mikudagur 25. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í Sosialinum fríggjadagin
13 juli stendur grein í
blaðnum, sum fyri mær
er tað ljótasta eg havi
sæð á prent.
At mann kann lesa
í halgubók og tveita
um seg einstøk vers, og
niðurgera ávís menn
iskju sum tú gert í
hesi grein, er undir alt
mark. Onga staðir lesi
eg um míni rættindi at
døma onnur menniskju
– tvørturímóti. Og eg
spyrji tí hendan ein
falda
spurning:
hvør
torir at leggja hondina á
bíbliuna og siga at eg livi
100% eftir henni?
Hvør er tað sum hev
ur skapt okkum? Lesa
vit ikki at, at øll eru
skapt í Guds mynd?
Eingin av okkum hev-
ur nakran leiklut í hvørji
vit eru. Eingin er eins, tað
vísa DNA royndir. Og við
okkara ymisleika, mugu
tí øll hava rætt til at liva,
so leingi sum vit taka
ábyrgd og avleiðingar
av okkara tilveru.
At tey samkyndu seta
stevnu og at Tórshavnar
Býráð letur 50.000,- kr til
tiltakið, vísir bara at tey
hava virðing fyri øllum
borgarum, og tað eiga
tey tøkk fyri. Og við tað
at býráðið ger hettar,
setur tú spurningin: “Er
okkara land nú komið so
langt út i gudloysi”
Hetta er, eftir mínari
sannføring, grovt brot
ímóti tí samtykt sum
tey samkyndu vunnu
sær við, tá paragraff
266 b, gav teimum somu
rættindi sum tú og eg
hava.
Viðmerking
til grein
hjá Oddvør
Maritu
Jacobsen
Sólborg Dulavík
Serfrøðin ella teir á fremsta
bonki í tinghúsinum?
Hans Pauli Strøm
javnaðarmaður
Tá ið fólkafloksførarin – Før
oya veruligi løgmaður - nú fer
undir nýggja tingárið, hevur
hann óvæntað fingið eitt nýtt
stikkorð til einarøðurnar á
løgtingi og í miðlunum: tað
eru sjálvklókir serfrøðingar
og
pásetlig
embætisfólk,
ið hava hug at muta ímóti
teim skilaleysu ætlanum,
sum ráðandi politiska vald
ið býður, sum bara eru úti
uppá at forpesta okkum ger
andisdagin og enntá hótta
góða gamla føroyska fólka
ræðið:
Tað eru ikki maktsjúkir
politikarar, kraddarar, speku
lantar og skattasnýtarar, ið
dusa sær við fólksins ognum
- púra misskilt av berari
øvundsjúku. Nei, tað eru
hesir ólukku serfrøðingarnir,
ið hava tikið ræðið á teim
stakkals politikkarunum -
fakfólk og serkøn í týðandi
samfelagsviðurskiftum. Tað
hann ikki fær seg at siga
sjálvur, leggur hann í munn
in á tí svágurtyngda pappa
geykinum.
Men, vóru tað serfrøðingar
og embætisfólk, ið koyrdu
føroyska vinnulívið á heysin
í hálvtrýssunum, so landið
mátti
byggjast
uppaftur
við donskum kredittum og
stuðulsskipanum?
Tað vóru kanska serfrøð
ingar og embætisfólk, ið
koyrdu føroysku sjóvinnuna,
fiskavinnuna, byggivinnuna
og handilsvinnuna á heysin
síðst í fýrsunum? Tað vóru
kanska
serfrøðingar,
ið
koyrdu føroyska fíggjarheim
in um koll fyrst í 90-unum, so
landið fór á heysin? Ella var
tað ikki heldur so, at einastu
ávaringarrópini komu bara
frá teimum? Men sum polit-
iska valdið kveistraði til
viks?
Vóru tað tey serkønu fak-
fólkini í byggimálum, ið settu
standardin fyri føroyskari
byggivinnu, so tekirnar fóru í
luftina og hús vórðu tikin av
grundini, tá ódnirnar leikaðu
á síðst í fýrsunum og fyrst í
hálvfemsunum?
Ella eru tað serfrøðing
arnar í Nóatúni, ið hava
oytt ríkidømi á okkara egnu
grunnum á ein slíkan hátt,
at milliardir eru farnar fyri
skeyti? Ella eru tað embætis-
fólkini, ið hava vanskeplað
okkara
høvuðsvinnu
til
spekulatiónsryttarí hjá einum
fiskivinnukapitalistiskum
úrvalsliði?
