Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Tað man vera sjáldan, at ein her­ seting í krígstíð hevur skapað so nógvan vinskap millum lond, sum bretska hersetingin av Før­ oy­um krígsárini 1940-45. Eitt er, at samband er millum tær ættir, har ein føroysk genta giftist við bretskum hermanni, ella har børn við bretskum fedrum hava funnið teirra uppruna. Men fyrst í juli vóru ein mamma og sonur hennara eina viku í Før­ oyum. Teirra einasta samband við Føroyar er, at pápi og abbi teirra var í Føroyum undir krígnum. Hann tosaði so nógv um hesa tíðina, at tey sjálvi vilja koma higar. Talan um ta 77 ára gomlu Jessie Mac Kenzie og son hennara Colin David. Pápi og abbi teirra var Archie MacDonald, sum kom til Føroya við teimum fyrstu Lovat Scouts her­ monnunum. Beiggi hansara, Hugh, var eisini við somu ferðina. Forsøgan var tann, at Danmark varð hertikið av Týsklandi 9. apríl 1940. Tveir dagar seinni boðaði Churchill bretska parlamentinum frá, at bretar fóru at hertaka Før­ oy­ar. Longu dagin eftir vóru tveir bretskir oyðarar á Havn­ini. Tann 13. apríl vórðu 250 her­menn frá Royal Marines settir í land av krúss­ aranum Suffolk, og her­set­ing­in var veruleiki. Hesir hermenninir steðgaðu inntil seinast í mai mánað, og tann 25. mai kom Ulster Prince við her­ monnum frá Lovat Scouts, sum nú tóku yvir. Teir høvdu hópin av útgerð við, tilfar til barakkir og til útbygging av verndarvirkjum, motorsúkklur og annað. Nakað heilt serligt var sekkjapípuorkestrið, og so hetta at teir gingu í kilt, skotska tjóðar­bún- anum. Tá ið farið var undir at seta barakkir upp, tóku teir før­oyska arbeiðsmegi, og tað var skjótt, at arbeiði var til nógvar hend­ur. Teir hildu í Havn til í kommunu­skúl­ anum, realskúlanum, sjónleikar­ hús­inum og KFUK. Yvirmenninir búðu í lands­læknahúsinum, sum gjørdist teirra høvuðsstøð. Tað var serliga væl dámt, at teir spældu vanliga eitt kvøld um vikuna á Vaglinum við sekkjapípum, og tað var skjótt, at teir komu uppí ítróttarkappingar við heimafólkið. Helst vóru tað fótbóltsdystir, men tað hendi, at teir róðu á ólavsøku, og at teir við sekkjapípunum gingu á odda, tá ið ríðingarmenninir fóru út til kappríðingar. Tað vardi heldur ikki so leingi inntil tann fyrsti Lovat Scout hermaðurin giftist við føroyskari kvinnu. Fish og chips Sofus Poulsen, okkara maður í Aber­deen í hálva øld, greiddi fyri nøkrum árum síðani í FF-blaðnum frá lívinum hjá hermonnunum í Havn, har Sofus tá búði: »Í Havn bygdu bretsku her­ menn­inir barakkir alla møguliga staðni. Yvir av hjá Bil Óla var eisini ein "fish and chips" handil . Hvønn dag komu hermenn marsjerandi við sekkja­pípum á odda oman á Vaglið, og tá vórðu vaktirnar skiftar út. Hermenninir høvdu vakt ymsa staðni í býnum. Eg plagdi at forarga soldátarnar, sum eg kendi, og spurdi teir, hvat slag av vápnum teir høvdu, sum gingu aftastir. Har gingu hermenn við sleggju í staðin fyri riflu og við ketildrakt undir arminum. Hetta var revsingin fyri at hava gjørt okkurt ella at hava skikkað sær illa á onkran hátt. Sleggjurnar skuldu so nýtast til at banka blikkdósir saman. Dósa­ matur var jú ein stórur partur av matinum hjá hermonnunum, og hesir máttu so banka dósirnar saman, so tær tóku minni pláss, tá dósirnar vórðu sendar aftur til Onglands til endurnýtslu.