Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Víkingur hevði týskvøldið vitjan av FC Gomel úr Hvítarusslandi. Hetta var fyrsta undanumfar í Europa League, og mátti eysturevropeiska mótstøðan sigast at vera góð. FC Gomel endaði í fjør á einum triðja plássi í bestu hvítarussisku deildini, og nú verandi kappingarár er komið í helvt, er FC Gomel aftur á triðja plássi. Ein lyklaleikari teirra, Vyacheslav Hleb, spælir eisini á hvítarussiska landsliðnum. Víkingur hevði spælt væl í Effodeildini undan dystinum í gjárkvøldið, har teir ikki høvdu tapt í seks dystum á rað. Hinvegin vóru teir nakað skerdir, nú teir hava veitrað farvæl við Lasse Qvist og eisini máttu vera Evrard Blé fyri uttan frá dystarbyrjan. Hann royndi seg undir upphitingini, men fipurskaði hansara darvaði hann so mikið, at avgerð var tikin um at ikki hava hann við frá byrjan. Víkingur misnýtti brotsspark Tað sást frá dystarbyrjan, at FC Gomel dámdi væl at hava bóltin. Við skjótum og góðum spæli, sum vit kenna tað frá eysturevropa, royndu teir at ota seg fram eftir vøll­inum, men í grundini rigg­aði verjukenda uppleggið hjá Víkingi væl. Niclas Niclasen var á verju­ kenda miðvøllinum, og saman­ umtikið fylti miðvøllurin hjá teimum nógv og nervaðu hvíta­russ­ isku uppspølunum. Tá ið tíggju minuttir vóru leiktir kom Víkingur á fyrsta sinni fram í feltið hjá mótstøðuliðnum. Bárður J. Hansen, sum var sera raskur og rann alla høgru síðu upp og niður, varð feldur í einari knappari vending og so ivaðist lettiski dómarin ikki. Brotsspark til Víking. Sølvi Vatnhamar, sum varð settur at skjóta, misnýtti skammiliga. Eitt linligt skot eftir jørð miðskeiðis í málið gjørdi uppgávuna lætta hjá Srdjan Ostojic í FC Gomel-málinum, sum bjargaði. Síðani var tað aftur FC Gomel, sum setti seg á spælið. Teir høvdu bóltin nógv, men stundum vistu teir ikki, hvat teir skuldu gera við hann. Verjuskipanin hjá Víkingi riggaði nevniliga heilt væl, og gjørdist hálvleiksstøðan eisini 0-0. Seks hvítarussisk mál Gekk tað væl hjá Víkingi í fyrra hálvleiki at halda FC Gomel frá málinum, so gekk tað ómetaliga illa í seinna hálvleiki. Venjarin hjá FC Gomel var ikki nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki og hevði hann skift út á miðvøllinum, somuleiðis sum Víkinga-venjarin, Jógvan Martin Olsen, varð noyddur at skifta Erling D. Jacobsen út tíðliga í seinna hálvleiki. Hann hevði trupulleikar við baklærinum. Tað tóktist, sum ein væl spæl­ andi Erling manglaði í verjuni, tí minuttin aftaná hann varð út­ skiftur, rapaði fullkomiliga fyri Víkingi. FC Gomel skeyt fýra mál upp á bara seks minuttir. Mál­veitsl­ una byrjaði hvítarussiski lands­ lðs­leikarin, Vyacheslav Hleb í 53. minutti, tá ið hann átti síðsta fótin á góðum smáspæli í vinstru. Tveir minuttir seinni varð hann aftur spældur púra leysur og økti til 2-0. Aftur tveir minuttir seinni økti Igor Voronkov, tá ið hann - eftir nakrar bjargaðar skotroyndur - fekk bóltin í málið til 3-0. Minuttin seinni gjørdist 4-0, tá ið Ilya Aleksivich varð spældur leysur og økti enn meiri. Hesa løtuna miseydnaðust fleiri uppspøl hjá Víkingi, og vóru teir ikki mentir at renna aftur og verja fyri skjótu mótálopunum. Staðfestu stórsigurin Eftir greiðu 4-0-leiðsluna tóktist dysturin at fara í nakað, sum minti um tómgongd, men FC Gomel vóru stundum vandamiklir í teirra skjóta álopsspæli. Tjúgu minuttir fyri leiklok økti