Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað gongur ikki altíð líka stillisliga fyri seg, tá ið fólk koma á skaðastovuna á Lands­sjúkrahúsinum, tí summi kunnu vera ill í sær. – Eg vil ikki siga, at tað hendir ofta, men tað hendir, og i flestu førum eru tey óðu fólkini full, sigur Jórun Højgaard, sum er leiðari fyri in­tensivu deild og skaða­ stov­uni. Kanningar vísa, at eft­ir politistar eru sjúkra­røktar­ frøðingar tann starvs­bólk­ ur, sum er mest útsettur fyri harðskap. Ein donsk kann­ing vísir, at sætti hvør sjúkra­ røktarfrøðingur hevur verið fyri harðskapi í starvi sínum, men hildið verður, at talið er hægri, tí allir tilburður verða ikki fráboðaðir, og summi hava harðari húð enn onnur. Í mars í fjør var Jórun Hø­jgaard á eini altjóða ráð­stevnu fyri intensivar sjúkrarøktarfrøðingar, og har varð løgd fram ein kanning um evnið. Kanningin varð gjørd í Ísrael. Harðskapur móti sjúkra­ røktarfrøðingum fer fram í øllum londum. Ísraelska kanningin vísir millum annað, at 70 prosent av teimum harðligu er mann­ fólk, og at í trimum av fýra førum eru tað skyldfólk ella vinfólk hjá sjúklinginum, sum eru harðlig. Flestu tilburðirnir eru um kvøldið og um morgunin, og eingin munur er á viku­døg­ unum. Hendir javnan Atvoldin til harðskapin er ónøgd við viðgerðina ella veri­mátan hjá sjúkrarøktar­ frøðinginum. Tann kanningin sigur, at 80 prosent av øllum sjúkra­ røktarfrøðingum hava verið fyri harðskapi av einum ella øðrum slag. Í Føroyum eru eingi hagtøl um hetta. Jórun Højgaard vil ikki nevna nøkur dømi um harð­ skap á skaðastovuni á Lands­ sjúkrahúsinum, tí samfelagið er so lítið, so fólk kunnu kenna seg aftur. – Vit hava upplivað ym­ iskar tilburðir av harðskapi, har starvsfólk er blivin hótt á ymiskan hátt heilt frá at vera klórað, roytt, ting er kastað eftir teimum, og tað er eisini komið fyri, at fólk eru hótt eftir lívinum, sigur Jórun Højgaard. Tað mesta er, at fólk brúka munn og hótta. Tað er hent, at sjúkra­ røkt­arfrøðingar hava fingið sálarligar trupulleikar eftir ein tilburð, men tað hevur tó ongantíð verið so galið, at nakar er farin úr starvi orsakað av einum tilburði. Til fyri trimum mánðum síðan var hurðin inn til bráð­ feingis móttøkuna opin, og fólk kundu spáka beint inn. Hurðin stongd – Men sum ein avleiðing av harð­skapinum valdu vit at binda um heilan fingur. Nú er hurðin afturlatin. Í dagtimunum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar á skaða­stovuni, hinar tímarnar bara ein. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tosað um, at teir, sum eru á vaktunum, eiga at fáa upplæring í at duga betur at fara við fólki, sum eru uppøst. Teir hava líkan stóran tørv at duga tað kynstrið sum eitt nú politistar og starvsfólk á psykiatrisku deildunum Tað hendir, at neyðugt er at biðja portørarnar um hjálp, og onkuntíð eru einastu ráð at ringja til politiið. – Í onkrum føri hava vit verið noydd at biðja politiið koma eftir fólki, sum hava verið uppøst. Tað hevur ikki bara verið fyri okkara egnu trygd, men vit kunnu ikki bjóða øðrum sjúklingum slíkt hússetur, sigur Jórun Høj­gaard. Annars er tað ikki bara á skaðstovuni, at sjúkra­røkt­ arfrøðingar uppliva harð­ skap. Tað hendir meira enn so, at sálarsjúk fólk og fólk í barndømi eru ill í sær. Starvsfólk hótt á skaðastovuni hóttanir Sjúkrarøktarfrøðingarnir á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum uppliva av og á at verða hóttir, og lagt verður eisini onkuntíð beinleiðis á tær Heimleys fáa innivist Randi Jacobsen Í Havn ganga fleiri heim­ leys fólk, sum savnast ymsa staðni í býnum, og stundum eru tey til ampa fyri eitt nú børn, eldri fólk og tey, sum koyra við Bussleiðini. Tey heimleysu eru alt annað enn fegin um til­ veruna. – Tey hava vent sær til mín og sóknast eftir onkrum stað at vera, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann hevur eisini sjálvur verið og vitjað í her­berginum hjá Frels­ unarherinum fyri at koma í talu við hesi fólk, sum eru komin so skeivt fyri í lívinum, fyri at hoyra ynski teirra. Kommunan hevur havt fund við politiið, sum dagliga noyðist at taka sær av onkrum heim­leysum, sum á ein ella annan hátt er til ampa og einki heim hev­ ur at fara í. Heðin Mortensen hev­ur eisini havt fund við sosialu umsitingina, tekn­isku umsitingina og lendis­deildina fyri at finna onkra loysn. Ætlanin er somuleiðis at hava kunnandi fund við herbergið hjá Frels­ unar­herinum og við Bláa Kross. – Vit arbeiða við at útvega teimum virðiligar karmar. Hasi fólkini eru partur av borgarunum i býnum, og tey hava krav upp á at hava virðiligar karmar, sigur Heðin Mort­ensen. Tað verður væntandi beint eftir ólavsøku, at kommunan fer at kunn vísa teimum heimleysu á eitt stað ella fleiri støð, har tey kunnu vera um dagin. Eru tey til ampa, skal eisini bera til at siga við tey, at nú skulu tey fara hagar. Heðin Mortensen sig­ ur, at kommunan fyrst kemur við eini fyri­bils­ loysn. Seinni kemur ein meira varandi loysn. Hvørj­ar hesar loysnir verða, vil borgarstjórin ikki siga enn. heimleys Beint eftir ólavsøku fer Tórshavnar kommuna at bjóða heimleysum innivist. Hetta verður ein fyribilsloysn, og seinni kemur ein meira varandi loysn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri HARÐSKAPUR Kanningar vísa, at eftir politistar eru sjúkrarøktarfrøðingar tann starvsbólkurin, sum er mest útsettur fyri harðskapi INNIVIST Tórshavnar kommuna arbeiðir við eini varðandi loysn til tey heimleysu í býnum