« Sofus minnist eisini Archie, sum plagdi at vitja tey eina ferð um vikuna. Fosturpápin, John, var sjálvur breti og kom saman við herm­onnunum. Millum teir fyrstu Lovat Scouts Hesir báðir brøðurnir, Archie og Hugh, komu til Føroya við teirri fyrstu sendingini av Lovat Scouts. Archie var ikki heilt ungur. Hann var føddur í 1904. Hann hevði meldað seg sum sjálvbodnan her­ mann áðrenn kríggið. Tá ið kríggið brast á i 1939, var hann innkallaður sum hermaður. Hann var á eini legu í Beauly í Skotlandi, tá ið boðini komu um at fara til Føroya. Heima á North Uist á Hebrid­ un­um sat kona hansara við fleiri børnum. Tað yngsta varð føtt, með­ an hann var í Føroyum. Tað var einki sum æt at fara heim í farloyvi, heldur ikki tá ið mamman doyði. Tað var í hvussu er gott at vita, at tað var toluliga trygt heima hjá teimum. Tað merktist lítið og einki til sjálvt kríggið í Hebridunum. Eina ferð rak kortini ein mina á land, men hon varð óskaðiligjørd, so har hendi einki meira. Annars var har nokk so nógvur rekaviður, sum kundi stavað frá minusprongdum ella niðurskotnum skipum. Archie var stóran part av tíðini í Havn, men hann var eisini við til at gera vegirnar í Vágum. Vágarnar fingu sum høvuðsstøð hjá bretum mest framkomnu vegir í Føroyum. Gjørdist trygdarmaður í Downing Street Archie fór úr Føroyum saman við hinum Lovat Scouts hermonnunum í 1942. Men hann slapp undan at verða sendur til onnur hermót, sum aðrir yngri hermenn vórðu sendir til. Hann kom at verða í trygd­ ar­tænastuni í Downing Street í London, har forsætismálaráðharrin helt til. Her mátti ansast væl eftir. Sjálvt generalurin, Montgomery, mátti vísa samleikaprógv fyri at sleppa framvið. Var við til at skjóta týska flogfarið niður Hugh, beiggi Archie, var við í hendingini í 1941, tá ið týska flog­far­ ið endaði á Gøtuvík eftir at bretski trolarin Lincoln City var bumbaður av hesum flogfari 21. februar. Trol­ arin sakk og 8 mans doyðu. Men høvdu føroyingar ikki verið so skjótir at koma til bjargingar høvdu fleiri mans doyð. Tað varð skotið dúgliga eftir týska flogfarinum bæði í Havn og á Toftum, har Hugh hevði støð, og hann var ein av teimum, sum var við til at skjóta eftir flogfarinum. Tað eydn­aðist eisini at raka flogfarið, og tað mátti neyðlenda á Gøtuvík. Flogfarið fleyt eina løtu, og manningin kom út á annan veingin og varð bjargað í gummibátin. Manningin varð send til Bret­ lands sum krígsfangar. Flogfarið sakk í fyrsta umfari. Hugh kom til Gøtu av Toftum, tá ið flogfarið var skot­ið niður, og hann hevði verið við at taka týsku flogmanningina. Bjargingin av týska flogfarinum Hugh var eisini við, tá ið vrakið var bjargað. Hann hevði nevniliga heim við sær ein maskinlut av flog­ farinum. Tey bæði hildu, at flogfarið var fyribeint. Men soleiðis var ikki. Bretar løgdu stóran dent á at fáa hendur á tí. Boð vórðu send eftir kavaranum Dánjali Nielsen av Vatnsoyrum, sum tá arbeiddi á Skála, at fáa flog­farið upp. Tað áhugaverda hjá teimum báðum var eisini, at tey á krígssavninum vesturi í Vágum hittu Karl Johan, son Dánjal. Bjargingin av flogfarinum Tá Dánjal hevði avmonterað maskin­byrsurnar, og hesar saman við tól­um og lóður vóru tikin um­ borð á Poppy, fekk hann av bret­ unum boð um at leggja veir ella reip runt báðar motorarnar og velið á flogfarinum. Síðan varð flogfarið hivað upp undir skipið, so tað hekk vatnrætt í sjónum. Dánjal ráddi frá, at gjørt varð á hendan hátt, men tað varð ikki lurtað eftir honum. Tað vísti seg eisini, at tá Poppy kom út í opnan sjógv við rulli, skræddi annar motorurin seg leysan, og flogfarið sakk á 48 metra dýpi úti á Gøtuvík. Hetta sá rættuliga vónleyst út, tí nevnda dýpi er á markinum fyri tí, sum vanligir kavarar kunnu arbeiða. Men Dánjal vildi tó ikki geva skarvin yvir, tá hann skilti, at tað kundu vera týdningarmiklir upplýsingar umborð á flogfarinum. Hann fyrireikaði seg væl og gjørdi m.a. ein stiga úr ketu og við trinum úr timbri. Orsakað av tí stóra djúpinum, máttu tvey lið við seks monnum á hvørjum liði skift­ ast um at pumpa luft niður á botn Fyrr vóru tað bretsku hermenninir sjálvir, sum vitjaðu aftur. Nú eru tað teirra børn og abbabørn Bretska »hersetingin« er ikki av enn! Lovat Scouts hermenn Jessie og Colin nú tey vóru í Føroyum