Nikolai Kashevsky til 5-0, tá ið hann stútaði eitt frálíkt innlegg úr vinstru í málið. Tíggju minuttir seinni gjørdi innskifti Artur Levitski tað til 6-0, sum hóast fleiri risa møguleikar til FC Gomel afturat, gjørdist endaliga úrslitið. Tað var ilt at síggja hvussu ein slík eyðmýking kundi bera til eftir ein annars so taktiskt væl spældan fyrra hálvleik, men tað tóktist eins og Víkingur fór í svart, misti bóltin alt ov ofta og leikararnir vóru ikki mentir at bjarga mistøkunum, teir gjørdu. Spælið hjá FC Gomel gekk alt ov skjótt til tess og frammanfyri málinum vóru teir eirindaleysir. 6-0-stórtapi gevur ikki nógvar til leikararnar úr Gøtu og Leirvík undan fráferðini til Hvítarusslands, har teir skulu spæla returdyst hósdagin í komandi viku. evropa league Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við fyrra hálvleik, men sum vera man var hann sera illa nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki. Í grundini var hann skelkaður av einum skrædli, sum hann ikki fekk sett orð á. - Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit royna at spæla bóltin runt, men teir leggja meiri trýst á okkum sum hálvleikurin líður. Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til tað heilt stóra. Tað er 0-0 í hálvleikinum, og tað sá gott út. Í seinna hálvleiki fáa vit nakrar trupulleikar. Erling Jacobsen fær trupulleikar við baklærinum og tað noyðir meg at skifta hann út, og so mugu vit gera nakrar flytingar. Vit fáa eitt skrædl, sum eg ikki havi nakra forkláring upp á. Kropsliga fara vit totalt niður, og persónlig mistøk, ið vit sjáldan hava sæð áður. Hetta má vera størsta skrædlið, eg havi verið við til, og tá havi eg roynt eitt sindur sum venjari. Hetta var skelkandi at síggja okkum fara so langt niður, sum vit fóru í dag, segði Jógvan Martin. Við einum 0-6-tapi í viðførinum leggur Víkinga-legan nú leiðina til Hvítarusslands - Vit mugu finna eina motivatión, og hvar hon skal koma frá, tað mugu Gudarnir vita. Til ta tíð, vit fara niður har, mugu vit hava nakað at fara eftir, og tað er mín uppgáva at finna tað fram onkustaðni, segði Jógvan Martin Olsen at enda. albinus@sosialurin.fo Víkingur - FC Gomel 0-6 (0-0) 0-1: Vyacheslav Hleb, 53. 0-2: Vyacheslav Hleb, 55. 0-3: Igor Voronkov, 57. 0-4: Ilya Aleksivich, 58. 0-5: Nikolai Kashevsky, 70. 0-6: Artur Levitski, 80. Dómari: Andris Treimanis (Lettland) Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Erling D. Jacobsen (51. Evrard Blé) Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Niclas Niclasen (62. Heðin Hansen) - Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar, Fritleif í Lambanum, Hans Jørgen Djurhuus (70. Joseph Bassene) - Hjartvard Hansen FC Gomel: Srdjan Ostojic - Igor Kuzmenok, Pavel Kiryichyk, Nikolai Kashevsky, Dmitri Klimovich - Sergei Matveychik (68. Aleksei Timoshenko) Vyacheslav Hleb, Igor Voronkov, Tomasz Nowak (46. Artur Levitski) Ilya Aleksivich - Vadim Demidovich (58. Dmitri Platonov) Tennis-tap til tannleysar víkingar Fótbóltur FC Gomel er væl ávegis at gera av við Víking í fyrsta undanumfarinum í Europa League. Í Gundadali vardi Víkingur væl fyri í fyrra hálvleiki og hevði risa møguleika umvegis brotsspark, men í seinna hálvleiki sukku teir saman og taptu heili 6-0 Størsta skrædl eg havi verið við til Skelkaður Jógvan Martin: Misnýttu brotsspark, og so rapaði alt: Savnsmynd: Álvur Haraldsen