Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 51 - 13. mars 2004 Nr. 51 - 13. mars 2004 21 Niels Olaf Eyvindsson Sagt verður, at tíðin er broytt, men enn tykist tað mær at nøkur liva í einari aðrari tíð. Eg ivist eitt sindur, um tey ikki liva áðrenn okkara tíðarrokn- ing. Sagt verður, at vit hava heimsins bestu rættarskip- an. Ein er ósekur, líka til ein er funnin sekur og dømdur. Tað er ein av hornasteinunum í okkara rættarskipan. Ein annan hornasteinur er, at tá ein hevur sitið sín dóm kann ein ikki lastast fyri sínar gerðir, ið ein er dømdur, og hevur bøtt, fyri. Hví ákæra fólk uttan fyri rættardyr og ikki føra tey inn um dyrnar? Hví ikki draga tey í rættin, skjalprógvað sína ákæru móti teimum og fáa tey dømd? Tað er jú har brotsmenn og -kvinnur hoyra heima ella rættari sagt hava hoyrt heima í gjøgnum tíðirnar! Hví ikki lata rættarskip- anina ákæra og døma brots- menn og -kvinnir? Hví eru enn fólk, ið ikki hava fatað, at vit hava heimsins bestu rættarskip- an? Hví eru enn fólk, ið ikki vita, at einhvør er ósekur, líka til ein er funnin sekur og dømdur? Hví eru enn fólk, ið døma onnur? Er tað ikki tað, vit hava dómsvald og dómstólar til? Hví verða fólk tilsvínað, ákærd og dømd uttan rætt- arsøk, hetta ger seg serliga galdandi av ávísum miðlum í okkara lítla samfelagið? Er tað ikki tekin um at ein ella annar vil spæla »sjálvtøku-rætt«? Eg spyrji bara!! Hví skal so ein, ið hevur sitið sín dóm, ikki lastast fyri sínar gerðir? Svarið er einfalt - við- komandi hevur sitið sín dóm og er aftur reinur og fríur. Talvan er vaskað rein, og ein kann byrja aftur - antin í sama spori ella finna eitt nýtt spor at ganga eftir. Hvør vil dømast uttan rættarsøk og uttan møgu- leika at verja seg í rættin- um? So leingi vit liva í einum siviliseraðum rættarsam- felag, so mugu vit halda okkum til tær niðurstøður, sum rættur og ríkisadvo- katur koma framm til, til einahvørja tíð. Er rætturin komin til eina niðurstøðu, so er tað fullkomuliga líka vítt, í hvønn mun Per ella Pól hava eina aðra meining. Tíverri hava vit her í Før- oyum, fólk, sum hava tikið sær rættin at verða rætt- vísins apostlar - tó higartil einans til stóran ampa fyri nógvar føroyingar. Hesir apostlar hava verðið við at døma seg sjálvan. Ikki sørt láturligt má sigast, men tó halda hesi á at chikanera fólk dag og dagliga. Tað mátti verið ikki sørt ørkymlandi at sæð flestu fólk ganga av vegnum fyri einum, ella undan einum, fyri at umgangast ein, ístaðin fyri at siga góðan dagin, hvussu gongur, ella bert heilsa siðiliga uppá ein. Hergeir Nielsen Á tingfundinum onsdagin varð løgmaður spurdur, um hann ætlaði at fáa kanning- arnar av køldu fortíð okk- ara eystanfyri aftur á beint, og um so skuldi verið, varð løgmaður spurdur, hvussu hann kundi hugsað sær at gjørt hetta. Men tíverri vísti løgmað- ur seg at hava lítið upp á hjarta í hesum máli. Sum vit vita, so er granskingarúrslitið av Før- oyum undir kalda krígnum lagt úr hondum. Granskarin sigur, at hann ikki hevur fingið nóg nógv burturúr kanningum sínum í Moskva, tí russisku mynd- ugleikarnir hava ikki vilja veitt honum neyðuga inn- litið í skjalagoymslurnar hjá fyrrverandi Sovjetsam- veldinum. Kortini er granskarin komin út við rúgvismiklum tilfari, og hevur ma. endur- tikið tað, sum føroyskir granskarar hava lagt úr hondum. Harafturat er hann komin við ikki nóg væl grundgivnum og ikki vís- indaliga prógvaðum skuld- setingum og illgitingum mótvegis navngivnum per- sónum. Í sínum uppruna er tað eitt álvarsligt mistak at biðja danir skriva søgu Føroya, og rímiligt hevði tí verið, um løgmaður sum skjótast ásannaði, at granskarin ikki maktaði uppgávu sína. Skilligt er, at frágreið- ingin verður lisin av fjøld av útlendingum, sum ikki duga at meta