mikudagur 4. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Keyptu minni
sigarettir og
rúsdrekka
Danir keypa væl færri
sigarettir í handlum og
kioskum nú enn fyri
nøkrum árum síðani.
Í fjør keypti hvør dani
1.240 sigarettir í meðal,
og tað var 276 sigarettir
ella 18 prosent færri enn
fyri seks árum síðani.
Danska
hagstovan
ger vart við, at tað er
tó ikki vist, at nýtslan
er minkað líka stór, tí
sigarettirnar, sum vórðu
keyptar uttanlands, eru
ikki við í hagtølunum.
Teir donsku handl
arnir seldu eisini minni
av rúsandi løði í fjør
enn undanfarin ár. Til
samans seldu teir 48
milliónir litrar av reinum
alkoholi, og tað var ein
millión litrar minni enn
fyri fimm árum síðani.
Tvey ivamál eru við
tølunum. Annað er, at
tað eru ikki bara danir,
sum keypa rúsandi løð
í donskum handlum,
og hinvegin er tað, sum
danir keyptu uttan fyri
landamarkið, ikki við.
Hagstovan i Keyp
mannahavn sigur, at tað
er ikki kreppan, sum ger,
at danir keypa minni
alkohol, tí sølan var
størri í 2010 enn í 2009.
Turrasti juni
síðani 1857
Tað regnaði óvanliga lít
ið í Íslandi í síðsta mán
að, og harafturat var
tað lýggjari enn vanligt
nógvastaðni.
Um alt Ísland var av
fallið minni í juni, enn
tað plagar. Í Reykjavík
var avfallið 28 prosent
minni enn meðal. Á
Stykkishólmi var avfallið
bara 0,6 mm, at har hava
tey ikki skrásett minni
avfall ein juni mánað
síðani 1857.
Juni var eisini lýggjari
nógvastaðni í Íslandi
enn vanligt. Í Reykjavík
var meðalhitin 10,7 stig,
sum er 1,7 stig oman fyri
meðal og tað mesta síð
ani 2010.
Harafturímóti
var
juni ikki serliga lýggjur
norðanfyri og eystan
fyri. Eitt nú var meðal
hitin á Akureyri 0,3 stig
undior meðal, og eysturi
á Egilsstøðum var hann
1,3 stig minni, sigur
Veðurstofan í Reykja
vík.
Gomul bók komin
afturíaftur
Ein 415 ára gomul bók
við landakortum, sum
bleiv stolin av kongaliga
bókasavninum í Svøríki
fyri meiri enn tíggju
árum síðani, er nú kom
in afturíaftur. Í bókini
eru 19 sjáldsom kort,
sum Cornelius van Wyt
fliet hevur teknað. Har
eru eitt nú kort av Norð
uramerika og Suður
amerika, og har er eisini
tað elsta prentaða kortið
av Kalifornia, sum til er.
Bókin hvarv brádliga
saman við 55 øðrum
bókum, og seinni kom
undan kavi, at leiðarin á
handritadeildini á savn
inum, Anders Burius, var
farin við teimum. Burius
tók lívið av sær fyri átta
árum síðani.
Seinasta summar kom
fram, at eitt gallarí í New
York hevði keypt bók
ina á uppboði í London,
men tá gallaríið frætti,
at bókin var stolin, lat
tað hana innaftur, og
uppboðssølan í London
hevur nú sent hana
aftur til Svøríkis.
Oljufeløgini
Maersk
Oil,
ConocoPhilips, Nunaoil og
Dong
og
seismikkfelagið
TGS-NOPEC ætla sær at gera
seismiskar kanningar úti fyri
Vesturgrønlandi í summar.
Men eftir tilmæli frá um
hvørvismyndugleikunum fáa
feløgini eitt sindur ørvísið
treytir í ár, enn feløg hava
fingið hini árini. Og so er tað
heldur ikki vist, at feløgini
fáa kanningarloyvi á júst
teimum leiðunum, sum tey
hava biðið um.
Havfrøðingarnir
hjá
Nationalt Center for Miljø
og Energi (DCE) stúra fyri, at
tær seismisku kanningarnar
skulu ávirka hvalin, og tað
er tí, at oljufeløgini fáa eitt
sindur aðrar treytir í ár. Eitt
nú hevur DCE skotið upp, at
kanningarnar í Baffinvíkini
verða útsettar til august
mánað fyri at órógva hvalin
har sum minst, og harafturat
skulu feløgini kanna atburðin
hjá hvalinum har bæði und
an, undir og aftan á tær seis
misku kanningarnar.
Loksins skulu feløgini
eisini arbeiða saman við
lokalum veiðimonnum fyri
at kanna, um tær seismisku
kanningarnar hava avleið
ingar fyri møguleikarnar at
veiða hval.
Mett verður, at eykakrøv
ini fara at kosta umleið 12
milliónir krónur, og tær skulu
kanningarfeløgini gjalda.
Seismiskar kanningar
skulu ikki órógva hvalin
Grønlendsku umhvørvismyndugleikarnir vilja hava
oljufeløgini at ansa betur eftir hvalinum, tá tey gera
seismiskar kanningar í grønlendskum sjógvi
20 fólk skulu ansa
eftir Breivik
Einstaklingssjúkrahúsið, sum skal hýsa hópdrápsmanninum Anders Behring
Breivik tey nógvu næstu árini, fer at kosta 30.000 krónur um dagin at reka
Talið er norska blaðið VG
komið til eftir at hava spurt
seg fyri hjá teimum, sum
kenna slík viðurskifti, og
heldur metingin, fer Anders
Behring Breivik at kosta
norska ríkiskassanum 10,95
milliónir krónur um árið.
Tað er greitt, at Breivik
verður verandi í Ila-fongsli
num, har hann hevur verið
alla tíðina, og í síðstu viku
samtyktu myndugleikarnir
at innrætta honum eitt ein
staklingssjúkrahús
inni
í
fongslinum.
Umbyggingin
kostar knappar tvær milli
ónir krónur.
Fær Anders Behring Brei
vik viðgerðardóm, soleiðis
sum
ákæruvaldið
hevur
mælt til, skulu í minsta lagi
fýra starvsfólk vera til staðar
um dagin og um kvøldið, og
um náttina skal hann hava
tríggjar
náttarvaktir.
Ein
sjúkrarøktarfrøðingur skal
altíð vera til taks, og fongslið
skal hava atgongd til sálar
frøðing og sálarlækna, um
tørvur er á tí. VG skrivar, at
tað skulu umleið 20 ársverk
til at halda eina tílíka vakt
arskipan, og tey fara at kosta
tí almenna knappar 11 millión
ir krónur.
Ila-fongslið uttan fyri Oslo skal hýsa Anders Behring Breivik Mynd: Polfoto