Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Síðani 1994 hava Føroyar havt handilsbann ímót Irak. Bannið er framvegis galdandi. Fleiri muslimsk lond bannaðu bókina »The Satanic Verses« hjá Salman Rusdie, sum kom út í 1988. Hon varð mett at verða blasfemisk. Í Venezuela kundi revsingin fyri at lesa bókina verða upp í 15 mánaðir. Í Føroyum er ikki loyvt at inn­flyta ella nýta spæli­automatir, har vinningur verður latin ktivt T að er problemið við null-­hug­sjónini: alt annað, hvussu hóvligt og gleðiligt tað enn mátti verið, verður eks­tremt – og eisini eitt lógar­brot, sum so aftur legg­ ur upp til fleiri og strang­ari forboð. Tað endar ong­an­tíð. Ella, faktist, tað kann enda upp á tveir mátar. Ein er, at heilsu­myndug­leik­ar­nir við tíðini missa allan kredi­bilitet, og at ongin aft­ur fer at lurta eftir teim­ um. Hin er, at vit enda við einum trú­liga bed­røvi­lig­um og rein­skúr­ að­um sam­felagi, har ongin slepp­ur at liva soleiðis, sum tey hava hug til. Og tey einastu, ið hava tað stuttligt – um tú kanst kalla tað tað – eru hasir fari­seis­ku kraftidiotarnir, sum nú eru ræðandi tætt uppá at hava tikið po­li­tik­ar­nir av ræði, og stýra showi­num. - Agga Niclasen, kjakari, 27. juli 2011. F ólk verða mett sum býtt­ling­ar uttan evni til at tonk­ja og taka ábyrgd fyri egn­um lívi. “Heitt kaffi kann skolda teg, um tað kem­ur á húðina” stendur at lesa á kaffipakkanum. “Tak barnið úr liftini, áðr­ enn tú faldar hana sam­an” stendur í brúkara­veg­leið­ingini. “Má ikki brúk­ast á motorvegi” stend­ur á vegleiðingini til eina spælitrillubøru. Hvør roynir í sínum lagi at verja seg móti øllum teim­um høpisleysu lóg­um og reglum sum ser­áhuga­ bólk­ar gera mótvegis fram­leiðar­um. Egin ábyrgd er dott­in burtur og einhvør hend­ing hevur sína orsøk inni í paragraffunum.” - Jákup Petersen, lækni, 19. juli. T að er ein ávís ironi í, at vit í eina øld arbeiddu fyri, at vanligi borgarin skul­di fáa nakað at siga í samfelagnum, og at mein­ iga fólkið skuldi fáa eina demo­kratiska rødd, sum man lurtaði eftir og tók fyri fult. Vit brúktu 100 ár at rysta elitustýring av okk­um, og nú eru vit í ferð við aftur at ómynduggera mein­inga fólkið við einum øðr­um slagi av elitustýring. Fyrst í farnu øld var elitan ein aðalstætt. Nú fáa vit eina ekspertstætt, sum hev­ur sama grundtanka, sum aðalstættin hevði fyri 100 árum síðani: Meinigi borg­ar­in er býttur, og má ikki sleppa at ráða sær sjálvum í nøkrum sum helst. Ironiskt, at man aft­ur er komin hartil. - Tummas Arabo, fyrr­ver­andi politikari, 18. juli 2012 S amfelagið kann ikki vera dadda hjá øllum. Tað ber ikki til at liva, um vit skulu hava forboð fyri øllum, tí tá verður fólka­ræð­ið sett í váða. Fólk hava sín fría vilja, uttan mun til um tað snýr seg um tubbakk, rúsdrekka ella rúsevni. Heldur enn at seta forboð mæli eg til at upp­lýsa. Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroyara Arbeiðarafelag, 16. juli 2012 Æ tlanin við men­ n­isk­ja­num var føgur, men vit sígg­ja av­leið­ing­ ar­nar av tí fría viljanum hjá menni­skj­u­m. Vit uppliva neyð og elendigheit, drap og kríggj í stórum parti av heimi­num. Hvønn dag eru eini 60 ella 70 kríggj í gongd kring heimin, og nógva staðni hevur eitt mennis­kja­lív einki virði. Túsund­tals fólk doyggja hvønn dag av hungri ella sjúku, hóast tað ikki nýttist at verið so. Høvdu vit býtt meira javnt, so høvdu vit ikki upplivað alla hesa neyð­ina. Men tað er fríi vilj­in hjá menniskjanum, sum ger hetta. Mannalyndi er ikki skapt til at hava óa­v­mark­aðan frían vilja, tí tað end­ar í totalum kaosi. - Jenis av Rana, for­mað­ur í Miðflokkinum, 20. mai 2011 E g eri liberalt sinnaður. Politik­arar skulu eftir mín­um tykki hava sera góðar grund­gevingar, áðrenn vit við lóg seta mørk fyri, hvat fólk sleppa at gera. Í grund­regluni skal ein per­ són­ur sleppa at gera alt – so leingi hann ikki skaðar ein ann­an. Halda vit okkum ikki til hetta, kann skjótt henda, at politikarar fara at banna tí, sum teimum ikki dáma.” - Sjúrður Skaale, fólka­ting­s­mað­ur fyri Javn­að­ar­flokk­in, 4. februar 2011 tá tað verður roykt, har onn­ur eru til staðar, tá fremur roykj­arin harðskap móti hin­um. - Í minsta lagi skal roykj­ arin spyrja, um tað er í lagi, at harðskapurin verð­ur framdur. Tað er greitt, at hjá øðrum, ið roykja, kenn­ ist royking ikki sum harð­ skap­ur, men hjá nógvum ikki-roykjarum er talan um sera grovan ágang. Eg haldi, at passiv royking mótvegis børn­um er ekstremt ónd-sinn­að. Tað er so mikið skaði­ligt móti børnum, at eg persón­liga haldi tað er eitt slag av barnamishandling. Royk­ ing er klokkuklárt dømi um tvey frælsi, ið á ongan hátt kunnu sameinast: “royk­ ing” og “frælsi frá passivari royk­ing”. Hesi bæði mugu snøgt sagt sundurskiljast geo­grafiskt, tí tey kunnu ikki vera í sama rúmi, heldur Sámal Matras Kristiansen. Frælsi er subjektivt Hann vísir á, at frælsi kann vera mótstríðandi. Til­døm­ is er frælsið hjá vinnu­lívs­ manninum beinleiðis mót­ stríð­andi við frælsið hjá arbeiðs­manninum. Men frælsi er kortini fram um annað subjektivt. - Frælsi er subjektivt og ymisk­ar lívsumstøður skapa ymisk­ar frælsisfatanir. Øll ynskja ikki tað sama, og harvið er tað ymiskt, hvørj­ir møguleikar verða upp­fat­ að­ir sum frælsi. Frælsi er nær skilt við eydnusemi, men eisini eydnuhugtakið er sera subjektivt, sigur Sámal Matras Kristiansen, sam­felags­frøð­ingur. uni@sosialurin.fo Nøkur orð um forboð og frælsi Lagt til rættis: Uni Holm Johannesen