um virðið í hesum granskingararbeið- ið. Hinvegin eigur málið ikki at støðga her. Vísandi til galdandi avtalur millum norðurlond og Rusland um kanningar av hesum slagi kundi landsstýrið vent sær til eitt norðurlendskt ríkis- skjalasavn og biði um eina tænastu frá teimum á hes- um øki. Verður hesin leistur nýtt- ur, ber eisini til hjá før- oyskari søguvísund at vera umboðað í hesi gransking. Tíverri hefti løgmaður seg lítið við hesi hugskot. Ílatin viljan hjá Fólka- flokkinum vísti hann seg ikki at hava stórvegis hug til at gera nakað við hetta álvarsmál, sum undan- maður hansara setti í verk eftir uppskrift frá blað- stjóranum á Dagblaðnum. Finnleif Guttesen Tvøroyri Hesin tanki sýnist at vera frammarlaga hjá fleiri po- litikarum, búskaparfrøð- ingum og øðrum við. Hví hevur so lítið nýtt virksemið, hjá vinnuni og landið, vunnið frama tey seinastu 6-8 árini, har at kalla øll viðurskifti hava verið jalig og inntøkan hevur verði góð? Hetta er kanska ikki so ringt at skilja. Hví gera broytingar, tá ið tað gong- ur væl? Hví finna uppá nakað annað? Nú eru útlitini daprari, og tá er løtan, at nakað má gerast. Við búskaparligu útlitinum, sum nú eru, vera krøv um broytingar bráðneyðug. Citat eftir grein hjá Kjartan Hoydal í Fregnum nr.7. 2004. Stjórin á Menningar- stovuni sigur í Dimmu nr. 45, at nýhugsan skal til, - at tað er luturin hjá vinn- uni, og at eingin stuðul skal latast. Gud viti, hvat vit skulu hava Menning- arstovuna til, við so stirvnari hugsjón. Við hugsjónunum hjá hesum báðum og øðrum við, so skal land og fólk pínast niður, áðrenn nak- að nýtt virksemi kemur her á landið. Hesir hava ikki stóra tiltrúgv til tað fólkið, sum býr á hesum klettum og teir politikarar, sum hava verði og eru valdir á ting. Men, hava teir kanska rætt í sínum mistreysti um politikarar og vinnulívs- fólk, tá ið vit hyggja eftir hvussu lítið nýtt er komi av skafti tey seinastu 6 árini, sum hevur verði ein gulltíð í Føroyum? Eg vóni tað ikki. Politikarin má ganga á odda Politikarin er noyddur at ganga fremst og gera upp við gamlar tankar um, at alt er líka umráðandi. Alt er umráðandi, ja, men fyri at koma víðari eru teir noyddir at satsa uppá umráðir, sum skal tryggja framtíðina hjá okkum øllum. Um politikararnir ikki tora at taka møguleikan nú, uttan at tað er neyð og vesaladómur, so fáa vit eitt land uttan vøkstur og tá verður tað ein vanlukka fyri okkum øll. Landið skal stuðla Mær vitandi er tað ikki nógv landið stuðlar íverk- setarum, hetta má broyt- ast, so at landið stuðlar íverksetarum munandi og tað skal verða soleiðis, at sjálvt um ein fer á heysin, so skal tað verða lætt at byrja av nýggjum. Við hesum hugburðin- um fáa vit eina íverkset- aramentan, sum stuðlar nýggjum og verandi íverksetarum, og harvið vøksturin í landinum við nýggjum og neyðugum vinnum. Hesar reglur eru gald- andi í nógvum londum rundan um okkum, frá Finnlandi til California, og hava haft nógv góð úrslit við sær t.d. Nokia í Finnlandi og kt- og biotek í California. Tey goyma seg Vit hava nógv gávað fólk í Føroyum, tað er eingin ivi um tað, men tey goyma seg, tá tey hoyra frá øðrum við einum góðum hugskotið, hvussu tey hava runni frá Heró- dus til Pilatus fyri at fáa fígging. Tí skal tað í byrjanini vera landið, sum letur munandi fígging. Landið skal ikki fíggja í ov langa tíð, áðrenn teir vanligu fíggingarstovnar og feløg taka yvir, men landið skal tora at missa nakað, tí tað vil verða smápengar sam- anborið við hvat kann vinnast, tá í rættar íløgur eru gjørdar. Latum onnur koma framat Tað er eingin orsøk til, at land og fólk skulu pínast niður, sum ávísir politik- arar, búskaparfrøðingar og onnur halda, fyri at nýggjar vinnur skulu síggja dagsins ljós í Før- oyum. Nei, broyt heldur tey