Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kanska mín fyrsta og síðsta skrúðgonga Hanus Samró hevur altíð verið ein málrættaður ungur maður, og á ungum árum setti hann sær fyri, at áðrenn hann var 25, skuldi hann hava skrivað eina skaldsøgu, stovnað egið virki og verða komin upp í politikk. Nú hann er 24 eru hesi mál nádd, men sjúka ger, at skrúðgongan í ár kanska verður hansara bæði fyrsta og síðsta Leo Poulsen Seinasta gott og væl hálva árið hevur Hanus Samró verið partur av Føroya Løgtingi, og tað er eitt mál, ið hann hevur arbeitt mið­ víst fram ímóti í fleiri ár. - Politisku ambitiónirnar røkka langt aftur í tíðina, og at ger­ast formaður í HUXA var ein lið­ur í at náa hesi málini, sigur Hanus Samró. Tá so val varð útskrivað í fjør heyst, hevði ungi havnarmaðurin longu góða barlast at fara inn í val­stríð­ið. - Eg hevði góðar vónir um at tað fór at lata seg gera, at røkka inn um tinggátt, men tær vón­ ir­nar fingu eitt álvarsamt skot fyri bógvin tíðliga í valstríðnum. Eg var farin til pallborðsfund á Kambsdali, og hevði gjørt av at skifta taktikk, og vera aftur­hald­ in, sigur Hanus Samró. Og tað gav aftursláttur, eisini av øðrum ávum. - Eg haldi, at ein av feilunum hjá mær var, at eg var ov ófyri­reik­ að­ur, men eftir hetta fór eg at lesa upp á til valstríðið, so eg hevði hóp­in av hagtølum og øðrum í høvdi­num sum paratvitan, sigur Hanus Samró. Hann var greiður yvir, at skuldi hann inn á Løgting, skuldu tað í stóran mun vera atkvøðurnar uttan fyri Havnina, sum skuldu føra hann síðsta teinin inn um ting­gátt. - Har vóru nógv fólk, sum stóðu saman um meg og hjálptu mær, ikki minst nevndin í HUXA, vin­fólk og handilssambond, sum eg hevði keypt tænastur frá, sigur Hanus Samró. Fingið virðing Tað skulu nógvir faktorar ganga upp í eina hægri eind, skuldi tað eydn­ast. - Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað vóru atkvøðurnar uttan fyri Havnina, sum í síðsta enda bjarg­aðu mær, sigur Hanus Samró. Ungi maðurin hevði longu gjørt vart við seg í eitt nú send­ ingum, har fólk bitu merki í kon­ tro­ver­siell úttalisli, so sum frítt hassj. - Eg ætlaði ongantíð at pro­ vok­era, men úttalilsini vórðu ofta tikin út úr samanhangi, og for­klár­ingin aftan fyri kom tí ikki fram, sigur Hanus Samró. Líkamikið, hann kom á ting, og tað var sum vera man ein nýggj upp­living. - Eg kendi einki til tingarbeiði ann­að enn tað, sum eg havði lisið og hoyrt, men eg var ikki bilsin, tí eg var greiður um, at hetta var álvars arbeiði, sigur Hanus Samró. Hann sigur seg eisini hava fing­ið eina heilt aðra uppfatan av nógv­um av teimum politikarum, hann arbeiðir ímillum. - Mangir av politikarunum, sum í sosialu miðlunum verða hart­aðir fyri ikki at vera ov gløgg­ ir, hava víst seg at hava eitt sera gott politiskt hegni, og eg havi fingið størstu vrðing fyri nógvum teirra, sigur Hanus Samró. Priviligeraður Ein vanligur gerandisdagur hjá Hanusi Samró sær soleiðis út, at hann byrjar dagin við ein­um nevndarfundi í einari løg­tings­ nevnd klokkan 9, síðani er tað ting­arbeiði frá 11, áðrenn farið verð­ur á Fróðskaparsetrið klokk­ an 13. - Har lesi eg stjórnmálafrøði, sum í veruleikanum er politikkur, so eg man vera ein av fáum í øll­ um heiminum, sum lesi tað, sum í gerandisdegnum er mítt starv, sig­ur Hanus Samró. Eftir loknan skúladag gongur leið­in so aftur í Løgtingið klokkan 15 at arbeiða, til tingsetan er liðug. - So eg meti meg priviligeraðan at kunna praktisera tað, sum eg lesi samstundis, sigur Hanus Samró. Eitt, sum rann saman við val­ stríð­num, var liðugtgerð av skald­ søg­u­ni, sum hann hevði sett sær fyri at skriva, áðrenn hann fylti 25. - Av tí at eg helt meg hava ein møgu­leika at koma á ting, mátti eg fáa skaldsøguna frá hondini, tí var eg fyrst komin á ting, fór helst at gerast seinur dagur, áðrenn skald­søgan bleiv liðug, sigur Hanus Samró Skrivaði skaldsøgu Forsøgan til skaldsøguna er long. - Vit fluttu til Hollands í 2003, og ætlanin var, at vit skuldu vera har í tvey ár. Men tað var rættiliga tru­pult, tí eg var ikki so stinnur í ensk­um. Kortini gjørdu vit av, at eg skuldi gera lesnaðin lidnan í Hol­landi, tí talan var um ein sera góð­an skúla, og tað merkti, at vit komu ikki heim aftur fyrr enn í 2007, sigur Hanus Samró. Hann fekk so starv á Eystur­ skúla­num í januar 2008, har hann undir­vísti 4., 5. og 10. flokki. - Serliga í 10. flokki merkti eg, at næmingarnir tímdu ikki at lesa, og við at kanna nærri eftir kom eg fram á, at lesibøkurnar vóru um snøris­fiski­menn og líknandi, har næm­ing­ar­nir als ikki kendu sína sam­tíð aftur. Og tað setti ferð á æt­lan­ir­nar við skaldsøguni, sigur Hanus Samró. Tað var í Hollandi, at hann setti sær sum mál at stovna egið virki, skriva eina skaldsøgu og ger­ast virkin í politikki, áðrenn hann hevði fylt 25 ár. - Og upplivingin í Eystur­skúla­ num førdi so til, at eg gjørdi av at skriva eina ungdóms skaldsøgu, sum so gjørdist til Tey bæði, sigur Hanus Samró. Uppruna útkastið til skaldsøguna varð liðugt í august 2010, og hann lat so handritið til rætt­lestur. Hetta fekk hann aftur í januar 2011, og síðani arbeiddi hann við bókini við millum ann­ að at fáa ein serfrøðing og ein rit­ høvund at gjøgnumganga hand­ ritið, men hesir vóru ósamdir um, hvat var gott og hvat ikki var so gott. Bókin kom kortini út í fjør heyst. Fyrsta ólavsøkan Alt er spennandi og nýtt hjá einum nýggjum tinglimi, og nú Mangir av politikarunum, sum í sosialu miðlunum verða hartaðir fyri ikki at vera ov gløggir, hava víst seg at hava eitt sera gott politiskt hegni, og eg havi fingið størstu virðing fyri nógvum teirra í meldrinum