mikudagur 25. juli 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Jóannes Skaale doyði herfyri. Tað er nógv skrivað um hann. Men komandi Miðvika
verður um mammu hansara, Jóhonnu Matheu, sum eins og Jóannes var eitt
merkisfólk.
til Dánjal. Pumpan var annars bert
gjørt til kaving á 24 metra dýpi, og
tá kravdust heldur ikki so nógvir
mans til at pumpa. Fyri at geva
pláss fyri teimum seks monnunum,
mátti Dánjal gera aðrar longri
armar á kastinum, sum varð nýtt
til at vinda pumpuna.
Dánjal mátti enn einaferð gera
fast á flogfarið. Hjá einum kavara
er umráðandi ikki at koma ov
skjótt upp í sjógvin fyri at sleppa
undan kavarasjúku, sum kann vera
deyðilig. Tíðin kavarar skuldu nýta
at koma upp valdaðist bæði dýpið,
og hvussu leingi, teir høvdu verið á
botni. Tíðin at koma upp skuldi tí
vera úr hálvum til tveir tímar. So
tá Dánjal fór upp gjøgnum stigan
ansaði hann eftir, at støðga á fyri
hvørt trin, hann tók. Hann taldi til
eitt vist, áðrenn hann tók eitt trin
afturat. Hetta gekk av besta slag.
Ein trolari hivaði flogfarið upp,
so tað hesa ferð hekk loddrætt við
øðrum veinginum longs skipssíðuni.
Síðan varð flogfarið sleipað til
Klaksvíkar, hagani tað varð sent við
farmaskipinum Lanrick til Leith í
Skotlandi.
Forfylgdur í Bretlandi eftir
at hava bjargað túsundum
Tað kundi tykjast løgið, at bret
arnir gjørdu so nógv burtur úr
at bjarga hesum flogfarinum. Vit
skulu heilt fram til 1974 fyri at fáa
orsøkina. Bretarnir høvdu vónað
at fáa eitt óskatt Enigmatól og
kanska annað tilfar við, so teir
kundu koma longur við at bróta
tað loyniligu kotuna, sum týsk
flogfør og kavbátar nýttu, tá teir
samskiftu við basurnar heima. Eitt
slíkt Enigmatól fingu teir annars
9.mai 1941, tá bretarnir tóku týska
kavbátin U110 út fyri Hebridurnar.
Tá fingu teir fatur í koturnar og
hetta fekk stóran týdning fyri
gongdina í bardaganum.
Júst hetta við Enigmatólinum
hevði stóran áhuga hjá Colin. Tann
sum fekk brotið hesa kotuna var
Alan Turing. Hetta merkti, at
bretar kundu fylgja við ætlanunum
hjá týsku flogførunum, og harvið
kundu teir betri verja seg móti
teimum.
Turing var eitt matematiskt
flogvit, sum gjørdu tað, sum eingin
annar kláraði. Colin heldur, at
Turing bjargaði mongum túsund
mannalívum í Bretlandi. Hann var
eisini við til at leggja grundarlagið
fyri tí teldutøkni, vit kenna í dag.
Men hann fekk eina sera tunga
lagnu. Aftaná kríggið kom tað
fram, at Turing var samkyndur.
Hetta var tá ólógligt í Bretlandi.
Hann varð settur á allar møguligar
svartalistar, eins og hann varð
noyddur í “viðgerð” fyri sítt frávik.
Trýstið á hann var so stórt, at hann
beindi fyri sær sjálvum í 1954.
Hansara søga er nú komin fram,
og fólk í Bretlandi eru øst um ta
viðferð, sum tað almenna Bretland
kundi geva eini slíkari hetju.
Beint nú er ein undirskriftsinn
savning í gongd í Bretlandi við tí
endamáli at geva Turing uppreisn.
Hildið verður, at hetta eigur heilt
ítøkiliga at verða gjørt við at seta
hansara mynd á ein komandi 10
punds peningaseðil.
Colin er ein av teimum ítastu at
stuðla hesum máli, og nógv túsund
hava skrivað undir.
Áhugin fyri Føroyum
Jessie býr saman við manninum,
David, í Invergordon í Skotlandi.
Frá sínum uppruna í Hebridunum
hevur hon áhuga fyri tí gæliska
málinum, sum hon dugur. Maðurin
skilir tað, men tað knípir við at
tosa.
Sonurin hevur lítlan áhuga!
Hann býr annars í Inverness, har
hann arbeiðir í skotsku meginfyri
sitingini. Hann er giftur og eigur
tríggjar smádreingir.
Jessie kom fyrstu ferð til Føroya
í 1989. Tá hevði hon fleiri lutir við
sær, sum hon lat táverandi krígs
savninum í Havn. Tey hava hesa
ferð vitjað krígssavnið í Vágum, og
tey hava lovað tí eitt Lovat Scout
bringumerki,
sum
liggur
eftir
Archie.
Jessie var aftur í 1999, og hesa
ferð er hon sum sagt komin saman
við soninum. Tey eru fegin um at
koma til Føroyum.
Jessie hevur ymisk sambond í
Føroyum. Tá ið hon var her fyrstu
ferð, fekk hon samband við Donald
MacKay í Funningi, sum eisini var
Lovat Scout hermaður í Føroyum.
Hann kom eisini til Føroya í 1940
men fór avstað aftur. Seinastu
krígstíðina var hann í Italia og varð
illa særdur.
Hann kom aftur til Føroya í
1949 at giftast. MacKay er deyður
nú, men nú eru tað børnini Hildu
og William, tey vitja. MacKay var
annars vaktarmaður hjá bretum
í Havn, tá ið Lincoln City varð
bumbaður.
Tað var áhugavert at hitta
tey bæði. Eisini tí tað eydnaðist
at fáa enn eitt íkast til bretsku
hersetingarsøguna.
Eisini
tær
myndir, sum eru við í hesi grein, eru
frá teimum. Heim við sær høvdu tey
eisini okkurt, sum tey ikki kendu
frammanundan.
Archie á varðhaldi í London
eftir at hava verið Føroyum
Lovat Scouts hermenn saman við
manningini á týska flogfarinum
saman við Lovat Scouts
hermonnum. Teir eru frá vinstru
Jimmy Hadem Paisley, nærindis
Glasgow, Willie MacPhersson frá
Fort William, Hugh MacDonald
frá Kyles North Uist, Hebridurnar,
umrøddur í greinini, hann er nr.
2 frá h. og Norman MacDonald
eisini frá North Uist. Í Stríðsárini
hjá N.J. Arge bind 2 er Hugh
eisini við á eini mynd. Hetta er
niðara myndin á síðu 64. Her er
Hugh hermaðurin longt t.h.
Mynd hjá Archie. Hvørji
munnu hesi vera?
Archie er hermaðurin standandi uttast vinstrumegin.
Kennir nakar kvinnuna á myndini
Hermenn á rossabaki