrar
hvalir, sum tey kunnu sleppa
at merkja og lata fara livandi
aftur til Havs.
Undir trýsti
Bjarni Mikkelsen heldur, at
vit eiga ikki at undirmeta
týdningin av at merkja hval
við vísindaligum endamáli
fyri eyga.
Serliga heldur hann, at
tað hevur týdning at fáa
greiði á, hvussu grindahvalur
ferðast.
Hann staðfestir, at grinda
dráp og hvalaveiða yvirhøvur
er undir støðugum trýsti
- Eitt, sum spurnartekin
javnan verður sett við, er,
um talan er um burðardygga
veiði.
Og granskarin heldur, at
vit kunnu koma í ta støðu, at
tað verður kravt av okkum,
at vit skulu prógva fyri um
heiminum, at okkara grinda
dráp er burðardygg veiða.
- Tað kunnu vit ikki
rættiliga enn, leggur hann
afturat.
Fyri at kunna prógva tað,
mugu vit vita, hvussu stórur
stovnurn er.
- Ein stórur spurningur
í tí sambandi er, um grinda
hvalur, sum ferðast undir
Føroyum, er ein stovnur fyri
seg sjálvan, ella um hann er
partur í einum felags stovni.
- Tann spurningurin er
rættiliga
avgerandi
fyri,
hvussu nógv, tað ber til at
taka úr stovninum.
- Er talan um ein ser
føroyskan stovn, ber ikki til
at drepa líka nógva grind,
sum vit kunnu drepa, er talan
um ein felags stovn.
Ov langt ímillum
Bjarni Mikkelsen sigur, at fyri
at kunna meta um stovnin,
er neyðugt at kenna ferð
ingarmynstrið hjá grinda
hvali og tað er í hesum sam
bandi, at merkingin hevur so
stóran týdning.
- Vit hava merkt grinda-
hval tríggjar ferðir, í 2000,
í 2004 og í fjør, sigur Bjarni
Mikkelsen.
- Trupulleikin er, at tað
gongur so long tíð ímillum
og tað er kanska í so sjáldan,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at á Náttúru
gripasavninum hava merki
liggjandi til einar tríggjar
grindir.
Og hann vónar, at fáa høvi
til at merkja nakrar hvalir.
- Vit eru alla tíðina klárur
at merkja og bíða bara eftir,
at onkur ringir.
Tey hava eisini umhugsa
at fara til havs og skjóta
merki í nakrar hvalir, men
tað er teknikkurin ikki nóg
góður til enn.
- Tí vilja vit heldur sleppa
í onkra grind at bolta send
ararnar fastar í hvalin.
Eitt vónbrot
Grindin, teir merktu í fjør var
eitt vónbrot.
Teir merktu átta hvalir
og sendararnir sendu í fimm
dagar.
- Men so fóru sendararnir
at slókna og tann, sum sendi
longst, sendi í tvær vikur.
- Vit hava hugsað okkum,
at hvalirnir hjálpa hvørjum
øðrum við at reinsa hvønn
annan og at teir sostatt hava
bitið sendararnar av hvørjum
øðrum.
- Tann trupulleikan hava
vit roynt at loyst við at
festa antennurnar fastar í
sendararnar fyri at onki skal
vera hjá hvalunum at bíta í.
- Tískil hava vit nú vónir
um at hesir sendararnir
kunnu senda í út ímóti einum
ári og so hevði tað munað av
álvara.
Bjarni Nikkelsen sigur,
at tey eru í samstarvi við
sýslumenn og grindamenn
og teir royna at gera vart við
seg á røttum staði fyri at fáa
nakrar hvalir at merkja.
- Vit møta upp á øllum
fundum í grindamannafe
lagnum og fortelja teimum,
at vit eru klárir at merkja,
men enn hevur telefonin
tíverri ikki ringt.
Men hann leggur stóran
dent á, at tey vilja ikki troka
seg framat nakrastaðni, tí
tey vilja heldur hava eitt gott
samstarv við grindamenn.
- Tí vónar hann, at tey
fáa onkrar hvalir at merkja,
kanska í eini grind, sum
verður hildin til, har tey
kanska ikki akkurát mangla
grind.
- Vit vilja ikki troka nakran
av, men vit vilja heldur royna
at skapa áhuga fyri hesi
granskingini, so at vit fáa
nakrar hvalir til vísindaligt
endamál.
- Men tað kann henda, at
vit vera so framlig, at vit fara
at biðja um einar 10 hvalir
úr eini grind í eini roynd at
fáa eitt greitt kanningrúrslit
áðrenn alt ov long tíð er
liðin.
- Men eydnast tað ikki at
fáa nakrar hvalir at merkja
verða vit kanska noydd at at
fara út á opið hav og royna at
skjóta merki í nakrar hvalir,
leggur hann afturat.
Leingjast eftir
at fáa grindaboð
HVALAMERKING Vit ganga spent og bíða eftir grindaboðum
og vóna at grindamenn eisini hava hug at lata nakrar hvalir
burtur av til gransking. Tað kann fáa avgerandi týdning fyri
grindadráp í framtíðini, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur
Bíða í tolni
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur við einum sendara, teir settu á hval í fjør, men sum ikki
riggaði nakað serligt. Nú eru ábøtur gjørdar, men nú bíða tey í tolni eftir at fáa grindaboð
og at onkur letur teir fáa nakrar hvalir at merkja til vísindalig endamál, sum eru neyðug