Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Nú er stundin komin, har vit av álvara eiga at fara undir at gera flogvøll á Glyvursnesi. Tað heldur Heðin Morten­ sen, borgarstjórin í Havn. Hann heldur, at ólagið á flúgvingi til og úr Vágum sein­astu dagarnar, er enn eitt dømi um, at tað er neyðugt við einum betri flogvølli í Før­oy­um. - Skulu vit hugsa um at men­na samfelagið og skulu vit hugsa um at menna ferða­ vinn­una, ber ikki til at tað er so ofta ólag á flogferðsluni, sum tað er nú, sigur hann. Hann sigur, at tað er longu gjørt eitt stórt fyrireikingar ar­beiði í sambandi við flog­ vøll á Glyvurnesi. Eitt nú eru veðurmátingar gjørd­ar í fleiri ár. - Í 25 ára framtíðarætlanini fyri Tórshavnar Kommunu hava vit eisini lagt upp fyri flog­vølli á Glyvursnesi. - Skuldi nakar ivast, hava vit eisini lagt upp fyri golf­ vølli á Glyvursnesi, tí har er væl pláss fyri báðum, leggur hann afturat. - Vit hava allar dátur fyri mjørka og vind og tað ber væl til at gera ein vøll á Glyvursnesi upp á 2700 metr­ ar, sum er ein heilur kilo­met­ ur longri enn tað nakrantíð ber til at byggja vøllin í Vág­ um út. Sleppa ikki undan Borgarstjórin í Havn heldur, at helst ber til at byrja í smá­ um á Glyvurs­nesi, kanska við einum tyrlu­palli fyrst og síðani kann hald­ast fram við ein­um veru­lig­um flog­vølli. Borgarstjórin í Havn held­ur, at skulu vit fram­tíð­ ar­tryggja hetta samfelagið, slepst ikki undan at gera ein langan flogvøll á Gluyvurs­ nesi, sum kann taka stór flog­før. Hann hugsar í hesum sam­bandi um ferðavinnuna, men hann hugsar eisini um annað vinnulív, serliga út­ flutning av fiski og øðrum. - Góðir, tryggir og álítandi ferða­møguleikarnir eru ein heilt avgjørd fortreyt fyri ein­um framtíðar samfelagi. Og ikki um at tala, skuldu vit funnu olju undir Før­oy­ um, verður ein flog­vøll­ur á Glyvursnesi eitt krav, tí olju­ vinnan kann ikki bíða í daga­ vís eftir floglíkindum. Samstundis er Glyvursnes beint við høvuðstaðin við øll­ um tænastum og við at kalla øll­um hotellunum. Men er tað veruleikakent, at hava tveir flogvallir í Før­ oyum? - Tað er ikki ov nógv, at eitt land hevur tveir flog­vall­ ir. Men annars er tað stutt úr Havnini vestur í Vág­ar, so tað er onki í vegin fyri at flyta arbeiðsmegina á einum flogvølli úr Vágum til Havnar, so tað er onki at stúra fyri, sigur heðin Morten­sen. Nú er vøllurin í Vágum akkur­át útbygdur fyri eina slaka hálva milliard. Er so ikki alt prát um ein annan flog­vøll parkerað hesi næstu 25-30 árini? - Nei, tað er tað ikki, tí vøll­ urin í Vágum kemur aldrin at lúka nútímans krøvini til ein flog­vøll, tí hann er ov stuttur og kann ikki gerast longri. - Vit gjørdu vart við hetta, tá ið talan var um at longja vøll­in í Vágum, men tað lurt­ aði Løgtingið eftir. - Men vit eiga kortini at fara eitt stig víðari og gera ein vøll í Vágum. Vit mugu fáa nýggjan flogvøll á Glyvurnesi FLOGFERÐSLA Nú er greitt, at vit mugu fáa ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, sum lýkur allar treytir, sigur borgarstjórin í Havn Góðir, tryggir og álít­ andi ferða­møgu­leikarnir eru ein heilt avgjørd fortreyt fyri einum framtíðar samfelagi Framtíðartrygging - Skulu vit framtíðartryggja føroyska samfelagið, slepst ikki undan at gera ein ordiligan flogvøll á Glyvursnesi, og tað mugu vit fara undir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn