Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Flytingarvindeygað afturlatið: Nógvir leikarar skiftu felag Fótbóltur Omanfyri 30 leikarar hava í júst afturlatna flytingarglugganum valt at skifta til annað felag. Upp ímóti einari helvt eru føroyskir leikarar, sum koma uttanlands frá og heim Pætur Albinus Summarsins flytingarvindeyga í fótbólti, har leikarar hava loyvi at skifta ímillum feløgini, er nú latið aftur. Tað gjørdi tað mánadagin á midnátt. Sum vera man hava nógv feløg nýtt høvi at ogna sær nýggjar leikarar, sum kunnu styrkja um hópin, nú farið verður undir seinnu hálvu í verandi kappingarári. Næstan ein helvt, t.e. 12 av 32 flytingum, eru føroyskir leikarar, ið koma úr útlendskum felagi og til Føroya. HB vil tað øðrvísi Um hugt verður at Effodeildini, so er HB tað felagið, ið hevur verið mest virkið í hesum flytingar­vind­ eyganum. Teir eru eftir øllum at døma illa nøgdir við eitt fimta pláss og hava framt nakrar broytingar í hópinum. Høgni Midjord, sum undan kappingarárinum kom úr B71, hevur fingið lítið av spælitíð á vonginum í ár og er nú skiftur til FC Suðuroy rest­ina av kappingarárinum. Hin­ vegin hevur HB skrivað undir við tríggjar leikarar, sum allir áður hava spælt á føroyska landsliðnum. Nevniliga Johan Troest Davidsen, sum kann brúkast í allari verju­ ketuni og ímóti NSÍ sunnudagin spældi á høgra bakki, kreativa mið­ vallaran Rókur av Fløtum Jespersen og vongleikaran Rógva Poulsen. Hesi báðir seinnu nevndu hava áður spælt í HB. Póllendski málverjin hjá HB, Marcin David, sum fór úr felagnum undan hesum kappingarárinum, hevur nú loksins fingið leysgivið sítt spæliloyvi úr HB. Tað liggur nú norska felagnum FK Sykkelven. NSÍ góðan styrk Eitt felag, sum eins og HB hevur verið virkið í hesum flytingar­ vindeyganum, er NSÍ. Eingin hevði væntað sær nógv av NSÍ, sum varð rakt av nógvari frágongd undan kappingarárinum, men Kári Reyn­ heim hevur av álvara framt eitt megnaravrik sum venjari og smíðað eitt ungt lið saman, sum kann hótta eitthvørt lið í Effodeildini. Seinast fingu teir svørt-gulu ein 4-2-sigur í Gundadali ímóti HB. Avrikini hava uttan iva havt eina dragandi ávirkan og hevur verið við til, at NSÍ nú aftur hevur fingið nakrar navnframar leikarar í hópin. Talan er um landsliðsleikararnar Pól Jóhannus Justinussen og Vil­ jorm Davidsen, sum báðir eru uppvaksnir í júst NSÍ. Teir eru komnir úr ávikavist AaB og FC Fyn í Danmark. Teir yngru skifta Listin av leikarum, sum hava skift í hesum flytingarvindeyganum, er mest fyltur við nøvnum av ungum leikarum og leikarum, sum spæla í lægri deildum. Ikki færri enn 12 av teimum flytingunum eru úr útlendskum feløgum og heim til føroyskt felag, helst sum úrslit eftir lokið skúla- og fótbóltsuppihald í útlondunum. Fleiri ungir leikarar, sum hava fingið heldur lítið av spælitíð í felagi sínum, eru í sátt og semju við felagið farnir at royna seg av í øðrum felagi í eini roynd at fáa meiri dystir í beinini. Eitt nú kunnu nevnast Høgni Midjord (HB til FC Suðuroy), Hørður Askham (B36 til 07 Vestur) og Ari Ó. Ellingsgaard (NSÍ til ÍF). Flytingargluggin letur upp aftur hósdagin 27. desember 2012 og verður opin til 21. mars 2013. Síðani letur gluggin upp aftur mánadagin 24. juni 2013, og letur hann aftur mánadagin 22. juli 2013. albinus@sosialurin.fo Navn Frá Til Ari Ó. Ellingsgaard: ....................NSÍ ÍF Jon Volf Andersen: .....................HIK (DK) B68 Hørður Askham: .........................B36 07 Vestur Philip Djordjevic:.........................KÍ Víkingur Høgni Midjord: ............................HB FC Suðuroy Jóhan Troest Davidsen: .............Aarhus Fremad (DK) HB Rókur av Fløtum Jespersen: ....ÍF Føroyar (DK) HB Rúni Jensen: .................................07 Vestur MB Bergur Johannesen: ....................ÍF NSÍ Jann Julian Benjaminsen:...........B68 NSÍ Jóhannus Hansen: .......................B68 NSÍ Andras Dalbø: ..............................EB/Streymur Víkingur Andre Magnussen: ......................EB/Streymur Víkingur Dann Akursmørk: .......................AIA Tranbjerg (DK) KÍ Hildar Akursmørk: .....................AIA Tranbjerg (DK) KÍ Henning S. Joensen: ...................07 Vestur MB Marcin David: ...............................HB FK Sykkelven (NOR) Ovi Brim: .......................................ÍF Føroyar (DK) B68 Pól Jóhannus Justinussen: ........Aalborg BK (DK) NSÍ Rógvi Poulsen: ............................ HB Brian Olsen: .................................EB/Streymur 07 Vestur Niels Juul Eiriksson: ..................NSÍ Víkingur Edith Maria Samuelsen: ............FC Suðuroy HB Rakul Jógvansdóttir: .................Aberdeen FCL (SKO) AB Frits Marius Eið: ..........................Vejle Kemmeraterne (DK) ROYN Jóannes Larsen: ...........................Undrið FF KÍ Ása H. Christiansen: ...................ÍF Føroyar (DK) HB Svava Vestergaard: ....................ÍF Føroyar (DK) FC Suðuroy Margar Toftegaard: ....................ÍF NSÍ Viljormur Davidsen: ...................FC Fyn (DK) NSÍ Tórður Thomsen: ......................... ÍF Heri Nesá: ..................................... ÍF Skifti Johan Troest Davidsen valdi HB, tá ið hann flutti heim aftur at spæla Mynd: Álvur Haraldsen