Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 stendur ólavsøkan fyri durum. - Hetta verður mín fyrsta ólav­ søka og mín fyrsta skrúð­gonga, so eg eri ótrúliga spentur. Eg sleppi at ganga ólavsøkuskrúðgongu 24 ára gamal, og tað haldi eg er tað yngs­ta nakrantíð, uttan at kunna siga tað við vissu. Oldurabbi mín, Tummas á Kjalnesi hevur eisini ging­ið skrúðgongu á ólavsøku, og fyri at gera hendan dagin ser­ lig­an, kunnu langomma og –abbi, Minna og As­bjørn Petersen, halda gull­brúd­leyp hendan dagin, sigur Hanus Samró. - Hetta verður ein stór løta fyri meg, men eisini fyri allan ung­ dóm, tí tað vísir, at um tú arbeiðir hart og málrættað, so ber alt til, sig­u­r Hanus Samró. Hann heldur, at eisini tey nógvu tilkomnu, sum hava víst hon­um álit, hava ein stóran dag. - Eg eri bara toppurin av ís­ fjalli­num, sigur Hanus Samró. Annars hevur hann eina fasta og greiða skrá fyri ólavsøkuna. - Ólavsøkuaftan verður tað kapp­róður, men heldur ikki so nógv annað enn tað. Kanska ein náttura­biti hjá onkrum vinmanni. Og ólavsøkudag er tað so skrúð­ gongan, setan av tinginum, og so skulu vit hátíðarhalda gull­brúd­ leypið hjá langommu og –abba, sigur Hanus Samró. Dagurin endar við nátturða hjá einum vinmanni, hvørs famil­ ja setur føroyska mentan høgt í met­um. - Har savnast nógvir góðir kvøðar­ar, og sjálvur havi eg roynt sum frægast at lært meg okkurt kvæði eisini. Brestiskvæði skal sita áðrenn ólavsøkuna, og har er serliga eitt ørindi, ið mær líkar væl: Satt hann sigur sonur mín Brestir tók til orða eingin skal hjá ungum alvi bragdarahugin forða, sigur Hanus Samró. Stúrdi fyri skrúðgonguni Men tað hevur ikki einans verið við gleði og spenningi, at ungi ting­mað­urin hevur sæð fram móti ólavsøkuni og skrúðgonguni. - Soleiðis, sum eg síggi tað, havi eg tríggjar møguleikar. Eitt er at fara av landinum, og lata næsta mann taka við. Tvey er at ganga í skrúðgonguni og trý er at sita í rulli­stóli, sigur Hanus Samró. Og hetta er ein spurningur, sum hann hevur tikið í størsta ál­vara. - Eg havi tosað nógv við familj­ una um hendan spurning. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg skal ganga skrúðgonguna. Hetta verður tí møguliga bæði mín fyrsta og síðsta ólav­søku­skrúð­ gonga, sigur Hanus Samró. Hann sigur, at hetta er ein av­ gerð, sum er tikin, og sum hann ætl­ar sær at liva við. - Eg gangi, og hendir nakað, so er tað ein avleiðing av teirri av­gerð, eg havi tikið, sigur Hanus Samró. Sum nevnt er alt nýtt hjá ein­ um nývaldum tinglimi, soleiðis eisini hjá Hanus Samró. - Alt er nýtt fyri mær, eisini set­ an av tinginum á ólavsøku, og eg ætli mær at halda fram so lein­gi, sum beinini bera meg, sigur Han­ us Samró. Tá Hanus Samró fer at ganga skrúðgongu á ólavsøku, so verður tað ikki bara hann, ið verður spentur og errin – tað verður ein stórur dagur fyri ungdómin og tey, sum valdu at vísa honum sítt álit Mynd: Heinesen Myndir í meldrinum