smáu kongadømini í tí al- menna og privata sek- torinum, skift fólk út og flyt tey í annað starv, hesi, sum hava siti alt ov leingi í sama starvið og tí ikki hava nakað nýtt at bjóða í verandi starvið. Latum onnur koma framat, sum hava hug- sjónir um, at sjálvsagt kunnu vit fáa nýggjar vinnur her á landið, bæði tá tað gongur gott og tá ið tað gongur illa. Hans Birgir Hansen Ps. Íverksetari í føroyskum bløðum Eg eri sannførdur um at genteknologiin er upprunin til klovning av djórum og menniskju á fosturstøði í skapar grundarlagið, fyri tveimum ella fleiri, eins djórum og menniskjum! Eg eri sannførdur um, at genteknologiin og klovning av djórum og menniskjum, er upprunin til einstátta fyriskipa lív, djórum og menniskjum, ið stýrd eru av teim, sterku peninga- kreftum! Eg havi áður fingið kunnleika, hvussu heimur- in gjørdist offur fyri einari heimsumfatandi saman- svørjan, tá eg havi lisið bók hjá Gary Allen: Ongin torir kalla tað samansvørjan. Eg havi áður frætt um hvat endamálið er, við gen- splejsaðum matvørum, og hvørs slíkt hevur til enda- máls, at ávirka genetisku arvaeginleikar, djór og menniskju, ið vil broyta áðurnevndu! Eg síggi hvussu álvars- liga statt tað er tá størsti parturin av øllum ættarlið- um, av føroyingum ikki hava nakra sjálvstøðuga hugsan, tá øll dagliga lýða harraboð teim valdstyst- andi! Eg eri glaður fyri, at ein er settur uttanfyri, heila- dálkan, vaskan, indoktri- nera, av sinnalagnum um- skapan til menniskjaligan robott við tómari og inni- haldsleysari tilveru í dag. Eg kenni upprunan til skaðiliga ávirkan í peda- gogik, psykologi, psykiatri, hevur innan fyri uppaling og frálæru og undirvísing ið eg áður havi umrøtt í lesarabrøvum í bløðunum! Eg havi sjálvur verið off- ur fyri eini røð av kenslu- drápum og samansvørjan- um, ið ikki hava givið arvafíggindum tey úrslitini hesi væntaðu, ið tæna teim samansvornu kreftum við fleiri! Eg kann siga at pedagogik, psykologi, psykiatri, er høvuðsupp- runin til ófriðarlig børn, ungdómar, tilkomin og til skipa harðskap, kriminali- tet, slagsmál, stuldur, inn- brot v.m. Eg havi áður funnist harðliga at fakligu útbúgvingum teir ið eru barnauppalarar, pedagogar, hjálparfólk, lærarar, sálar- frøðingar, læknar, sjúkra- systrar, teologar, politistar v.m. Djóraroyndir eru fyri- myndin, børn, ungdómum og tilkomin eldri fólki, ið ikki klára stýra sínum egnu hugsanum, atburði, hug- burði, málburði, hvat ið øll tey ófriðarligu avdúka í dag! Tað er gott at kunna økja neyðuga innlit, forstáilsi, tilvitan í øllum tørva at síggja samanhangandi heildarskipan og støðuna, og hvat gongur fyri seg aftan gardinur í dag! VIÐMERKINGAR Skulu land og fólk pínast niður, áðrenn nakað nýtt virksemið sær dagsins ljós? Rættarskipan – Rættar sjálvtøku) skipan Føroyar undir kalda krígnum Genteknologi, klovning, dýr og menniskju? Heimamissiónsfor- lagið hevur givið út nýggja barnabók. Tal- an er um fýra smáar bøkur í eini eskju BÓKAÚTGÁVA Eskjan eitur »Mín lítla Bíb- liueskja«, og bøkurnar eru: Smáar bønir Bønir, beinleiðis úr Bíbli- uni, sum til dømis: Tosa við meg, góði Gud. Eg vil liva mítt lív fyri teg, og eg lurti eftir, hvat tú hevur at siga mær. Bøn Sámuels úr 1. Sám. 3,10 Smáir sálmar Sálmar beinleiðis úr Bíbli- uni, sum til dømis: Góði Guð, Lær meg hvat tú heldur vera rætt og rangt, og eg skal lýða. At gera tað rætta fer at geva mær gleði. Tað fer at geva mær størri gleði enn allir heimsins pengar úr Sálma 119,33-36 Smáar signingar Signingar beinleiðis úr Bíb- liuni, sum til dømis: Guð signi teg og taki sær av tær. Guð veri góður ímóti tær, og hjálsamur í tí góða. Guð sær teg í kærleika og gevur tær sín frið. úr 4. Mós. 6,24-26 Smá orðatøk Orðatøk beinleiðis úr Bíbliuni, sum til dømis: Vís virðing fyri