Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðflokkurin legði í fjør uppskot fyri í løgtingið um at bannað striptease, men forboðið kom ikki ígjøgnum. Í Russlandi hava tey bannað Emo- útsjónd í almennum bygningum og skúlum. Hildið verður at emo- stílur hevur skyldina av nógvum sjálvmorðum millum tannáringar. Uni Holm Johannesen - Frælsi er eitt hugtak, sum fevnir víða. Eg skilji vanliga hug­tak­ið sum møguleikar at út­inna sín egna vilja, hóast tað sjálvsagt eru nógvar aðrar fatanir. Tað er sum við so nógvum øðrum. Frælsi er gott til eitt vist, men verður tað yvirdrivið, verður tað til nak­að ringt. Sámal Matras Kristiansen, sam­felagsfrøðingur, hev­ur seinastu árini skriv­að tíðar­ greinar um frælsis­hug­tak­ið. Tað seinasta var í september í fjør, tá hann bar fram, at frælsi er eitt tvíeggjað svørð. - Tað er næstan altíð so­ leiðis, at frælsi fyri nøkur merkir ófrælsi fyri onnur. Verð­ur frælsið víðkað ein veg, verður frælsið ofta skert ein annan veg, sigur hann. Robin Hood Miðdepilin í liberalistisku hug­sjónini er frælsi hins ein­ staka. Frælsið hjá familju­ num ella frælsið hjá tí priva. Frælsi merkir í grundini, at tú kann útinna tín egna vilja. Sámal Matras Kristiansen vísir á, at liberalisman vil helst ikki, at tað skulu vera ov nógvar lógir, ið forða ein­ stak­lingi­num at gera, sum hann vil. Ferða­há­mark­ið er dømi um, hvussu fræls­ ið verður skert hjá ein­stak­ lingi­num at koyra so skjótt, hann hevur hug til. Skattur og avgjøld eru onnur dømi um, hvussu frælsið hjá ein­ stak­lingi­num verður skert. Tess fleiri pengar verða tikn­ ir frá einstaklinginum, tess færri pengar kunnu brúk­ast til at fremja sín egna vilja. Pengarnar verða heldur brúkt­ir út frá einum kol­lek­ tiv­um, demokratiskum vilja – tað vit rópa “tað almenna.” Hetta merkir, at onnur fáa meiri frælsi, enn tey annars høvdu havt. Í einum sam­ felagi við lítlum stati vilja tað júst vera handilsfólk, vinnu­ lívs­fólk og onnur rík, ið hava bestan møguleika at útinna sín vilja. Tey, ið lítið og einki eiga, eru hinvegin tvingað til at arbeiða fyri onnur fyri at tjena nóg mikið til at liva eitt virði­ligt lív. Um ikki vildu tey verið noydd at stolið, rænt ella biddað í støðugum vanda fyri einari uppaftur ógvus­ligari frælsistøku sum fongs­ling. - Høgi skatturin merkir hin­vegin, at ráð er at veita borgarunum góðar væl­ferð­ ar­tænast­ur, so hann fær færri eginútreiðlsur. Við at staturin fremur nøkur kollek­tiv val fyri borgararnar, fáa tey fátøku møguleikar til at fáa ókeypis ágóðar. Sostatt kun­nu hesi brúka sínar fáu peng­ar til onnur ting, og har­við hava tey fingið fleiri val­møgu­leikar og harvið meira frælsi. Umframt hetta fíggj­ar skatturin eina rúgvu av almennum størvum, ið kunnu tryggja fólki stabilari inntøkur enn um tey bara dúvaðu upp á teir privatu arbeiðsgevararnar og teirra mangan knappligu av­gerð­ir, sigur Sámal Matras Kris­tian­ sen og skoytir uppí: - Sostatt merkir høgi skatt­urin í samfelagnum yvir­skip­að sæð, at frælsi verð­ur tikið frá teimum ríku, men givið teimum fátøku – í besta Robin Hood stíli. Fræls­ ið verður so at siga útjavnað. Religiónin Trúarfrælsi er vanliga, har fólka­ræðið er. Sum ein­stak­ ling­ur hevur tú rætt at biðja til tann gudin, tú vil, ella vera ateistur. Trúarfrælsi er eisini eitt tvíeggjað svørð. Við at velja átrúnað ber til at undirkasta seg strangar nor­mar, sum minka um persón­ligu møguleikarnar í lívinum. Velur tú at vera part­ur av moralskt strangari sam­komu, har nógv tabu og forboð eru, verður lívs­førsl­ an einføld. Tínir hand­lings­ møguleikar verða av­mark­ aðir. Oftast er tað so, at tú skal ikki drekka alkohol, hava sex uttan fyri hjúnarlag ella taka fostur. Tað er har við ikki sagt, at eitt moralskt strangt lív er eitt verri lív, men tað er minni frælst. - Ein ateistur hevur færri bond á sær enn tann funda­ mentalt trúgvandi. Sostatt hev­ur ateisturin fleiri møgu­ leik­ar, tí færri forðingar eru fyri hansara lívsførslu. Ein ateist­ur vil tískil kenna, at í einum relativt religiøsum sam­felagi sum Føroyum vilja nógv ting vera møgulig ella viðføra sera stóran sosial­an kostnað. Um tú er sam­kynd­ ur kann tað kosta nógv at við­ganga hetta og føra tað út í lívið, vísir Sámal Matras Kristian­sen á. - At útinna sín egna vilja kann sostatt merkja, at til­ veran kennist enn meira ó­fræls, tí hurðar latast aft­ur og netverk slitna. Tú kann tvíhalda um frælsi, men enda við at standa einsa­mall­ur og við færri reellum møgu­leik­ um enn áðrenn. Para­doks­ ið er, at eitt økt prinsipielt frælsi kann enda við einum reelt minni frælsi, sigur hann. Umvent kann tann trúgv­ andi, sum avnoktar ávís­ar – syndafullar – hand­lings­ møgu­leikar eisini kenna seg fríari, tí hann skal ikki støðugt bera ta tungu byrðu alla­tíð at skula taka avgerðir. Royking er harðskapur Øðrvísi er kortini við royk­ ing. Royking er ikki bara skaði­lig, men nógv annað eisini. Avgerandi trupulleiki, Frælsið er subje tvíeggjað svørð - Frælsi er subjektivt og ymiskar lívsumstøður skapa ymiskar frælsisfatanir. Øll ynskja ikki tað sama, og harvið er tað ymiskt, hvørjir møguleikar verða uppfataðir sum frælsi. Frælsi er nær skilt við eydnusemi, men eisini eydnuhugtakið er sera subjektivt, sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur