Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Vit verða noydd at gera nakað Levi Mørk býráðslimur Fyri Javnaðarflokkin hjá Tórshavnar kommunu Javnaðarflokkurin má gerast meira sjónligur. Vit mugu hvønn dag minna okk­ara medmenniskju um okk­ara politikk, sum virðir menn­ iskju og tey sosialu virðini, sum vit eina øld hava barst fyri. Vit hava framvegis onki fátækramark, vit hava ong­ an íbúðarpolitikk fyri tey veiku, og vit hava ongan politikk, ið tekur hædd fyri kostanaðarstøðinum, sum er eitt av heimsins hægstu. Vit viðurkenna sjáldan, at vit hava veikar bólkar í sam­ felagnum, og samgongan sýnir í verki, at teir halda, at har er ongin trupuleiki. Hug­ takið hjá teimum er ivaleyst “som man reder så ligger man” . Men soleiðis er veru­leikin, og soleiðis eigur veru­leikin ikki at verða. Javnaðar­flokk­ ur­in hevur verið fremsti flokk­urin í uppbyggingini av væl­ferðarsamfelagnum, og saman við sambands­flokk­ inum, tikið nógv tøk fyri at allir borgarar skullu hava sømu­ligt lív frá byrjan til enda. Nú sambandsflokkurin hevur slept øllum sínum sosialu virðum, og stend­ ur fult saman við fólka­ flokk­inum í karrráðu nið­ ur­lag­ing­ini av tí før­oyska samfelagnum, krev­ur hetta enn meira av javn­aðar­ flokkinum, og tí er neyðugt at vit koma við hugskotum og ætlanum øllum til frama. Vit gera tað í heilum, men viðhvørt er ongantíð nokk. Vit hava í dag ongan íbúðar­politikk, sum tekur atlit til tey veiku í samfelagnum. Støk, støk við børnum, pør og pør við børnum, les­andi og pensjónistar sum eru prísgivin til útboðs­mark­ nað­in fyri at hava tak yvir høvdið, hava, snøgt sagt ong­ an verðins kjans at fáa egi búgv. Nógv fólk í dag byggja, ella keypa hús fyri 3-4 milliónir við tí fyri eygað at leiga út, tí tey vita, at tað trýtir, og tey kunna næstan áseta prísin sjálvi. Hesi veikari fólkini við húsaleigu frá 5.500 kr og upp­eftir, fyri íbúðir sum ofta eru so vánaligar, at tað er óhugnaligt, koma aldrin til at fáa eina uppsparing, tí tey klára ikki so mikið sum at liva eitt vanligt virðuligt lív, sum, hóast alt, nógvir før­ oyingar gera. Hví kann samfelagið so ikki byrja at hugsa um at byggja íbúðir, sum teir veiku bólkarnir í samfelagnum fáa fyrsta rætt til. Tað er ikki neyðugt at tað skal verða ein profitt fyritøka, men hvíla í sær sjálvum, og leigan har eftir, tá rakstarkostanaðurin verður so lágur sum gjørligt. Ein húsaleiga frá 3500-5000 kr, eftir stødd, eigur at bera til. Tað átti ikki at verði nakar trupuleiki at fíggja hesari bygging, tí samfelagið skal hava nógv meira burturúr okk­ara tilfeingi, sum nú verður givið til fólk, ið eiga ríki­ligt frammanundan.. Tað ger tað mann aðrastaðni, so hví ikki her? At vit hava, tætt við, hægsta kostnaðarstøði í heim­inum er ongin loyna. Tað kemur av avgjøldum, flutn­ingi og grammum kramba­kallum, ið ikki leggja fing­arnar ímillum tá vinn­ ingu­r skal setast á, príseftirlit ella ikki. Ein familja við fýra fólkum, har annað er vanligt arbeiðsfólk, og hitt er til ar­ beiðis, tá nakað er, ella er í ALS, hava sera lítið at keypa fyri, tá skattur, avgjøld, húsa­ leiga og hiti er goldin. Tað er ikki ein marglátis­ familja sum ferð til handils, og tað er neyvan ráð at keypa mjólk til allar vikudagarnar. Hví kunna myndugleikarnir ikki hugsa eitt lítið sindur um hesa støðuna. Tann gamla “fólkafloks­ parolan”, nú saman við sam­ bandinum,- at alt sum ikki kann standa má falla-, er altso ikki væl hóskandi í 2012. Ein háttur at gera nakað, frá almennari síðu, er at skilja ímillum vørubólkarnar tá ásett verður MVG. Frukt, mjólk, breyð, og o.a. lívsneyðugt átti at goldið 13-15% MVG. Okkurt annað kundi fingið álagt 18%, og sukur, feitt, slikk, sprutt og parfuma, 25% og uppeftir. Teir veikaru bólkarnir keypa hetta næstan ongantíð, tí tey hava ikki ráð og øll tey við flatskatti spyrja ikki eftir prísi longur. Um mann frá almennari sigur, at hetta ikki kann lata seg gera, reint tekniskt, so halda tey lítið av starvsfólkinum á TAKS. Hetta er so nakrir tankar eg meti, at vit eiga at seta í hásæti, tí vit kunna ikki stillsliga verða vitni til, at