mikudagur 25. juli 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú brøðurnir Arthur og
Jørleif so brádliga vórðu
tiknir frá okkum, rann fram
fyri meg, hvat ið teir sum
smádreingir upplivdu, tá ið
mamma okkara í besta aldri,
varð tikin frá okkum.
Fyri góðum 67 árum síðani
andaðist mamma okkara
bert 34 ára gomul. Eftir sat
pápi okkara, Jógvan á Støðini,
somuleiðis 34 ára gamal, við
trimum
móðurloysingum
0 ár, 4 ár og 10 ár. Mamma
doyði í barsilssong við mær
á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Mong eru tey, serliga eldri
konur, ið hava sagt mær
frá, hvussu ræðulig henda
hending rakti, ikki bara tey
avvarðandi, men alt bygdar
fólkið.
Samfelagið var øðrvísi
skipað tá, enn í dag. Pápin
var tann, ið vann til lívsins
uppihald, meðan mamman
tók sær av at uppala børnini
og øllum tí, sum hevði við
heimið at gera.
Tað hevur verið ein tung
uppgáva at funnið útav, hvør
skuldi taka sær av hesum
trimum móðurloysingum.
Loysnin varð funnin, og
hon var góð.
Jørleif, ið var elstur av
okkum
trimum,
kom
at
búgva hjá Jógvani Andreasi
mammubeiggja
og
konu
hansara Kittuni, ið búðu inni
hjá Jóan Paula abbanum og
Petru ommuni.
Miðlingabeiggin Arthur
kom at búgva hjá pápanum
Jógvan á Støðini og ommuni
Annu og fastrini Jenny, ið
búðu í húsunum á Støðini.
Eg, sum ikki visti av nøkr
um, kom at búgva hjá pápa
beiggjanum Hans Davidi og
konu hansara Kristionnu.
Allir komu vit beiggjarnir
at hava tað gott. Vit fingu
nóg mikið av kærleika og
umsorgan.
Meg minnist, at fostur
mamma
mín
Kristianna,
ið var ein fyrimyndarlig
mamma, ynskti, at eg hevði
góð og náttúrlig viðurskiftir
við mínar upprunaligu brøð
ur, eins og eg hevði við míni
fostursystkin. Og tað eydn
aðist væl, vit hava altíð havt
góð viðurskiftir og følt okk
um knýttar, hvør at øðrum.
Um 60 ára aldur, varð stað
fest, at Jørleif varð raktur av
parkinsonsjúkuni.
Sjúkan versnaði, sum tíðin
leið, og hóast Jørleif hevði
gott mót, so viknaði Jørleif,
sum árini liðu. Kona Jørleif,
Sonja, tók sær væl av honum,
stuðlaði honum í allar mátar.
Men sum tíðin leið og sjúkan
versnaði, fór Jørleif fyrst á
Vesturstovuna í Fuglafirði,
seinni fór hann á Røktar – og
ellisheimið í Runavík.
Starvsfólkini á nevndu
stovnum eiga stóra tøkk fyri
ta stóru hjálp og umsorgan
tey góvu Jørleifi.
Hóast vit vistu, hvønn veg
tað bar, so varð tað tungt
at taka ímóti boðunum um
at Jørleif varð farin hiðani.
Hann andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, eins og mamman.
Jørleif var lættur av lyndi,
skemtingarsamur og lættur
at vera saman við. Hann var
familjukærur og barngóður.
Góðar summardagar, dámdi
honum at fara niðan fjøllini
og njóta føroysku náttúruni,
tá ið hon vísti seg frá síni
bestu síðu.
Aloftast hevði hann døt
urnar Siggu Mariu og Mal
una við sær. Tær báðar hava
mong góð minnir frá slíkum
túrum.
Jørleif var musikkalskur,
spældi upp á fleiri ljóðføri,
dámdi væl at syngja. Sang
í sangkórinum og spældi í
hornorkestrinum í Fuglafirði
í mong ár.
