mikudagur 25. juli 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jón í London:
Pál er ísakaldur
OL Um vikuskiftið komu Pál Joensen og Jón Bjarnason til OL býin í London. Pál
skal í hylin á fyrsta sinni 28. juni og Jón Bjarnason letur væl at fyrireikingunum
Tróndur Arge
Pál Joensen og Jón Bjarnason eru
nú farnir undir seinastu fyrireik
ingarnar til Olympisku leikirnar.
Teir komu til OL býin sunnudagin
saman við restini av danska OL-
svimjuhópinum, sum hevur verið á
venjingarlegu í Rijeka í Kroatia.
Pál Joensen og Jón Bjarnason
skulu búgva í OL býnum, sum skal
húsa áleið 17.000 øðrum fólkum,
sum á ein ella annan hátt eru partur
av OL. Trygdin er eisini í hásæti.
– Tað er øgiliga stórtsligi. Tað
eru nógv trygdarfólk og tað er ringt
at koma út og inn úr OL býnum.
Tað er sum at vera á flogvøllinum,
har alt verður kannað áðrenn tú
sleppur víðari. Tú skalt tøma lum
mar og avlevera taksur og annað,
sum so verður skannað. Tað eru
heldur ikki hvør sum helst, ið
kannar teg. Tað eru herðmenn, sum
eru komnir heim úr Afganistan, ið
ætlaðu sær heim til familjuna, men
nú mugu standa á vakt, forklárar
Jón Bjarnason, venjari hjá Páli.
Tað at trygdin er í hásæti kann
fáa eina ávirkan á fyrireikingarnar.
Tað tekur tíð at koma úr OL býnum
og tí er planlegging lykilin.
– Tað kann koma at fáa eina
ávirkan um vit eitt nú skulu tosa
við miðlarnar, tí so verða vit noyddir
at ganga allan vegin út, tí tú sleppur
ikki at koyra gjøgnum trygdarøkini.
Tí verður tað neyðugt at planleggja
so at vit kunnu fáa fleiri flugur við
eitt smekk, og práta við fleiri miðlar
í senn, sigur Jón Bjarnason
Pál Joensen venur í løtuni í eini
fyribils svimjihøll við 30 langbana
geilum, ið er sett upp til endamálið.
– Fyrireikingarnar hava gingið
ógvuliga gott. Tær hava verið uttan
nakrar stórvegis trupulleikar. Vit
venja saman við eitt nú USA og
Avstralia, eitt sindur avsíðis frá
hinum, men umstøðurnar eru
frálíkar, sigur Jón Bjarnason.
Avslappaðir menn í London
Í fýra ár hava Pál Joensen og Jón
Bjarnason miðvíst vant fram móti
OL. Tí kundi hugsast at tað stóð
nógv á Páli nú, men so er ikki.
– Tá vit byrjaði at venja neyvt
móti OL vandi Pál nógv og var
troyttur. Hann vandi millum annað
styrki venjing tvær ferðir um dagin.
Tá var hann eitt sindur nervøsur,
men vit hava tosað um tingini og
hann er ísakaldur nú. Hann er so
ísakaldur, at hann kom forseint til
bussin í morgun, sigur Jón skemt
andi og leggur aftuat at tað er tekin
um at Pál er púra róligur nú OL
leikirnir nærkast.
Eisini Jón sjálvur er avslappaður
rundan um støðuna, nú tað stundar
til fyrstu svimjingina, sum verður
28. juni.
– Løgið nokk, so eri eg sera av
slappaður, men eg bleiv eitt sindur
spentur tá tað byrjaði at ganga væl
á venjingarleguni í Kroatia. Eg havi
góðtikið at hetta er krúnan á
verkinum og eg verið sjálvandi
spentur tá eg skal standa á síðuni
meðan Pál svimur, sigur Jón
Bjarnason.
Bjarnason ikki selt
bjarnaskinnið
Tá samrøðan fellur inn á vónirnar
hjá Páli vil Jón Bjarnason ikki selja
skinnið fyrr enn bjørnin er skotin,
men hann hevur góðar vónir.
– Eg fari ikki at selja skinnið
áðrenn bjørnin er skotin, men tað
sær lovandi út. Hann hevur lætt við
at svimja skjótt og vit fara at royna
at koma í 400 metra frí finaluna.
Hetta er ikki hannsara besta grein,
men vit trúgva upp á at hann kann
klára tað, sigur Jón Bjarnason.
Pál Joensen hevur gjørt greitt, at
tað er í 1.500 metra frí svimjingini,
at hann ætlar at gera bart. Tí verður
400 metra frí svimjingin, sum er
tann fyrsta, mett sum ein upphitini.
Tó vónar Jón at Pál kann koma í
finaluna alíkavæl.
Jón Bjarnason hevur ikki hugt
so nær at mótstøðuni og roynur at
halda síni egnu kort tætt at kroppi
num.
– Eg havi ikki hugt nærri at mót
støðuni enn at vit vita hvat hinir
koma við, og hvat teir kunnu. Sjálvir
royna vit at goyma okkum eitt
sindur og halda kortinum tætt at
kroppinum. Men vit kunnu ikki
stýra hvat hinir kunnu, so vit halda
ikki eyga við teimum meir enn tað,
sigur Jón Bjarnason at enda.
Fyrsta svimjingin hjá Páli verður
28. Juni, tá verður innleiðandi
umfarið í 400 metrar frí.
trondur@sosialurin.fo
Hann er so ísakaldur, at hann
kom ov seint til bussin í morgun
Jón Bjarnason um Pál
Løgið nokk,
so eri eg sera
avslappaður
Jón Bjarnason
SKRÁIN HJÁ
PÁLI JOENSEN
Leygardagin, 28. juli:
Kl. 10.47: 400 m frí, innleiðandi
Kl. 19.49: 400 m frí, finala
(treytað av, at hann svimur seg víðari)
Týsdagin, 31. juli:
Kl. 11.17: 4x200 m frí, innleiðandi
Kl. 20.47: 4x200 m frí, finala
(treytað av, at hann svimur seg víðari)
Fríggjdagin, 3. august:
Kl. 10.23: 1500 m frí, innleiðandi
Leygardagin, 4. august:
Kl. 19.36: 1500 mr frí, finala
(treytað av, at hann svimur seg víðari)
Veddingarfyritøkurnar trúgva
ikki upp á heiðursmerki til Pál
Skulu vit trúgva veddingarfyri
tøkunum Bet365, Sportingbet og
Bwin, so vinnur Pál Joensen ikki
heiðursmerki til OL leikirnar í
London.
Bet365 hevur Sun Yang sum
stórfavoritt til odds 1.20. Pál
Joensen er styrkismettur sum
nummar seks saman við Andrew
Gemell og Gregorio Paltrinieri
til odds 26. Tað vil siga at tú fær
pengarnar 26 ferðir aftur um
Pál vinnur. Frammanfyri teir
eru Taehwan Park odds 7, Ryan
Cochrane odds 13, Gergo Kis
odds 19 og Oussama Mellouli
odds 21.
Sportingbet hevur eisini Sun
Yang sum stórfavoritt til odds
1.22. Styrkismetingin hjá teimum
er álei tann sama, men oddsini
upp á ein sigur til Pál Joensen er
upp á heili 41.
Bwin hevur Pál Joensen
styrkismettan sum nummar
fimm saman við Gergo kis
Daniel Fogg til odds 21. Eisini
her er Sun Yang stórfavorittur
til odds 1.15.
OL
Pál Joensen venur í løtuni í eini fyribils svimjihøll við 30 langbana geilum, ið er sett upp til endamálið.