Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1992 varð føroyska Einkarsølan av rúsdrekka sett á stovn, og 2. november hetta ár lat Rúsdrekkasøla Landsins upp. Framvegis er bannað at selja rúsdrekka í vanligum handlum. Í 1903 varð lóg sett í gildi um, at tað var ikki loyvt at framleiða ella brúka svávulpinnar við hvítum fosfori. Í 2003 var uppskot frammi um at forbjóða børnum og ungum at ganga úti á náttartíð. Uppskotið varð varð verðandi eitt uppskot. Dagfinn Olsen Pál Weihe er fyri mongum ímyndin av frámælum ella for­boðum, tá um heilsu ræð­ ur. Hann er púra greiður yvir hendan leiklutin og tekur sær ikki nær, um fólk hava hug at ilskast inn á hann. - Vit í Fólkaheilsuráðnum fylg­ja bert tí, sum politiskt er sett út í kortið, og átøk mugu til, tí tað kemur ikki av sær sjálvum, sigur Pál Weihe, sum leggur dent á, at hann ger tað, sum starvið áleggur hon­um at gera. Spillir veitsluna - Hetta er long søga, ið ikki egn­ar seg til grunna viðgerð, sigur Pál Weihe, og legg­ur afturat, at hann hevur eitt embæti at røkja. - Eg eri í langa tí komin við útsøgnum. Síðstu 25 ár­ini eri eg komin við væl doku­men­ter­aðum útsøgnum um, hvat dálking ger við før­oy­ing­ar. Eg kundi tað sama bert kunngjørt hetta í útlendskum vísindalgum tíðarritum og latið hetta liva sítt lív har. Men hinvegin meti eg, at tað sum snýr seg um føroyingar, skulu før­oy­ ing­ar hava at vita, sigur Pál Weihe. Hann metir, at fólk kanska ikki heilt hava skilt, at arbeitt verður fyri at fáa burt­ur sigarettir sum ein fak­ tor í samfelagnum. -Hetta er faktor nummar eitt í heilsuverkinum, tá tað snýr seg um ymsar sjúkur, so sjálvsagt royna vit at gera vart við hetta, men tað er ong­an­tíð stuttligt at koma við ringum tíðindunum og oyði­legg­ja veitsluna, sigur Pál Weihe. Tá um royking og av­mark­ ing ræður vísir hann á, at onnur samfeløg kring okkum eru við fullari ferð á hesi leið. Kjakið Seinastu tíðindini frá Pál Weihe og Fólkaheilsuráðnum settu eld í hjá fleiri, og fleiri tóku pennin og mótmæltu. Teirra millum persónar, ið eru kendir í almenna rúmi­ num. Orsøkin var at finna í tíðindunum um, at bann skuldi setast fyri at selja siga­rett­ir í Føroyum og eitt nú skuldu dagrøktarar ikki long­ur sleppa at roykja inni hjá sær sjálvum. - Endamalið var ongantíð, at dagrøktarar ikki skulu royk­ja, men at hetta ikki verð­ur gjørt í húsinum, ella inn­an teir karmar, har børn verða ansað, sigur Pál Weihe, ið metir hetta vera eitt sind­ ur miss­kilt. - Onki kemur av sær sjálv­ um, og vit lurta sjálvsagt, um onn­ur hava boð uppá hvussu vit koma fram leið, sigur Pál Weihe. - Tað er sjálvsagt stutt­ ligari at koma við góð­um tíðindum, men Fólka­heilsu­ ráðið er sett í verðina fyri at upplýsa. Vit hava eitt vælferðarsamfelag, ið heiðr­ ar øllum, fólk sleppa at klint­ra í fjøllum og seta seg í vanda á annan hátt. Vit við­gera í heilsuverkinum, og ongin sigur stórvegis. Tí ger tað onki, um samfelagið onkuntíð sigur frá og kemur við tilmælum, sigur Pál Weihe. - Tá tað kemur til tubbak, so argumenteri eg ikki fyri for­boði. Heldur skulu ramm­ ur­nar gerast trongari, so tey ungu og uppvaksndi ættar­ lið­ini fáa eitt signal um, at hetta ikki er partur av van­ liga samfelagslívinum, sigur Pál Weihe. - Fólk eru bundin av royk­ing, og koma vit so við onkrum, so kann tað hen­da, at tey kenna hetta sum persónligt álop. Tað er sjálvandi keðiligt, tá so er, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. - Alternativið er onki at gera, sigur Pál Weihe. Frælsi at kjakast - Tá tað kemur til rúsdrekka, alko­hol, so hava vit hinvegin góð tøl at vísa á. Vit hava síða­ni 1992 havt eina tál­man­ di linju á økinum, og hetta er eydn­ast. Hesum kunnu vit vera stolt av, men við royking eru tølini ikki líka góð, sigur Pál Weihe. - Frælsið liggur í, at vit kun­nu kjakast um hetta, men tekur onkur sær nær, so er tað sjálvsagt at harmast um, sigur Pál Weihe. - Ein kann koma inn í eitt rúm, ið er fult av væl­doku­ men­ter­aðum krabba­meins­ elv­andi evnum. Tað er hesum vit vilja sleppa undan, at fólk koma út fyri, tá tey sita í bíðirúmum og aðrastaðni, sig­ur Pál Weihe, ið metir, at frælsi er av alstórum tydn­ ingi. - Tað eru jú fólk, sum berj­ast fyri frælsi, men tað kann jú koma til tað, at hetta gong­ur útyvir onnur, sigur Pál Weihe, og sipar eitt nú til pass­iva royking. Hann heldur at væl­ferðar­ samfelagið í sera stóran mun vísir tolsemi, og at kjakið er sera víðfevnt og at her krev­ st, at fólk vísa virðing. - Samfelag okkara vísir tol­semi. Tað ger t.d. eitt trygg­ing­ar­felag ikki. Hevur tú “lík í lastini”, so tekur felag­ið høgan prís fyri hetta. Tað gera vit í heilsuverkinum ikki, sigur Pál Weihe, sum há­ l­ovar frælsinum at kjakast, og sigur seg ongantíð hava tos­að um forboð í samband við royking, men bert um at gera tað trupult at roykja. dagfinn@sosialurin.fo Frælsið liggur í, at vit kunnu kjakast um hetta, men tekur onkur sær nær, so er tað sjálvsagt at harmast um Altíð keðilgt at oyðileggja veitsluna Fólkaheilsa Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, verður ofta lagdur undir at koma við forboðum og neiligum tíðindum. Sjálvur tekur hann sær ikki nær, tá kjakið gerst heitt, men hann er hinvegin greiðir yvir frammanundan, tá hann kemur við keðiligum tíðindum, ið kunnu fáa sinnini í kók