Tað vóru kanska serfrøð
ingar og embætisfólk, ið fyri
fáum árum síðani oyddu
fólksins
sparipengar
og
koyrdu Eik Banka á heysin í
grammleikans ørvitisskapi?
Tað er ongin loyna, at
tað er hemmiligi dreymurin
hjá tí ráðandi flokkinum,
at sloppið av við irriterandi
serfrøðingar, ið altíð skulu
halda seg vita betur enn
politisku
makthavararnar,
so sum Landsbanki, Lands
grannskoðari, Løgting-sins
umboðsmaður, Umhvørvis
stova, Havstova, Hagstova,
Heilsufrøðiliga Starvsstova,
Brúkaraumboð, Kappingar
ráð osv – allar hesir stovnar
nar, sum fólksins vegna skulu
føra sannleikans talu, forða
politiskari og fíggjarligari
korruptión
og
valdsmis
nýtslu, og verja rættartrygd
og fólkaræði.
Kenst eitt sindur und
arligt, at nú koma heilt onn
ur sum kettur úr høvdatrogi
og leggja aftrat: heilsuser
frøðingar, námsfrøðingar, løg
frøðingar, kostfrøðingar osv.
Fólkaheilsuráðið minnir um
DDR, gamla kommunistiska
Eysturtýskland, sigur ein.
Hóast fólkaheilsa er eitt av
fínastu hugtøkunum í sosial
demokratiskum heilsupoli
tikki, sum við fólkaheilsu
gransking
og
skipaðum
fólkaheilsustovnum hevur
breitt seg úr norðanlondum
út um heimin, og í nógv ár
hevur verið høvuðsskjaldra
merkið og høvuðsraðfest
ingin hjá heimsheilsustovn
inum WHO.
Væl veit eg, at tað undir
ongum umstøðum er mein
ingin hjá t.d. Tummasi og
Jákupi at spæla upp til høgra
populistiska hetsin móti krit
iskum serfrøðingum, sum
jú bara hevur til endamáls
at geva fólkaforførarum og
svindlarum frítt spæl. Ivist
heldur ikki í, at teirra motiv
er at verja og styrkja borg
arans sivila sjálvræði og
politiska fólkaræði. Soleiðis
lesi og skilji eg eisini teirra
ávarandi boðskap í góðu blað
greinunum. Men tað er at fara
yvir gevind av einum heldur
bondskum og arrogantum
tóna hjá Fólkaheilsuráðnum,
at leggja “serfrøðina” undir
at forkoma fólkaræðinum í
Føroyum. Har er skilabetri
at ansa sær fyri nøkrum av
teimum fýrunum, ið sita á
fremsta bonki í løgtinginum.
Proportiónirnar mugu vera
uppá pláss.
Føroyar sum pushari
Hergeir Staksberg
Roykiforboð er helst einasta
forboð, sum eg kann taka
undir við, men tað er ikki
roykjarin, sum er syndarin
her, hóast tað er hann, sum
situr eftir við svarta Per.
Nulsen bulsen tú, tað
eru myndugleikarnir, sum
hava leiklutin sum lógligir
pusharir av einum rúsevni,
sum teir vita er vandamikið
og at fólk verða bundin av.
Endamálið
hjá
einum
pushara er at syrgja fyri, at
vit verða bundin, so teirra
inntøka verður stabil. Tá vit
so endiliga verða bundin, so
velja mynduleikarnir at vísa
okkum, hvussu góðir teir
eru við okkum. Yup, lógligu
pushararnir eru ólukksáliga
fittir og vilja meir enn fegnir
hjápa við at tálma okkara
rúsevnisnýtslu. Men á hvønn
hátt?
Ja, tað er bara ein máti at
vísa samkenslu fyri sínum
medmenniskjum, tá talan
er um ein lógligan pushara.
Fyrsta stigið er at fáa fólk
at gerast bundin, tá vit so
einaferð verða bundin, so er
næsta stigið at skrúva prísin
upp, tí ert tú fyrst bundin, so
fer rúsevnið altíð at fáa hægri
prioritet enn bankabókin.
Tað er líkamikið, hvussu
høgur prísurin er, tí er mann
bundin, so skulu pengarnir
nokk koma á ein ella annan
hátt.
Ja,
hvat
er
tað
ikki
pragtfult, at verða vitni til,
at landið skorar kassan upp
á neyðina hjá sínum egna
fólki, samstundis sum somu
fólk bera seg fram sum tann
reina samvitskan, sum bara
vil okkum tað besta.