mikudagur 25. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í samrøðu á, at fleiri møgu
leikar standa opnir í Føroy
um. Tað ræður bert um, at
kunna um møguleikarnar
og vegleiða teimum, ið hava
góð hugskot. Og harnæst er
politiski viljin tilstaðar, held
ur hann.
Íverksetarahúsið er eitt
gott dømi um alment og
privat samstarv, ið hevur
riggað rættuliga væl. Í ár hava
tey ráðgivið ikki færri enn 46
verkætlanum, og av teimum
sløku 300 verkætlanum, ið
hava fingið ráðgeving síðani
húsið byrjaði, eru 50 vorðnar
til veruleika.
Ein røð av fíggingar
møguleikum eru atkomiligir
í Føroyum í dag. Íverksetarar
kunnu søkja stuðul úr Vinnu
frama og Fiskivinnuroyndum
longu tá verkætlanir eru á
hugskotsstigi, umframt at
NORA er ein møguleiki, tá
talan er um norðurlendskt
samstarv.
Harnæst eru ein røð av
sonevndum venture grunn
um, eitt nú Birting, Royndin
og Løkir, umframt almenna
Framtaksgrunnin. Venture
fígging kemur typiskt uppá
tal eftir hugskotsfasuna, og tá
konseptið hjá íverksetanum
er prógvað.
– Júst her liggur ein góður
møguleiki at menna Føroyar
sum
íverksetaraland.
Tí,
um vit styrktu innsatsin at
stuðla íverksetum munandi
at komi nógv skjótari fram
til tær prototypur, sum hug
skotini aloftast snúgva seg
um, so vildi tað gjørt tað nógv
meiri áhugavert hjá venture
grunnunum at investera. Og
ongantíð betur, um innsats
urin at menna fleiri proto
typur varð fíggjaður alment/
privat, sigur Rani Nolsøe.
Byrjanarstigið
má raðfestast
Stórur íverksetanarhugur er
í Føroyum og hugskotini eru
mong. Seinastu árini hava
vit sæð eina røð av tiltøkum
ið eggja til íverksetan, eitt
nú Ársins Íverksetaradag,
SkúlaFM, European Business
Games og Ungt virki.
Umframt ein størri innsats
at fáa ment fleiri prototypir,
so vildi ein øktur innsatsur
á ráðgevingarøkinum gjørt
stóran mun. Uppfinnarar
eru sjálvdan umsitarar. Tí
vildi ein uppgradering av
ráðgevingini til íverksetarar
til eina eginliga management
funktión í prototypufasuni
allar helst ført til, at nógv
fleiri
íverksetarafyritøkur
sóu dagsins ljós.
– Ein upplagdur møguleiki
er tí, at styrkja almenna
vinnuframagrunnin fíggjar
liga, og geva honum størri
rásarúm til at stuðla menn
ingini av prototypum. Hetta
hevði stytt leiðina hjá ein
støku íverksetarunum til at
byrja og hann kundi sloppið
undan einari ørgrynnu av
beurokratiskum forðingum.
Íverksetarar eru typiskt upp
finnarar av lyndi, og hava
ikki altíð neyðugu hand
ilsførleikarnar at byrja við.
Ein stórur fyrimunir kundi tí
verið, at ment eitt samstarv
millum almennar myndug
leikar og privata vinnulívið,
ið síðani saman kundu bjóða
vónaríkum íverksetum bein
leiðis vegleiðing og manage
ment at byrja við, heldur
Rani Nolsøe fyri.
Stóra
avbjóðingin
at
menna Føroyar til íverk
setaraland, verður sostatt
ein politiskur spurningur
um størri játtan til menning
av protypum, og eina ítøki
liga og skipaða hjálp á byrj
anarstiginum. Men treytin
er, at politiska skipanin torir
at leggja sína orku í nýggj
hugskot, saman við privatu
aktørunum.
Íverksetarar eru typiskt upp
finnarar av lyndi, og hava ikki
altíð neyðugu handilsførleikarnar
at byrja við. Ein stórur fyrimunir
kundi tí verið, at ment eitt samstarv
millum almennar myndugleikar og
privata vinnulívið, ið síðani saman
kundu bjóða vónaríkum íverksetum
beinleiðis vegleiðing og management
at byrja við
Rani Nolsøe, leiðari á íverksetarahúsinum
Um tað bert eydnast
einari verkætlan út av
10, at fáa veruligan
vind í segluni, so kann
hetta bera við sær
stóran búskaparvøkstur,
fleiri størv og avleiddar
vinnur. Spurningurin
er tí, hvat vit missa
sum samfelag, við ikki
at leggja størri orku í
íverksetan