teimum gomlu. Tey eru týdningar- mikil, og tú mást vísa tað í tínum aburði mótvegis teimum. úr 3. Mós. 19,32 Bæði bøkurnar og eskjan eru vakurt prýddar við myndum. Edward Poulsen hevur týtt innihaldið úr enskum. – Bøkurnar kunnu verða ein góð hjálp hjá vaksnum, tá tey skulu læra børnini at skilja tað, sum stendur í Bíbliuni, sigur Heimamiss- iónsforlagið. Nýggj fløga við bólkinum Enekk FLØGUÚTGÁVA Fjórða fløgan hjá bólkinum Enekk er nú komin út. Hon ber heitið »Meðan vit nærkast jørðini«, og á fløg- uni eru níggju sangir og fýra instrumentalløg. Óli Olsen og Kári Sverr- isson hava gjørt øll løgini uttan eitt, ið Kári Sverris- son og Magnus Johannes- sen hava gjørt. Flestu tekstirnir eru ný- skrivaðir tekstir á føroysk- um hjá Kára Sverrissyni, men týddir tekstir hjá trim- um útlendskum yrkjarum verða eisini nýttir: yrkjar- arnir eru Federico García Lorca, Snorri Hjartarson og Arseniy Tarkovsky. Tey, ið eru við á fløguni, eru: Óli Olsen, flygil og rhodes - Kári Sverrisson, sang og kassagittarar - Mikael Blak, kontrabass og akkustiskan bass - Heðin Z. Davidsen, ravmagnsgittar - Rógvi á Rógvu, trummur og ásláttur - Anelia Blago- eva Philbrow, upplestur - Pete Tilley, jarðarlúður - Unn Paturson, sang - Valeri Dimchev, tambora og Desi- slava Dimcheva, sang. Fløgan er upptikin í Út- varpshøllini, Norðurlanda- húsinum og á Argjum og varð lutvíst ljóðblandað á Argjum og lutvíst í Air Play Studios í Århus. Upptøku- fólk vóru Jan Zachariassen, Jónheðin Tróndheim og Jónas Bloch Danielsen. Ljóðblandarar vóru Árni Bergmann, Jonas Møller og Jónheðin Tróndheim. Justin Philbrow og Kári Sverrisson gjørdu húsan, og fløgan er margfaldað í Týsklandi. Mentanargrunnur Lands- ins, Fjølrit, FØT og Gram- ex stuðlaðu útgávuni. Tað er Tutl, ið stendur fyri útbreiðsluni av fløguni. Enekk nærkast jørðini Mín lítla Bíbliu eskja Óli Olsen og Kári Sverrisson hava gjørt øll løgini uttan eitt, ið Kári Sverrisson og Magnus Johannessen hava gjørt Eskjan við teimum fýra bókunum kostar 89 krónur C M Y K 21 20 BERGEN-CRUISE Fyri hvønn Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á hotelli í Bergen í dupult- kamari við wc/bað. Eykaprísur er fyri onnur kamarsløg 1.260,- Farið verður av Havnini hóskvøld og komið verður til Lerwick fríggjamorg un kl 8.30. Í Het- landi hevur tú uml. 2½ dag at hugna tær í. Farið verður avstað aftur sunnukvøld og kom- ið verður á Havnina mánamorgun kl. 6.00. Í Hetlandi er vøkur náttúra og hóp in av áhuga verdum støðum at vitja. -CRUISE Fyri hvønn Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á hotelli í Hetlandi í dupult- mari við morgunmati. ykaprísur er fyri onnur kamarsløg 1.500,- BERGEN – býurin millum tey sjey fjøllini. Lítandi o fjallinum Fløjen, spákandi niðri á bryggj uni fram við gomlu litríku timburhúsunum, ella hvar vit enn eru, so er Bergen ein sera vakur og hugtakandi býur. Havið hevur í øldir knýtt býin til umheimin og gjørt Ber gen til ein miðdepil fyri samhandil og ment an. J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Mini-Cruise úr 600,- Loyv tær eina hugna liga Mini-Cruise ferð við Norrönu Prísirnir eru hesir: 4-koyggjukamar við wc/bað, innv. kr. 600,- 4-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 700,- 3-koyggjukamar við wc/bað, innv kr. 800,- 3-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 900,- 2-koyggjukamar við wc/bað, útv. kr. 1000,- Prísurin fatar um ferð fram og aftur á farleiðini Tórs- havn-Hanst holm, Tórshavn-Bergen ella Tórshavn- Seyðis fjörður (matur og drykkju vørur ikki íroknað). cruise-ferð um. MINI-CRUISE Á túrinum 25/3 til 29/3 spæla HAVKALLAR við Ronnie Nielsen, Sámal Ravnsfjall og Kolbein Simonsen Ferðirnar eru galdandi restina av vetrar sigl ingar skeiðnum, t.v.s. til 29. apríl.