mikudagur 25. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Elskaða mamma, ringt er at
skilja at tú ikki ert ímillum
okkum meira.
Tað hevði eg ikki væntað
leygarmorgun, tá Eli ringdi
og segði, at tú ikki hevði
tað so gott, og at tú skuldi á
hospitalið.
Eg hevði jú akkurát tosað
við teg í telefon um kvøldið,
har tú segði, at tú og Eli
høvdu sitið og tosað um,
at nú skuldi tit fáa tykkum
eina flagveltu til næsta ár,
um Gud vildi og tit hevði lív
og heilsu, men so bleiv ikki.
Tit vóru so glað fyri at Jan
altíð var os raskur at hjálpa
tykkum at seta epli niður.
Vit skundaðu okkum til
Havnar, og glað eru vit fyri
tað.
Tú tók ímóti okkum við
opnum ørmum. Hóast tú
hevði pínu, sá tú ikki sjúk
út, so vit vónaðu at tað bara
var influensa og at tú fór at
koma fyri teg aftur.
Vit máttu suður sunnu
kvøldið. Genturnar høvdu
ringt at siga bei við ommu.
Vit klemmaðu og mussaðu
teg og søgdu, at vit elskaðu
teg, sum vit altíð gjørdu.
Lea-Rebekka,
Marta-
Maria og Ninna grótu, men
tú turkaði tárini og segði at
tær ikki skuldu gráta, tí at
Hann har uppi ( jesus ) Hann
hjálpti tær, og var hjá tær.
Ja, mamma góða, hann
hevði tú sett alt títt álit á.
Á veg suður við Smyril,
ringdi tú fyri at fortelja at
boð frá læknanum var komið,
tú skuldi opererast mána
morgun, tað hevði tú tað ikki
gott við.
Mánamorgunin kom, eg
ringdi til tín, tú ljóðaði veik á
málinum, tú segði at tú hevði
droymd so keðiligt, og tú
valdi ikki at blíva opererað,
men seinni fingu læknarnir
og yvirtalað teg, og tú bliv
gjørd klár til skurviðgerð.
Tímarnir gingu og dagurin
virkaði sum eitt heilt ár.
Kl 16.30 ringdi Eli og segði,
at tað vóru ikki góð boð.
Læknarnir tordi ikki ope
rera teg, men valdu heldur at
senda boð til tíni børn, fyri at
vit kundu koma at síggja teg
og siga tær bei.
Ja tað var hart, serliga var
tað tungt at fortelja gent
unum og Dáva, at vit skuldi
til Havnar at siga ommu
bei, ongin Smyril sigldi tann
mánadag vegna bunkring, so
tímarnir fóru við snigilsferð,
til týsmorgunin kom.
Eli, Eyðbjørg, Jan og Heidi
vóru hjá tær alla náttina, tú
var so friðfull og uttan pínu,
men tú bara svav.
Bjarti kom út til tín áðr
enn hann fór til arbeiðis,
hann mussaði teg og segði at
vit vóru á veg norður.
Kl 7.15 ringdi so Jan og
segði at nú er mamman farin,.
Tað var tungt at fáa tey boð,
men tú orkaði ikki at kempa.
Eg havi mangan hugsað um
tann dag, tá íð tú skuldi fara
her frá. Pápin fór í 1999 so eg
visti hvat tað var at missa,
men nei, eg tók feil. Tá pápin
fór hevði eg jú teg og nú tú
er farin, havi eg ongan, tað
er so tómt. Eg tosaði jú við
teg hvønn dag og viðhvørt
tvær ferðir, so tað er eitt
stórt tómrúm, men nógv góð
minnir.
Eg eri so takksom fyri at
vit fóru norður tann leygar
dag at vera saman við tær,
og eg eri so takksom fyri tey
deiligu ár, ið tú fekk saman
við Eli. Tit vóru so góð og tað
var altíð so deiligt at koma
til Norðragøtu at vitja, og
deiligt at fáa tykkum suður
til okkara. Ja, betri mann
kundi tú ikki fingið.
Mamma, eg eri eisini takk
som fyri at eg slap at eiga
teg í gott 37 ár, at tú slapp at
uppliva míni børn og mína
familju.
Saknurin er stórur, nú
omma
og
svigarmamma
er farin. Genturnar sakna
ommu. Man sigur mangan,
at tíðin lekir øll sár, men eg
eri ikki samd í tí, man lærir at
liva við teimum sárum, sum
koma, tá ið man missur, tí tað
er svárt.
Tú segði mangan »Hevði
eg veingir so fley eg av stað«.
Nú ert tú heima í himli hjá
tínum kæru og hjá pápa,
og um eitt bil so koma vit
aftaná.
Mamma, eg vit takka tær
fyri alt tú hevur verið fyri
okkum. Í hjartanum eru tú
og pápin goymd og aldrin
gloymd.
Hvíli í friði, míni elskaðu
foreldur.
Dóttir tykkara
Cjouanita
Nøvn
Minningarorð um mína elskaðu mammu
Ragnhild Hentze
f. 10.10.34 d. 05.06.12
Meg Frelsarin tók í sín favn barni mítt,
og leiddi meg fram mína leið.
Nú út tú skalt fara eg veit tað so væl.
Hann leiðir, Hann svíkir teg ei.
Kom boygg vára knø fyri Honum mítt barn.
Hann kennir so væl skilnar tár.
Og um tað nú her verður seinastu ferð,
vit møtast um ikki mong ár.
Væl kundi eg gleði tær ynskt barni mít,
og givið tær gávur av gull,
men tak hesa bíbliu øll somul hon er,
av náði og kærleika full.
Um frelsuna bar hon mær boð barni mítt,
um Hann sum gav gleði og fullkomna frið.
Um Hann sum tók dómin og straffina bar.
Hann fylgist við okkara lið.
Hygg inn í mítt andlit tað elt mítt barn.
Nú følnaði blóman skjótt í.
Mangt vakraði andlit tú nokk síggja fær,
men ongin sum elskar teg meir.
Skjótt gras á grøv mín veksur mítt barn,
mín armur ei meir stiðjar tín,
men ei Harrans høvur kann vikast eitt stig.
Hann førir øll trygt heim til sín.
Fríbjøg Jensen
Minningarorð um
Olvheðin Jacobsen
So fór mín góði vinur Olv
heðin í Harrans hendur.
Nú fekk hann frið frá síni
sjúku, sum tyngdi hann í
nógv ár.
Olvheðin var heilt ung
ur, tá hann gav sítt lív til
Jesus.
Eg og Olvheðin arbeiddu
4 ár saman á Strandferðsl
uni. Olvheðin var eisini á 66
liðnum.
Tíverri tá kreppan kom
í 90-unum fluttu tey niður
til DK.
Hvíl í Harrans friði mín
góði vinur. Vit síggjast.
Má Harrin hjálpa tykk
um, sum hava mist. Sorgin
er stór.
John Sigurd
TØKK
www.sosialurin.fo