mikudagur 25. juli 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Norðmenn vilja
ikki upp í ES
Tamilar rigga
væl í Danmark
Íslendingar fara
at fiska tunfisk
Norðmenn
vilja
ikki
hoyra talan um at fara
upp í Evropasamveldið.
Í einari nýggjari mein
ingakanning siga heili
74,8 prosent av teim
um spurdu nei til ES-
limaskap. Bara 17,2 pro
sent siga ja.
Tey, sum hava gjørt
kanningina, siga, at být
ið millum ja og nei er á
leið tað sama, sum tað
hevur verið teir seinastu
mánaðirnar.
Norskir
fjølmiðlar
siga tað vera áhuga
vert,
at
69
prosent
av
veljarunum
hjá
tí
borgarliga
Høgra
flokkinum
eru
ímóti
limaskapi í ES, tí júst
hesin flokkurin hevur
verið serliga hugaður
fyri at fáa Noreg upp í
samveldið.
Mótstøðan
millum
Høgra-veljar
arnar er fimm prosent
størri nú enn í einari til
svarandi kanning í mars.
Í áttatiárunum fluttu
nógvir tamilar til Dan
markar undan borgara
krígnum í heimlandi
num Sri Lanka. Í dag eru
teir donsku tamilarnir
umleið 11.000 í tali, og nú
vísir ein nýggj kanning,
at teir duga betur enn
aðrir
ikki-vestur-lend
skir innflytarar at venja
seg til tað danska sam
felagið og ta donsku
mentanina.
Eitt nú vísir kann
ingin,
at
lutfalsliga
fáir
tamilar
eru
ar
beiðsleysir, og at 56 pro
sent av teimum ungu
tamilunum millum 18
og 24 ár eru í ferð við at
nema sær útbúgving.
Tað merkir, at teir eru
lutfalsliga betri umboð
aðir í hesum bólkinum
enn teirra donsku javn
aldrar, skrivar Kristeligt
Dagblad.
Teir flestu tamilarnir,
sum komu til Danmark
ar, búsettu seg í Jyl
landi, og tað er eisini
har, teir flestu búgva
nú og arbeiða í ymsum
tænastuvinnugreinum.
Í kanningini sæst, at
teir eru væl umtóktir
millum fólk og bera orð
fyri at ein støðug og íðin
arbeiðsmegi.
Hóast íslendingar hava
havt
tunfiskakvotu
í
fleiri ár, hava reiðaríini
ikki víst hesum møgu
leikanum áhuga tey sein
astu tíggju árini, men nú
er greitt, at eitt skip fer á
tunfiskaveiði seinni í ár.
Í árunum frá 1996
til 2002 royndu skip úr
Japan eftir tunfiski í ís
lendskum
sjógvi.
Tað
besta árið fingu tey um
leið 2.200 tunfiskar, sum
vigaðu 244 tons. Okkurt
íslendskt skip royndi tá,
men einki kom burturúr.
Í heyst fer skipið Staf
ness at royna eftir tun
fiski í íslendskum sjóg
vi. Ætlanin er at royna
sunnan fyri landið, har
makrelskip
onkuntíð
hava fingið tunfisk í
trolið. Eydnast roynd
in, verður tunfiskurin
seldur til Japan, har
tað ber til at fáa góðan
prís fyri hann, skrivar
Morgunblaðið.
Hóast tað er hásummar,
forðaði ísur ferðamanna
skipinum Clipper Adventure
at sleppa til Hans Ø, so tey
112
donsku
ferðafólkini
umborð á skipinum fingu
ikki ta upplivingina at sleppa
upp á oynna. Ístaðin fyri
fór skipið til eina uppaftur
minni oyggj, sum ber sama
navn, men sum er einar 150
fjórðingar longri suðuri.
Fyri tveimum árum síðani
eydnaðist tað einum øðrum
ferðamannaskipi,
Ocean
Nova, at sleppa til ta veru
ligu Hans Ø, men danska sjó
verjan í Grønlandi sigur, at í
summar mugu skip fáa hjálp
frá ísbrótara, um tey skulu til
oynna.
Hans Ø, sum fekk sítt
navn eftir grønlendinginum
Hans Hendrik fyri 140 árum
síðani, er ikki meiri enn 1,3
ferkilometur, men kortini er
oyggin orsøk til eitt diplo
matiskt stríð millum Dan
mark og Kanada. Bæði lond
ini kanna sær hana, og tað
kemst sjálvandi av, at har
kunnu vera áhugaverd rá
evni undir havbotninum.
Bæði londini hava havt al
menn umboð uppi á oynni,
og bæði Dannebrog og tað
kanadiska flaggið hava veit
trað har.
Ferðafólk sluppu ikki á Hans Ø
Tann fjarskotna Hans Ø millum Grønland og Kanada
verður kanska eitt ferðamál, men leygardagin
miseydnaðist ein roynd at seta ferðafólk á oynna
Reykjavík skal hava
fleiri vakmyndatól
Vakmyndatólini í miðbýnum í Reykjavík hava verið hent hjá
løgregluni og ákæruvaldinum, síðani tey komu. Nú skulu tey
gomlu endurnýggjast, samstundis sum fleiri koma afturat
Fyri løgregluna eru fyri
munirnir tvinnir, tá tað
snýr seg um at hava vak
myndatól í miðbýnum, sig
ur
Hörður
Jóhannesson,
sum er varaløgreglustjóri í
høvuðsstaðarumráðnum, við
Morgunblaðið.
-Tað kann vera gott av
hava eina upptøku, um eitt
ella annað er hent, men
hóast tað kann vera langt
ímillum hendingarnar, so
mugu vit siga, at teir mest
álvarssomu tilburðirnir, sum
vit hava havt, rættvísgera, at
vit seta tólini upp, sigur vara
løgreglustjórin. Hann vísir á,
at stundum hevur løgreglan
kunnað brúkt upptøkur til at
uppklára mál og serstakliga
harðskapsmál.
-Hin
fyrimunurin
fyri
okkum er, at miðbýurin og
náttarlívið krevja eftirlit, og í
hesum viðfangi hava vit brúkt
vakmyndatólini til at fylgja
við, hvat hendir og at leggja
uppí, tá tað gerst neyðugt.
Tey fyrstu vakmynda
tólini í mibýnum í Reykja
vík vórðu sett upp í 1998,
men tey nýggju eru meiri
framkomin, og harafturat
verða nøkur sett upp afturat
nærhendis vertshúsunum.
Men
varaløgreglustjórin
leggur dent á, at endamálið
er ikki at njósnast.
- Hetta snýr seg ikki um at
hava eftirlit við fólki. Talan
er ikki um at halda eygað við
einstøkum
einstaklingum.
Upptøkurnar verða goymdar
í 30 dagar, eingin hevur at
gongd til teirra uttan vit, og
eingin fær avrit av teimum.
Heldur ikki kommunan, sum
eigur tólini, sigur Hörður
Jóhannesson.
Upprunaliga skuldu tey
gomlu vakmyndatólini skift
ast út í 2008, men kreppan
gjørdi, at tað mátti útsetast.
Tað er Reykjavíkar kommu
na, sum rindar.
Løgreglan í íslendska høvuðsstaðnum hevur havt stórt
gagn av vakmyndatólunum í miðbýnum. Tey hava
verið serliga hent til at uppklára harðskapsmál við