mikudagur 4. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Tað vóru 15 hitastig og sum dysturin
leið nakað váttligt á Windsor Park
týskvøldið, har heimaliðið Linfield
bjóðaði
føroyameistarunum
úr
B36 vælkomnum í fyrsta undan
umfarinum í Champions League.
Linfield hevði nakrar skaðar at
dragast við áðrenn dystin, og var
eitt nú ungi Ross Glendinning í mál
inum ístaðinfyri Alan Blayney.
B36 hevði hinvegin allar mans
tøkar til dystin. Odmar Færø, sum
var ein av stinnastu leikarunum
hjá B36 í fjør, er júst komin heim
aftur úr Skottlandi og byrjaði í
miðverjuni saman við Jonasi Flindt
Rasmussen, sum júst er komin fyri
seg eftir ein skaðasteðg.
Yvirlivdu brotsspark
Tað sást frá dystarbyrjan, at Linfield
ikki er mitt í teirra kappingarári og
at flestu leikararnir júst eru komnir
heim aftur úr summarferiu. Longu
í 6. minutti fekk liðskiparin hjá
Linfield, Jamie Mulgrew, gult kort
fyri eina alt ov seina og harða takk
ling ímóti Róaldi Jakobsen. Frí
sparkið, sum var langt útifrá, sendi
Súni Olsen við nógvari ferð beint
við síðuna av málinum.
Tað var annars gjøgnumgang
andi fyrsta korterið ella so, at
heimaliðið ikki júst fekk spælið
at hanga saman vegna óneyvar
spælingar. Hetta var eisini nakað,
sum venjarin, David Jeffrey hevði
gramt seg um undan dystinum -
tað, at leikarar hansara ikki vóru í
dystarformi.
Sum fyrri hálvleikur leið kom
Linfield tó væl betur við í dystin,
og hevði Meinhardt Joensen nógv
at gera við at bjarga bóltar út til
hornaspark.
Seks minuttir
fyri
hálvleik
gjørdist Meinhardt Joensen aftur
lyklamaður, tá ið hann bjargaði
einum brotssparki, sum Linfield
fekk tillutað eftir at Jonas Flindt
Rasmussen
hevði
felt
Jamie
Mulgrew í brotsteiginum. Hann
bjargaði einum hørðum skoti frá
málslúkaranum, Peter Thompson.
Hálvleiksstøðan var 0-0.
Hildu tað heim
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn
tveir minuttir gamal, tá ið Mark
McAllister sendir eitt ávaringar
skot úr 20 metrum beint framvið
málinum. Hetta var ávaringarskotið
til ein hálvleik, har Linfield sat á
so at siga øllum. Verjuskipanina
hjá B36 høvdu teir tó ikki lykilin
til at lata upp, og stóð skipanin
seg sum heild væl og útihýsti
Linfield frá teimum heilt stóru
málmøguleikunum.
Tað sást á Linfield-leikarunum,
at teir vóru um at ótolnast eftir at
fáa hol á málskjótingina, sum kundi
lagt lunnar undir eitt gott útgangs
støði til returdystin.
Hinvegin var Lukasz Cieslewicz
hjá B36 tætt við, tá ið hann í einum
mótálopi í vinstru síðu setti mikla
ferð á, tók bóltin við sær inn inn
ímóti miðjum vølli og royndi seg
við einum fløtum skoti. Bólturin
stakk á uttaru síðuna av stongini
og so var vandin av.
Tað var hvørki nógv ferð ella glið
á spælinum hjá Linfield. B36 dugdi
væl at taka luftina úr dystinum við
fleiri smáum fríspørk, somuleiðis
sum tey nógvu hornaspørkini hjá
Linfield tók eitt sindur av luft.
Stríðsmenn
sum
Rasmus
D. Sørensen, Heini í Skorini og
Klæmint Matras vórðu í seinna
hálvleiki settir á vøllin at halda
0-inum, og tað mátti sigast at hepn
ast væl. Hóast Linfield var greitt
meiri á bóltinum, so funnu teir
ongantíð seinastu fríspælingina
til at fáa latið B36-verjuna upp, og
máttu teir eftir seinasta bríkslið í
dystinum bara ásanna, at trýstið
var úrslitaleyst. Dysturin endaði
nevniliga við 0-0-javnleiki.
B36 hevur við málleysa javn
leikinum tryggjað sær eitt gott út
gangsstøði undan returdystinum,
sum verður spældur á Ovara Vølli í
Gundadali komandi týsdag kl.18.
albinus@sosialurin.fo
B36 fekk gott
útgangsstøði í Belfast
Fótbóltur Hóast norðurírsku meistararnir úr Linfield royndu at trýsta ímóti føroyameistarunum úr B36 á
Windsor Park í Belfast týskvøldið, so fekk B36 við 0-0-javnleiki eitt gott útgangsstøði við sær til Føroya
Linfield - B36 0-0 (0-0)
Dómari: Wim Smet (Belgia)
Linfield: Mark Glendinning - Daryl Fordyce, Steven Douglas, Albert Watson (46. David Armstrong) Jim Irwin
- Damien Curran, Jamie Mulgrew, Brian McCaul (65. Michael Carvill) Robert Garrett - Mark McAllister, Peter
Thompson (74. Matthew Tipton)
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Bárður Olsen
(84. Heini í Skorini) Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg (67. Rasmus D. Sørensen) Lukasz
Cieslewicz (90. Klæmint Matras)
Fingu teir at spæla
soleiðis, vit vildu
Mikkjal Thomassen:
Tað var ein væl nøgdur B36-
venjari,
Mikkjal
Thomassen,
ið vit fingu orðið á beint eftir
0-0-javnleikin ímóti Linfield.
– Eg eri væl nøgdur við at
dysturin útformaði seg soleiðis,
sum vit væntaðu. Vit hava nýtt
ógvuliga nógva fyrireikingartíð
upp á at fáa teir at spæla soleiðis,
sum vit vildu. Og tað riggaði –
tað, at teir spældu upp á innlegg.
Meinhardt (Joensen, red.) hevði
eina góða brotssparksbjarging
eftir eitt brotsspark, sum eg
ikki haldi var brotsspark, og so
hevði hann nógv góð inntriv í
feltinum. Saman um tikið var
hetta eitt disciplinerað avrik,
har vit vísa teimum aftur so at
siga allan dystin, sigur ein væl
nøgdur Mikkjal Thomassen eftir
dystin.
Nú fer Mikkjal saman við
restini av hópinum at fyrireika
seg upp á returdystin í Gundadali
komandi týsdag. Hann væntar
ikki, at teir neyðturviliga fara at
leggja meiri fyri í álopspartinum
fyri at avgera dystin.
– Nei, helst ikki. Vit fara at
hyggja at dystinum og síðani
finna út av, hvar vit skulu leggja
trýst á teir. Vit skulu hava eitt
meiri mál enn teir, og so eru vit
víðari. Ein brotssparkskapping
er fyri so vítt eisini í lagi. Vit
fingu javnleik í Belfast, og so
kunnu vit sanniliga eisini vinna
á heimavølli, sigur B36-venjarin
at enda.
Champions League
Savnsmynd: Álvur Haraldsen