Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Klassiska bókin Fagri Nýggi Heimur hjá Aldous Huxley, sum kom út í 1932, varð tikin av hillunum í Írlandi, tí bókin var mett at innihalda umstrídd evni sum barnaføðingar. Í Bretlandi sleppa lærarar ikki at rætta uppgávur hjá børnum við reyðum blekki, tí tað kann tykjast ágangandi móti børnum. Í fleiri umførum hava uppskot verið um at banna píkadekkum, men framvegis er loyvt at brúka píkadekk til bilar á vetrartíð. Dagfinn Olsen Heri Kragesteen, sálar­frøð­ ing­ur, er millum teirra, ið hev­ur fylgt við, nú kjak hev­ur tikið seg upp um per­ són­ligt frælsi, tilmælir, frá­ mæl­ir og forboð, eftir at Fólka­heilsuráðið herfyri gjørdi vart við seg um al­ menn­an roykipolitik, at dag­ røkt­ar­ar ikki kunnu roykja heima við hús, og at bannað átti verið at selt sigarettir í Før­oyum. Skynsemi - Tað er umráðandi at býta hetta upp. Tað snýr seg um ábyrgd fyri sær sjálvum, og ábyrgd fyri øðrum, sigur Heri Krage­steen. -Eitt dømi eru kanska míni barnaár. Eg eri føddur í 50‘unum, og tá høvdu heim og skúli heimild at tykta børn. Hetta er dømi um, at lóg­ir og skynsemi hanga ikki altíð saman. Tað tók eisini langa tíð at fáa hettar burt­ur, kanska serliga hettar við at heimini høvdu heimild, sigur Heri Kragesteen og legg­ur afturat, at hetta helst hevði nakað at gera við, at víst var til hallgubók hesum við­víkj­andi. -Skynsemi og vitan eru lykla­orð. Í mínari verð finn­ ast ikki sannleikar við stóra “s”, men heldur holl og trygg vitan, sigur Heri Kragesteen. Ongin dettur útí -Hugsa vit eitt nú um rús­ drekka, so plaga vit at siga, at ongin broytur atburð, fyrr enn hann sjálvur vil broyta at­burð. Ella ein kann siga, at ongin dettur útí, men loypur útí, sigur sálrfrøðingurin Heri Kragesteen. - Onkur segði einaferð nak­að soleiðis, at tað hevur tydn­ing at ráða yvir egnum lívi, uttan at seta onnur í váða. Tað er altíð umráðandi, at virðing fylgir við, at ein kann samráða seg fram til okk­urt betri, enn tað sum var framman­undan. Tað snýr seg um basis-demokrati, sigur Heri Kragesteen. - Viðvíkjandi aktuella kjaki­num, so er at siga, at ikki er víst, at forboð er tað besta. Tað vísir seg, at er forboð, men tørvurin fram­ vegis er har, so finna fólk nokk sjálvi útav tí, sigur Heri Krage­s­teen. - Í 60‘unum og 70‘unum høvdu vit kassamentanina, tá tað snýr seg um rúsdrekka. Hetta er broytt, fólk duga sær hógv, og hetta er komið við liberaliseringini, sigur Heri Kragesteen, ið minnir á, at álit er betri enn eftirlit. Religión og politikkur - Tað er óheppið, tá ávísir polit­ik­arar blanda átrúnað og politik. Hetta er nokkso nýtt. Í 50‘unum og 60‘unum sótu ikki gudloysingar á tingi, men sjáldan varð Vár­ harra drigin uppí kjakið. Tað gruggar nevniliga mál­ið, og ein kann viðhvørt hugsa, hvørt hetta er kynisk speku­ la­tión. Í øllum førum fyllir eftir­lit nógv har. Hvørjum eru teir bangnir fyri?, spurdi onk­ur herfyri, sigur Heri, og svar­ar sjálvur, at kanska eru teir bangnir fyri sær sjálvum og sínum driftum, og teir hug­sa, at “onnur mugu ikki, tí so er tað eisini vandamikið fyri meg”. Hann minnir eisini á, at fyrr var ikki loyvt í ávísum sam­kom­um hjá ungfólki at fara í biograf. So kom sjón­ varp í hvørt hús, og tað sama sást har, men nú kundu for­ eldr­ini sita teimum ungu við lið, hava eftirlit. - Hetta er nokkso áhuga­ vert at minnast á og