Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 2. partur Tá ið vit vóru komnir á land á Skál­ um spurdi eg, hvar eg kundi hitta faktorin. Faktorin var um­boðs­ maðurin fyri Aldufelagið, sum vit skuldu rógva út fyri. Eg fekk at vita, hvar hann búði, og hvar hurð­ in var. Eg bankaði uppá hurðina. Ein genta letur upp. Eg biði góðan dag, og hon svarar aftur. Eg sigi hvør eg eri, at eg var føroyingur og var komin higar at rógva út við árabáti í summar. Nú var eg komin higar fyri at tosa við faktorin. Hon skuldi bera boðini og kom skjótt aftur við boðunum um, at faktorin fór at vera skjótur. Hon bjóðaði mær kaffi, men eg skuldi skunda mær, tí “straukarnir” bíðaðu. Í tí sama kemur faktorin og biður góðan dag. Hann kallast Steintór Jóhannisson og spyr, hvar vit skulu rógva út, og hvat felag vit skuldu lata fiskin til. Eg segði, at vit ætlaðu at binda okkum til Aldufelagið. “Tá verður tú blessaður og vælkomin”, svaraði hann. Eg spyrji faktorin, hvar vit skulu fáa innivist fyri summarið. Hann segði, at tað skuldi vera í Hvít­hús, sum lá niðri móti sjóvar­ málanum. Tá fingu vit ein kaffi­ munn við køkum afturvið. So fóru vit oman á støðna, og nú høvdu hinir borið alt viðførið niðan frá. Nú vóru allir teir ungu dreingirnir á plássinum komnir om­an, og teir kappaðust um at hjálpa til. Steintór kom við út á Hvíthús, og her skuldu vit búleikast fyri summarið. Har reiddu vit upp í koyggjurnar. Húsið bleiv fult av íslendingum, sum vildu frætta tíð­ indi úr Føroyum frá kenningum, teir høvdu. Teir bóru okkum alla út­gerðina, sum vit skuldu hava við okkum, út í Hvíthús. Nú var alt sum ein familja. Tá gestirnir vóru farnir var at fáa okkum kókigreiðurnar fram, og fingu vit okkara fyrstu máltíð á Skála. Vit fóru okkum so ein túr at hyggja okkum um í bygdini, áðrenn vit fóru til songar. Hetta var fyrstu ferð eg havi sovið í øðrum landi, uppi á turrum væl at merkja. Eg bað, at Harrin mátti signa summarið fyri okkum. Til útróðrar Dagin eftir fóru vit at rigga bátin til. Vit fóru til útróðrar annan dag­ in eftir, sum vit vóru komnir til Skálar. Tað var kalt í veðrinum. Hann var landnyrðingur, og ísurin hekk í berginum. Eisini var mølin avísað. Tað var so hált, at vit máttu hava skølingar uttan á stivlunum, tá ið vit gingu niðri í fjøruni, áðrenn vit fóru til útróðrar. Tað tiðnaði tó í fjøruni, tá ið sólin sá. Men tað frysti aftur, tá ið sólin var farin um vestur. Tann fyrsta morgunin fóru vit út við landinum. Tað var lagaligt at rógva. Vit róðu út fyri Grønutorvu. Síðan høvdu vit seglið á og sigldu út á Funtin, uttast á Langanesi. Vit kastaðu, og fiskurin var í heinta. Fiskurin var millumfiskur og toskur í byrjanini, síðani gjørdist hann smærri. Henda fyrsta dagin fingu vit tvey skippund í klippfiski, og er hetta tað sama sum 1.600 pund av avhøvdaðum ráfiski. Ringar umstøður at rógva út Umstøðurnar vóru ringar at rógva út. Tað var illa komandi at landi, tí støðin var ikki ruddað. Har var bara ein møl, so vit kundu bara koma inn at landi, tá ið tað var flóð. Um vit komu at landi tá tað var fjarðað, so varð tað so langt at bera fiskin, og hetta var ov strævið. Tí valdu vit at vera úti, tá tað var fjøra, og at koma at landi, tá tað var flóð. Hetta gjørdist ógvuliga stríggið, og fingu vit tí lítlan svøvn. Men fiskiskapurin var avbera góður. Vit fyltu bátin, bara líkindi vóru at fara á flot. Men so komu boð um, at mølin skuldi ruddast. Ein dagin var eg biðin um at koma á skrivstovuna hjá Steintóri. Hann helt, at tað var skjótt, at vit vóru byrjaðir at rógva út. Eg segði, at tað var hetta sum vit vóru komnir yvir til. Men eg gramdi meg um mølina, sum gjørdi, at vit bara kundu koma at landi í flóð. Nú spyr hann meg, um eg ikki vil lata hann fáa ein mann frá okkum, tá ið tað var útróðrarveður, at hjálpa til at rudda støðna. Hetta játtaði eg. Hetta kundi eisini vera okkum at gagni. Tá ið tað ikki var útróðrarveður arbeiddu vit allir saman við Skála­ monnum við støðna. Nakrar krónur fingu vit eisini fyri hetta arbeiði. Reiðskapurin vit nýttu var ein nót, har flot- og grunnlínan var keta. Umframt var tríggjar ferðir eitt samanlagt hegn. Tað vóru fimm til átta mans á hvørjum oyranum at draga nótina. Tað kundu vera stórir steinar, ið vóru drignir á land á henda hátt. Endiliga varð støðin ruddað. Í fyrsta parti varð greitt frá fyrireikingunum til túrin yvir á Skálar og til komuna yvir á Langanes. Men nógv var at fáa greiðu á, áðrenn útróðurin kundi byrja Til Íslands við Óla: Geila Jóannes á Skálum: Útróður og eggjaræning Geila Jóannes Kort av Langanesi. Í rundinginum sæst Skálar. Henda myndin vísir, hvussu óhøgligt tað var at rógva út. Hon vísir eisini, hví tað var so stórur munur at koma at landi í flóð og fjøru, soleiðis sum Jóannes greiðir frá. Húsini uttast t.v. uppi á bakkanum er Sólbakki, sum var handil, goymsla og gistingarhús. Húsini í miðjuni var útróðrarstøð, har menn eisini egndu í kjallaranum. Húsini uttast t.h. er Bankahúsloft. Hetta var fyrst og fremst nýtt sum saltfiskahús, men tað var eisini nýtt til ymisk tiltøk sum dans, sjónleik og kristiligar fundir