Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. desember í fjør var grønlendska vápnalógin herd, so at tað ikki longur varð loyvt at gera privatar kjarnorkubumbur, kemisk ella eiturevnavápn. Hetta var gloymt, tá ið vápnalógin var broytt í 1992. Halgidagslógin, sum eitt nú bannar dansitiltøkum, konsertum og samkomum heiligdagar, er frá 1923. Seinasta broytingin í lógini varð gjørd í 1930. Brot á føroysku halgidagslógina, sum er frá 1923, verður revsað við bót frá 10 krónum. Rógvi Nybo Føroyar er eitt frælst land, og hvørjum stendur frítt at fylgja sínum dreymum og gera sum teimum lystir. Og tó. Á hvørjum ári verða nýggj forboð sett í verk, sum skulu forða okkum vanligu borg­ar­ um at gera hetta og hatta. Vanliga argumentið er, at hetta verður gjørt fyri okkara egnu trygd, okkara egnu heilsu og okkara eg­ nu framtíð. Á henda hátt lóg­geva teir fólkavaldu, hvussu vit einstøku eiga at liva okkara lív á besta hátt. Hetta er áleið sum at reka seyð í rætt. Kynstrið er at fáa seyðin at trúgva, at hann gong­ur hagar av egnum frí­ um vilja. Fleiri av hesum forboðum hava skapt øsing og elvt til mikið kjak. Nøkur teirra verða við tíðini góðtikin, og tað kemur eisini fyri, at fólk ikki vildu verið forboðini fyri uttan, tá ein tíð er liðin. Eitt gott dømi um hetta er »Roykilógin frá 2008«. Onnur forboð elva hvørt ár til kjak og øsing, eitt nú »Halgi­ dags­lógin« frá 1923. Nøkur upp­skot til forboð verða tó ongan­tíð til nakað, meðan onn­ur uppskot bert verða skúgv­að til viks fyri fyrst. Rúsdrekka Tá forboð skulu setast ella tak­ast aftur, eru er rúsdrekka eitt av evnunum, ið javnan er uppi og vendur. Tann 8. november í 1992 lat Rúsdrekkasøla Landsins á fyrsta sinni dyrnar upp, og har­við høvdu Føroyar fingið einkar­sølu av rúsdrekka. Áðrenn hetta kundi einhvør per­són­ur yvir 18 ár, sum ikki skyld­aði í skatti, bíleggja sær eina avmarkaða nøgd av rús­ drekka úr Danmark. Endamálið við einkar­ søluni var at tálma nýtsluni av rúsdrekka í Føroyum. Men bæði áðrenn og aftaná, at Rúsdrekkasølan varð sett á stovn, hevur rúsdrekka javn­an verið uppi og vent. Í fjør samtykti Løgtingið at bloyta rúsdrekkalógina upp, so­leið­is at til ber at bryggja sterkt øl í Føroyum. Og so seint sum í seinastu viku var eitt uppskot frammi um at banna allari sølu av tollfríum rúsdrekka og tub­bak­ki. Í fleiri um­ førum hava ú t ­s k e i n k ­ i n g a r l o y v i eisini verið uppi og vent. Tubbakk Ein annar favorittur hjá politik­arum, tá talan er um at seta ymisk forboð og seta av­gjøld á, er tubbakk. Í fleiri um­førum eru avgjøldini á sigarettir og tubbakk hækk­ aði. Eitt tað størsta inn­triv­ ið í samband við royk­ing varð gjørt í 2008, tá so­kall­ aða roykilógin varð sett í gildi, ið bannar royking á arbeiðs­plássum og støðum, har almenningurin hevur at­gongd, herundir eitt nú mat­stov­ur, náttklubbar og so framvegis. Aldursmarkið er eisini hækk­að fyri nøkrum árum síða­ni, soleiðis at tað er bann­að at selja sigarettir til fólk undir 18 ár. Í 2009 varð talið á sigarett­ um, ið ferðandi kundu hava við inn í landið uttan at gjal­da toll, lækkað úr 200 nið­ur í 100 sigarettir. Og so seint sum í seinastu viku skeyt Fólkaheilsuráðið upp, at vit eiga at banna øllum innflutningi av tollfríum tubbakki og rúsdrekka. Í far­ nu viku var eisini upp á tal at banna allari sølu av siga­rett­ um í Føroyum. Útgongubann, píkar og striptease Men tey samtyktu upp­skot­ ini eru ikki tað einasta, ið skapar røring millum fólk. Seinastu árini hava fleiri rættiliga víðfevnd upp­ skot verið frammi, ið skulu tryggja føroyinganna heilsu og moral. Í 2003 var upp­skot frammi um at seta út­gongu­ forboð fyri børn og ung um náttina. Á hvørjum vetri í fleiri ár hava píkadekk verið uppi og vent, og í fleiri um­ før­um hevur roynt verið at fáa bannað nýtsluni av píka­dekkum í Føroyum. Eisini hevur borgarstjórin í Havn tosað fleiri ferðir um at banna píkadekkum í høvuðsstaðnum, fyri at spara upp á vegirnar. Eitt annað, afturvendandi evni, er striptease. Líka sikk­ urt sum at ólavsøka er á hvørjum ári, næstan líka sikkurt er tað, at forboð móti strip­tease verður skotið upp, hetta fyri at forða fyri moralsk­um forfalli. Heilsa toppar, men pengar vinna Tá politikararnir velja at gera hesi víðfevnandi inntrivini í ger­andis­lívið hjá vanliga før­ oy­ingi­num, er tað sum oftast við heilsuni sum argument. Sagt verður ofta, at hesi til­ tøk verða sett í verk fyri at betra um heilsuna hjá før­ oy­ing­um. Hetta argument var serliga galdandi, tá Roykilógin varð sett í verk í 2008, men eisini tá sokallaða »Grøna­keks« uppskotið varð sam­t­ykt í 2003. Ein sannroynd er tó, at ofta eru tað pengar, ið stýra, tá forboð og avgjøld skulu setast á vørur. Tá av­gjald­ ið verður sett upp á rús­ drekka, tubbakki og søtum vør­um, munar tað ofta væl í landskassanum. Henda freist­ing er ofta ring hjá politik­ar­um at standa ímóti. Fleiri pengar í kassan merkir fleiri pengar til íløgur ella skatta­lættar, sum jú altíð eru popul­er – serliga í valári. rogvi@sosialurin.fo Sum at reka Forboð »Við lóg skal land byggjast«. Men lógarverkið kann eisini gerast ov umfevnandi og víðgongt. Í heilum verða uppskot til nýggj forboð løgd fyri Tingið, og ofta skapar hetta øsing millum fólk. Her fær tú eitt yvirlit yvir nøkur forboð, ið longu eru galdandi ella hava verið skotin upp