sam­gongan oyðileggur okk­ ara samfelag. Koltur – Eitt livandi inni- og útisavn Sjúrður í Koltri Wellington vann ikki einsa­ mallur slagið við Waterloo og heldur ikki stóð Nólsoyar Páll einsamallur á Fløtuni Fríðu og bygdi skip – nei, teir høvdu sínar hjálparar. At brúka politiska tíð og orku uppá, at skipa Koltur til eitt lívs- ella virðisskapandi inni- og útisavn er ikki neyð­ ugt - oyggin er longu tað. Savnið hevur verið har í meir enn 1000 ár. Ein gamal sandingur for­ taldi mær, at fyrstu ferð hann sum 14 ára gamal var úti í verð­ini, var tá hann var vest­ uri í Koltri sum hoy­fólk. Hetta sigur nógv um - at vit hava eitt gott land at búgva í og kunnu sakt­ans hava alla verð­ina í Før­oyum - ikki bara í Koltri. 1992, fyrstu upp­ afturlaðingarnar Í 1992 var farið at byggja upp­aftur í Koltri tað, sum for­fedranir høvdu bygt, sum hevði verið grundarlagið fyri at kunna virka og liva á oynni. Í 1992 var av álvara sett­ur skjøtil á lað­ing­ina, aftaná harða og ringa vet­ ur­in 1988/89. Pápi mín, Jóan Jacob Joensen í Koltri, húsa­vík­ing­urin grót- og lað­ ingar­smiðurin Jens Pauli Dam og eg gjørdu fyrstu lað­ingarnar, ímeðan skop­ uningurin, Mortan Winther Poulsen, var tann nærlagdi timbursmiðurin. Tað komu eisini aðrir góðir smiðir upp í arbeiðið, m.a. Hergeir Jacobsen í Nólsoy og Dánjal Petur Müller í Kvívík. Tað lá ikki fremst í huganum at gera oynna til nakað serstakt - Koltur var serstøk, sum so nógv onnur støð í Føroyum. Eftirlíkning Heimildarfólkini t.v.s. fólk­ið, sum er uppvaksið á stað­ num, kunnu ikki eftur­líkn­ ast. Nógv hava slitið sínar barna­skógvar og onnur sínar vaksnamannaskógvar í Koltri. Uppaftur onnur, sum vit ikki mugu gloyma, hava haft tilknýti til Koltur bæði summar og vetur. Tey liva enn tann dag í dag í besta velgående. Tey kenna væl orginalu koltursfólkini, bæði tey sum farin eru og okkum onnur, sum ikki eru farin. Skeytið Skilligt var í 1993, at tann inntøkan, sum kom frá landbúnaði í Koltri og til deils úr sjónum, ikki var nóg stór til at nakar kundi liva av henni soleiðis, sum samfelagið er í dag. Hettar tíðarskeiðið, sum hevði uppihildið einum samfelagi og breyðføtt nógv ættarlið, var ein farin tíð. Tað átti ikki at verið so ringt at tikið næsta stigið: at avtikið búðstaðarskylduna á kongsfestinum í Koltri. Romantikkurin livdi í besta vælstandi - "Sum tað var deiligt í Koltri" - tað í sær sjálvum er jú fantastiskt, onki ringt um tað, nógv ber til, við og í romantikki, men hann aleinaður betalur ikki rokningarnar og soleiðis var eisini í Koltri. Danska orðatakið sigur - skal man nyde må man yde - Koltur var tíðanverri blivin ov lítil til ein nú- og framtíðar landbúnað. Í 1993 varð Kolturskjeytið, sum var meiri enn 1000 ára gamalt, tileinkisgjørt. Tað vil siga, at heimildarfólkini vóru strikað, misti øll síni rættindi í Koltri ímóti sínum vilja. A.P.Møller Grunnurin Arbeiðið at laða uppaftur, sum byrjaði í 1992, fór at halda á fram. Uppskotið um røkt av kongsfestinum uttan bústaðarskyldu, vann ikki frama hjá Jarðarráðnum, men arbeiðið við at restaurera helt tó fram í nøkur ár. Byrjað varð aftur av nýggj­ um, við nýggjum smiðum og við grótlaðaranum og pionerinum úr Húsavík Jens Paula Dam, og nú við peningi úr A.P. Møllers Grunninum. Peningurin úr A.P.Møllers Grunninum, vóru kærkomnir. Stuðulin hevur hildið lív í oynni hesi seinasti árini. Nú er so liðugt við teimum penginum. Napoleon Bonaparte Øll hava vit lisið ella hoyrt í skúlanum um tann franska herleiðaran Napoleon Bona­ parte. Jógvan Arge las herfyri upp í útvarpinum um , tá ið Napoleon fór inn í Moskva og yvirtók Kreml og harvið hevði hann tikið valdið á Rusland. Napoleon regeraði í Kreml í teirri trúgv at hann kundi stýra Rusland. Hann ivaðist heldur ikki í at Aleksander Sarur fór at koma at banka uppá dyrnar – sami sarur sum Napoleon og hansara fólk hevði blakað út úr Kreml. Sarurin kom tó ongantíð. Arbeiðið hjá ráðgevanum og umboðnum hjá Kolturs­ grunninum er liðugt, Mærsk hevur skoðað arbeiðið. Hvat er so eftir? Ja, tað er ikki at gera sum Napoleon Bona­ parte - at bíða eftur sarin­ um.