Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Janus á Ryggi Minnist nakar visjón 2015? Ein røð av gloymdum fram­ tíðarvisjónum, ið skuldu lyfta Føroyar upp til at vera millum heimsins bestu samfeløg. Við hesum máli í huga, setti ABC landstýrið í 2005 eina ørgrynnu av strategibólkum at greina og orða stóru vi­ sjónina. Og í henni var ein av høvuðsvisjónunum: ”Í 2015 sleppur íverksetarin at savna seg um hugskotið og at vinna pening, tí allar forðingar eru beindar av vegnum. Føroyar eru tá ein íverksetaradepil, sum dregur at sær fólk úr øll­um heimi.” Pessimisman í okkara tíð man gera sítt til, at mong munnu ivast, um henda visjón verður veruleiki tey kom­andi trý árini. Men boð­ skapurin er enn viðkomandi; serstakliga tá so nógv fokus verður sett á, at Føroyar spaku­liga avtoftast. Hvat missa vit? Fyri stuttum eftirlýsti bú­ skaparfrøðingurin Kári Pet­ er­sen í samrøðu við Sosial­in, at fleiri pengar vóru fing­nir til vega til fram­taks­virk­ semið. Hetta kundi síðani skapt fleiri arbeiðs­pláss til væl útbúnar útisetar, sum í dag ikki koma aftur, orsaka av vantandi arbeiðs­møgu­ leik­um. Seinastu árini er talið á teimum, sum flyta til Føroya, minkað, og hetta er ein beinleiðis avleiðing av vant­andi starvsmøguleikum. Sostatt kundi eitt argument verið, at ein avleiðing av, at vit ikki leggja størri orku í íverksetan verið, at Føroyar støðugt missa væl útbúgvin fólk til onnur lond. Boðið frá búskaparfrøð­ ing­inum var tí, at peningur frá møguligum seldum fiski­loyvum skal setast í fram­taks­grunnar, ið serliga skulu hjálpa upp­finnarum og nýggj­um fyri­tøkum at koma ígongd á økjum, har tað ikki er so nógv kapp­ing. Hesir grunnar skulu virka eftir markn­aðartreytum og ikki vera polit­iskt stýrdir. Og treytin fyri fígging skal vera, at møgu­leik­arnir fyri stórum avkasti eru tilstaðar. Um tað bert eydnast ein­ ari verkætlan út av 10 at fáa veruligan vind í seglini, so kann hetta bera við sær stór­ an búskaparvøkstur, fleiri størv og avleiddar vinnur. Spurningurin er tí, hvat vit missa sum samfelag við ikki at leggja størri orku í íverk­ setan. Men hvørja ávirkan hev­ ur politiska skipanin á íverk­ setan? Er tað ikki bert ein spurningur um, at pri­vatir aktørar hava nóg góð hug­ skot? Ísrael sum fyrimynd? Ein háttur er at hyggja eftir øðr­um londum. Sjálvandi ong­antíð ókritiskt, tí um­støð­ urnar eru altíð sera ymiskar. Men ”Start up nation”, er hug­ vekjandi heitið á einari nógv seldari bók frá 2009. Heitið sipar til, at Ísrael hevur fleiri fyritøkur skrásettar á virðisbrævamarknaðinum enn nakað annað land í heim­inum samanborið við fólka­talið. Og tað er serliga á tøknifrøðiliga økinum, at landið hevur gjørt vart við seg, eitt nú innan software menn­ing. Ísrael er eitt áhuga­vert dømi, tí at landið er upp­staðið í torførum um­ støð­um, í einari oyði­mørk og er umgyrt av politisk­um harð­skapi og stríði. Harnæst er talan um eitt lítið fólka­tal uppá slakar 7 milliónir. Tað ger tað áhuga­vert at spyrja, hvussu ísraelar hava borið seg at. Víst verður á, at ísraelar, eins og vit kenna úr t.d. Ís­ landi, hevur eina serliga íverk­setaramentan, har sterk­ur vilji og hugur til at bróta upp úr nýggjum eru ráð­andi virðini. Men frá al­ menn­ari síðu hevur man eisini sýnt stóran vilja og skapt um­støður fyri stórum íløgum og íverk­setan. Søgan byrjar í 1993, tá stjórn­in setti á stovn eina stóra íløgu­ ætlan, har man lovaði stórar skatta­lættar til útlendskar íleggjarar, umframt at lyfti vóru givin íleggjarum um, at tað al­menna skuldi seta eins nógv í verkætlanina, sum teir. Søgan hevur síðani gingið sína gongd, hóast altjóða búskapar­krepp­an eisini rakt meint hjá ísraelsku fyri­tøkunum. Harnæst verður víst á, at tann útbúgving, ung fólk í Ísrael fáa í herinum, har øll kunnu vera innkallað, er serliga væl egnað til lívið sum íverksetari. Stórur dent­ ur verður lagdur á at menna leiðsluevnir og sjálv­støð­uga støðutakan. Og hesa venj­ ing kunnu ung fólk taka við sær út í lívið, verður víst á. Tey flestu fegn­ast um, at Før­oyar sjálvandi eru langt burtur frá at menna nakra hern­aðar­megi, men ein boð­ skapur hevur verið, at vit skulu leggja nógv størri dent á íverksetan, longu í fólka­ skúl­anum, eins og ávísir mið­náms­skúlar nú gera tað. Hug­skotið er, at tess fyrr næm­ingar byrja at skilja íverk­setan, markn­að og hand­il, størri eru møgu­leik­ ar­nir fyri, at teir menna slóð­ brót­andi hugskot seinni. Møguleikarnir standa opnir Rani Nolsøe, leiðari í Íverk­ setarahúsinum í Klaksvík, er optimistiskur. Hann vís­ir Føroyar sum íverk­ setara­land ÍVERKSETAN Lykilin til búskaparvøkstur, fleiri arbeiðspláss og størri tilflyting, er íverksetan. Hetta er ein boðskapur sum við jøvnum millumbili verður havdur á lofti. Men politiska skipanin skal spæla ein nógv virknari leiklut, skal hetta gerast veruleiki, eru boðini frá bæði serfrøðingum og aktørum á økinum.