Hann hevði ógvuliga stór
an áhuga fyri søgu. Visti ein
hóp um Fuglafjarðar søgu,
og mong vóru tey, ið vendu
sær til Jørleif fyri at verða
kunnað.
Sum yngri var Jørleif til
skips. Hann tók skiparaprógv
í Klaksvík og sigldi sum stýri
maður við ymsum skipum.
Seinastu
árini
Jørleif
var arbeiðsførur, var hann
havnafúti i Fuglafirði.
5. juli, nakrar fáar dagar
eftir at Jørleif varð farin,
fingu vit deyðsboðini av
Arthuri, ið var bert 71 ára
gamal.
Boðini komu dátt við, tað
kundi ikki bera til, tí Arthur
hevði følt seg frískan og ferð
ugan.
Fyri eini tíð síðani, hevði
hann stríðst við krabbamein,
men hevði vunnið á sjúkuni,
og hevði tað nú gott í allar
mátar.
Men vit mugu bert ásanna,
at deyðin hyggur ikki at tonn
unum og spyr ongan eftir, tá
ið hann tekur avgerðir. Vit
standa spyrjandi, men vit fáa
einki svar.
Arthur var lættur av lyndi,
skemtingarsamur, barngóður
og setti sína familju í hásæti.
Hann var lítillátin, gjørdi lítið
burtur úr sær.
Sum heilt ungur fór eisini
Arthur til skips. og var í
mong ár á sjónum. Seinni
fór hann í land, og arbeiddi á
flakavirkinunum í Fuglafirði
og á Havsbrún.
Hann var arbeiðssamur,
hevði ilt við at binda frið,
eisini nú hann varð komin í
pensiónsaldurin. Hann var
álítandi og væl lýddur av
teimum, hann samstarvaðist
við.
Seinastu tíðina hevði hann
tikið sær av ruskstøðini úti
á Klovningi, eitt arbeiði, ið
hann røkti til lítar.
Missurin hjá hansara
dygga stuðli, konuni Ma
lenu, børnunum Vanju, Ann,
Unn og Jan við makum og
abbabørnum er og verður
stórur – tit, ið øll stuðlaðu
honum so væl, tá ið hann
stríddist við krabbameins
sjúkuna, og sum hann megn
aði at basa og so aftur nú,
hann lá á deyðastrá.
Jørleif og Arthur eru
farnir í Harrans hendur, teir
verða ikki ímillum okkum
meira.
Saknurin
verður
stórur, men minnini eiga vit
og hitan frá hondunum, ið
sleptu, fara tit, ið stóðu hon
um allarnæst, at merkja.
Sum yngsti beiggin, fekk
eg tann heiður at siga nøkur
orð um beiggjar mínar í
kirkjuni. Eg nýtti m.a. orðini
hjá danska hugspekinginum
Søren Kirkegaard, ið eg haldi
hóska so væl til Jørleif og
Arthur, ið eg loyvi mær at
endurtaka í hesum minning
arorðum:
Tann dagin tú komst í
verðini, grætst tú, meðan tíni
næstu vórðu glað.
Liva nú soleiðis, at tann
dagin tú fert hiðani, tá gráta
tíni næstu, meðan tú sjálvur
ert glaður.
Við hesum fátæksligu orð
um verður friður lýstur yvir
minnini um beiggjar mínar
Jørleif og Arthur.
Signar á Brúnni
Beiggjarnir
Jørleif og Arthur
farnir
TØKK
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaða kona og mamma,
Malan Ólavsdóttir Olsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsarnir. Tøkk
til tykkum, sum hjálptu til í sambandi við
jarðarferðina og ervið. Fyri peningagávur til
trúboðara stuðulsfelagsskapin Akurin, og til
tykkum øll, sum fylgdu Maluni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Maður og børn
Henning, Osmund, Maria, Hávarður og Óttar