hugsa um, sigur Heri Kragesteen. Útisetar koma ikki aftur - Mítt ættarlið vaks upp í eini barnamentan. Børnini spæl­ du, ansaðu sær sjálvum, men tey vaksnu vóru rundanum. Vóru tryggleikin. Onkur var altíð inni, so at siga. Í dag er eftirlit, og vit mugu ansa eftir, at vit ikki taka meira frá børnunum, sigur Heri Krage­steen, sum tó fegnast um ungdómin, sum klárar seg væl. - Tey ungu duga væl á yms­um pallum, og tey eru skila­góð og duga at stýra sær, sig­ur Heri Kragesteen. - Eitt hugtak sigur, at okkurt er ósamtíðugt. Ymisk tíðar­rák eru, men eg havi t.d. ong­an politikara á tingi, sum eg havi valt. Tingið er ikki heilt víst ein spegilsmynd av samfelagsins fjølbroytni. Úti­setarnir koma ikki heim­ a­ftur, tí her er ov smalt, og politikarar umsita ikki okkara fjølbroytni, sigur Heri Kragesteen. - At samkynt nú hava tað rúm­sáttari er dømi um, at onki hendir, fyrr enn tey, ið hava áneyðina, gera vart við seg, metir Heri, ið minnir á, at børn mugu møtast við virð­ ing í skúlanum, tí tað er har demokrati verður gróðursett. Orðaskiftið viknað - Hugsa vit um orðaskiftið í bløðunum, so undrar tað meg, at so fá við miðal- ella hægri útbúgvingum leggja seg út í kjakið. Eg skrivi sjálv­ ur nógv minni nú, enn fyrr. Eg troysti mær ikki, sig­ur Heri Kragesteen, sum minn­ ist á blaðkjak fyri 20 árum síðani, har eina kundi fáa mangt omanyvir seg. - Fólk hava kanska ikki so nógv­ar meiningar longur, sig­ur Heri Kragesteen. - At kjakast hevur alstóran týdn­ing, og opið kjak er neyðugt. Rætturin at vera ósamd­ur er ómissandi, sigur Heri Kragesteen, ið held­ur, at kanska ræðast vit ósemj­ur­nar ov nógv, og at ein kann spyrja í samband við uppaling, hvussu nógv kjak fyllir heima við hús, á stovn­ um og í skúlunum. - Føroyskur ungdómur hev­ur verið tungur fyri máli­num, men her er vend við at koma í, og vit hava ein fantastiskan ung­dóm. Tón­leik­urin er gott dømi um margfeldni í sam­felag­ num, men tað løgna er, at landspolitikarar vilja ikki fjálga um hetta. Men eld­sáli­ rn­ar dríva á, men tær brenna út, og kanska ger hetta, at broddurin verður tikin burtur, sigur Heri Krage­ steen. - Tá eg byrjaði at lesa í Keyp­mannahavn í 1969, var bert ein útiseti, sum las uttanfyri danska ríkið. Í dag hugsa tey ungu glo­ balt, meðan vit hugsaðu na­ tionalt. Vit lesandi fóru av­ stað við greiðari ætlan um at koma heim aftur. So er ikki í dag, og politikarar mugu fyri­ halda seg til hetta, sigur Heri Kragsteen. Kjakið um forboð og frælsi heldur fram, og Heri er greitt ímóti forboðum, men vil heldur álit og harvið ræt­t­in at ráða sær sjálvum. - Vit mugu minnast, at tað snýr seg ikki longur um at yvir­liva í Føroyum, men um at liva, sigur Heri Kragesteen. dagfinn@sosialurin.fo Finnast ikki sannleikar við stóra »S« álit Heri Kragesteen kenna fólk sum sálarfrøðing, 68‘ara, tónleikara og áhugaðan í samfelagskjakinum. Eisini Heri Kragesteen hevur sínar hugsanir um kjakið, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av tilmælum frá Fólkaheilsuráðnum. Hann heldur at álit er betri enn eftirlit, at politikarar ikki umsita samfelagsins margfeldni, og at vit politiskt mugu fyrihalda okkum til, at útisetar ikki venda heimaftur, tí tað snýr seg ikki longur um at yvirliva í Føroyum, men at liva -At kjakast hevur alstóran týdning, og opið kjak er neyðugt. Rætturin at vera ósamdur er ómissandi, sigur Heri Kragesteen