Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsverk metti fyri tveim­um árum síðani, at ein vøllur á Glyvursnesi upp á 1800 metrar, kost­ar eina milliard, ella tað sama, sum ein Sand­oy­ar­tunnil. Verður hann útbygdur til 2700 metrar, kostar hann 1,7 milliard. Hann heldur, at talan er um eina landsuppgávu. Men tað er als ikki óhugs­andi, at Tórshavnar Kom­m­u­na er sinnað at vera við í eini ætlan um at bygg­ja flogvøll á Glyvurs­ nesi. - Tað er ikki ókent at kommunur eru við í slík­ um ætlanum, tí tað skap­ ar virksemi og inn­tøk­ur til kommununa. - Tað veldst sjálvandi um politiska viljan í bý­ ráð­num, men tað er als ikki óhugsandi, at tað hevði býráðið tikið undir við. Tórshavnar Kommuna hev­ur eina fíggjarætlan upp á góðar 700 milliónir. Kann kommunan ikki bara leggja alt til viks í eini trý ár og raðfesta flog­vøllin á Glyvursnesi fram um alt annað í hes­ um tíðarskeiði? - Tað kundi verið ein møgu­leiki, men tað gera vit ikki, tí tað er liggur nógv á láni í kommununi annars, sum vit eiga at rað­festa. - Men um vit vera við í eini flogvallarætlan, er ein heilt onnur søga, tó at vit ikki vilja átaka okkum alla ábyrgd­ina. Nú eru tað nógv havn­ ar­fólk, sum ikki vilja vita av ein­um flog­vølli á Glyvurs­nesi, tí tað elvir til nógvan larm? - Í dag larma motorar á flog­førum so lítið, at tann tíð­in er farin, tá ið larmur er ein trupulleiki. Annars koma flogførini ikki at flúg­va beint yvir Havnini. Nú sigur tú, at ein flogvøllur á Glyvursnesi upp á 1800 metrar, kost­ar tað sama sum ein Sand­oy­ artunnil. Skal ein nýggjur flog­vøllur raðfestast fram um ein Sandoyartunnil? - Tað veit eg ikki, tí tað er Løgtingið, sum rað­fest­ ir útbyggingarnar. Men spuringurin um ein flog­ vøll á Glyvursnesi, er ein spurn­ingur um, hvat vit vilja á ferðavinnuøkinum, á útflutningsøkinum og á vinnulívsøkinum sum heild. Áki Bertholdsen - Tað eru at kalla eingir tru­ pul­leikar við turbulensi á Glyv­ur­s­nesi. Tað staðfestir ein nýggja kann­ing, sum Landsverk fer at kunngera í næstum. Tað verður meiri og meiri greitt, at besta plássið í Før­ oyum at gera flogvøll, er á Glyvursnesi sunnanfyri Havn­ina. Áður hava kanningar longu staðfest, at hvat vindi og veðri viðvíkur er Glyvurs­ nes best hóskandi staðið í Før­oyum at gera flogvøll. Kanningar hava eisini stað­fest, at onganstaðni í Føroyum ber til at gera so langan vøll, sum á Glyvurs­ nesi, tí har kann vøllur ger­ ast, sum er heilt upp ímóti 3000 metrar langur. Har er eisini møguleiki fyri at gera ein krossvøll. - Og nú vísa nýggjar kann­ ing­ar somuleiðis, at eisini hvat turbulensi viðvíkur, er Glyvurs­nes best hóskandi stað­ið til flogvøll í Føroyum, sig­ur Ewald Kjølbro, stjóri á Lands­verki. Hann leggur afturat, at hetta kemur ikki óvæntað, tí tey hava leingi havt var­ hug­an av, at tru­pul­leik­arnir við turbu­lensi eru mestsum eing­ir á Glyvursnesi, men nú er tað so beinleiðis staðfest í eini kanning. Hendan kanningin er ikki al­manna­kunngjørd enn, men tað verður hon í næstum. Ringast í Vágum Ewald Kjølbro sigur, at Lands­verk hevur havt veður­f­røð­ing­ar og aðrar ser­frøð­ingar, sum eisini eru køn­ir í flogvallum og flog­ vall­ar­viðurskiftum, uppi í kann­ing­unum. Kanningin byggir á vind­ mát­ingar, sum eru gjørdar yvir fleiri ár og út frá teimum eru so teldusimuleringar gjørd­ar, sum vísa tur­bu­len­ sin. - Vit hava kannað turbu­ len­sin á trimum støðum og tað er í Vágum, á Glyvursnesi og í Søltuvík, har talan eisini hevur verið um at gera flogvøll, sigur stjórin á Lands­verki. Niðurstøðan av kann­ ingini, er, at trupulleikarnir við turbulensi eru størstur í Vág-um. - Tað hava vit í veru­leika­ num eisini vitað alla tíðina, men nú er tað so staðfest. Í Søltuvík er beinleiðis vanda­mikil turbulensur á ávísum ættum, tí tá er turbu­ lens­ur­in beint har, flogfarið skal lenda. - Hinvegin eru at kalla ong­ir trupulleikar við turbu­ lensi á Glyvursnesi, tí har er so frítt fyri allastaðni. Best á Glyvursnesi Samanumikið vísa tær kann­ingar, sum eru gørdar, at í øllum Føroyum er tað á Glyvurs­nesi, at tað ber til at fáa tann besta flogvøllin, sig­ ur Ewald Kjølbro. - Á Glyvursnesi ber til at gera ein vøll, har tað ber til at lenda og fara á flog í at kalla púra ongum sýni. Hinvegin setir fjallalendi í Vágum krøv til sýnið sum tar­na flúgvingini í mjørka. Men nú er flogvøllurin í Vág­um bygdur út. Er so ikki alt tos um nýggjan flogvøll park­erað í eini 25 - 30 ár? - Kanska, men hetta er ar­ beið­ið at kanna, hvar tað er fræg­ast at gera ein framtíðar flog­vøll­ur í Føroyum, varð sett út í kortið í 2004 og tað hev­ur hildið fram síðani Nú eru so tær síðstu kann­ ing­arnar eftir og tað er at gera eina búskaparliga kann­ ing, sum skal vísa, hvussu ein flogvøllur gagnar ferðafólki, vinnu­lívið og samfelagnum sum heild. Ta kanningina fer Lands­ verk undir nú. Nú vísa nýggjar kanningar somuleiðis, at eisini hvat turbulensi viðvíkur, er Glyvursnes best hóskandi Spurningurin um ein flogvøll á Glyvursnesi, er ein spurningur um, hvat vit vilja 1,7 milliard Eingin turbu­lensur á Glyvurs­nesi FLOGFERÐSLA Ein kanning, sum verður almannakunngjørd í næstum um flogvøll í Føroyum, staðfestir, at tað er ongin turbulensur á Glyvursnesi og at tað er ringast í Vágum Best í Suðurstreymoy Tær kanningar, sum eru gjørdar, vísa, at Glyvursnes er besta pláss í landinum at gera flogvøll og nú staðfesta nýggjar kanningar um turbulens tað sama