Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 51 - 13. mars 2004 UTTAN ÚR HEIMI – Var tað veruliga al- Qada, sum legði bumbur- nar í Madrid, er tilburður- in uppaftur meiri álvars- samur, enn um tað var ETA, tíí so hevur al- Qaeda megnað at byrja eitt hermót í Evropa. Annars hevur felagsskap- urin hildið seg til tann muslimska heimin síðani atsóknirnar at USA. Tað sigur Barth Eide, sum er granskari á uttan- ríkispolitiska stovninum í Oslo. Hann heldur kort- ini, at tað er ov tíðliga at sleppa illgrunanum til baskiska tann felags- skapin. – At onkur vil vera við, at tað var al-Qaeda, er ikki nakað endaligt prógv, men fáa teir sponsku myndugleikarnir prógv fyri, at tað var ikki ETA, so er støðan álvarssom, sigur Barth Eide við NTB. Og hann heldur ikki, at tankin um al-Qaeda er so fjarur. Í hesum sambandi vísir hann á brævið frá Abu Hafs al-Maari-brig- adunum, ljóðbond, sum eru funnin aftan á at- sóknina hósmorgunin og sjálva atsóknina. Eisini vísir hann á, at al-Qaeda hevur fyrr roynt at fáa fótin fastan í Evropa, og at fleiri yvirgangsætlanir hjá felagsskapinum eru avdúkaðar og tí vorðnar av ongum. At Spania møguliga gjørdist tað fyrsta málið hevur uttan iva samband við spanska stuðulin til USA í krígn- um við Irak, sigur norski granskarin. – Bæði ETA og al- Qaeda kunnu hava hugsað sum so, at tað var rætt at skipa fyri einari atsókn beint upp undir spanska valið sunudagin, sigur Barth Eide. So er tað álvarssamt Danska tilbúgvingin óbroytt Eins og Spania stuðlaði Danmark USA í krígnum við Irak, men fregnartæn- astan hjá donsku løgregl- uni, PET, heldur ikki bumbuatsóknina í Madrid vera orsøk til at herða tilbúgvingina í Danmark. Leiðarin í PET, Lars Findsen, segði fyrra- kvøldið, at donsku mynd- ugleikarnir eru á varð- haldi, og at teir hava sam- band við myndugleikarnar í øðrum londum um støðuna. Men sum er er einki, sum gevur orsøk til at herða tilbúgvingina, segði Lars Findsen. Støðan í sudanska landspartinum Dar- fur er í ferð við at ger- ast ein sonn menn- iskjalig vanlukka. siga amerikanskir neyð- hjálparmenn VANLUKKA Árni Joensen fartekst@mail.dk – Hetta er uttan iva tann ringasta menniskjaliga van- lukkan í Afrika og kanska í øllum heiminum, segði leið- arin í amerikanska hjálp- arfelagsskapinum USAID, Roger Winther, í einari hoyring í Kongressini í Washington fyrradagin. Hann greiddi frá, at vápnaðir bólkar gera seg inn á fólkið í landspartinum Darfur. Talan er um etniska útreinsan, og kvinnur í hópatali verða neyðtiknar, segði Roger Winter, sum samstundis minti umheim- in á, at í hesum sama lands- partinum líða meiri enn ein millión fólk hungur. – Støðan er so spent, at vit nærkast einum hóp- morði, segði leiðarin í USAID. Amerikanski varauttan- ríkisráðharrin Charles Snyter gevur sudansku stjórnini skyldina av gongdini. Hann sigur, at stjórnin hjálpir teimum vápnaðu bólkunum, og tí hevur hon ábyrgdina av tí, sum teir gera, sigur Snyter. – Vit eru lidnir við 90 prosent av fyrireik- ingunum til næsta álopið, sum verður á USA, sigur felags- skapurin Abu Hafs al- Maari, sum hevur tætt tilknýti til al- Qaeda, og sum hevur átikið sær ábyrgdina av bumbunum í Madrid YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Kanningarnar hjá sponsku myndugleikunum aftan á ta blóðugu bumbuatsóknina í Madrid hósmorgunin eru nú í tveimum. Myndugleik- arnir hella framvegis til, at tað var baskiski yvirgangs- felagsskapurin ETA, sum legði bumburnar, men hin- vegin kunnu teir ikki av- vísa, at tað kanska var tann víðgongdi muslimski fel- agsskapurin Abu Hafs al- Maari. Hesin felagsskapurin hevur í einum brævi til eitt arabiskt blað í London kunngjørt, at tað var hann, sum legði bumburnar í Madrid. Málið var eisini týðiligt: – Hvar er Amerika nú, Aznar?" stóð í kunngerðini, og spurningurin sipar til, at Spania stuðlaði USA í krígnum í Irak. Felags- skapurin hóttir samstundis onnur lond. – Hvør skal nú verja Spania, Bretland, Japan, Italia og hinar svíkjararnar ímóti okkum? Tað hevur eydnast okkum at raka hjartað á teimum evrope- isku krossfararunum og at søkja at einum av luttakar- unum í krossfararasam- gonguni, stóð í kunn- gerðini. USA næstu ferð Í kunngerðini ávarar Abu Hafs al-Maari um, at felagsskapurin er í ferð við at fyrireika eitt álop á USA. – Vit hava góð tíðindi til muslimar um allan heimin. Fyrireikingarnar til álopið "Vindar við svørtum deyða" ímóti Amerika eru næstan lidnar. Vit hava fingið 90 prosent av fyri- reikingunum frá hondini. Um Guð vil, verður álopið sett í verk í næstum, stend- ur í kunngerðini, sum fel- agsskapurin sendi arabiska blaðnum Al-Quds al-Arabi, sum hevur høvuðsskriv- stovu í London. Amerikanski innanríkis- ráðharrin, Tom Ridge, sum er staddur í Teilandi, segði í gjár, at USA tekur ávaring- ina í størsta álvara. – Júst nú vita vit bert, at vit eru høvuðsmálið, men tað er í sjálvum sær ikki nakað nýtt, segði Tom Ridge Vinmaður bin Laden Felagsskapurin Abu Hafs al-Maari verður hildin at hava tætt tilknýti til al- Qaeda hjá Osama bin Laden. Felagsskapurin er uppkallaður eftir einum fyrrverandi egyptriskum løgreglumanni, sum var vinmaður bin Ladens, og sum doyði í einum amer- ikonskum rakettálopi sunn- an fyri Kabul í Afghanistan í november í 2001. Fregnartænastur vilja vera við, at ein dóttur Abu Hafs giftist einum soni Osama bin Laden í januar í 2001. Amerikanska fregnar- tænastan hevur fyrr sagt, at Abu Hafs hevði havt sam- band við fleiri av teimum, sum rændu flogførini í USA tann 11. september í 2001. Felagsskapurin hevur fyrr átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingum í Turkalandi og Irak. USA er næsta málið Hungur, morð og neyðtøkur eru gerandiskostur Hóttanarbrævið frá Abu Hafs al-Maari Nr. 51 • leygardagur • 13. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Apartheid spøkir enn Lesið ferðafrásøgn úr Cape Town Lesið síðu 4–5 SANGLØTA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Flest øll fólk munnu dáma væl tónleik og sang. Tað er sjálvandi ymiskt, hvat fyri slag av tónleiki, hvør einstakur dámar. Men øll munnu vit dáma okkurt. Og lítið man vera at ivast í, at tað er sera fløvandi at hoyra barnarøddir syngja. Og tað gjørdu 300 barna- røddir í Nesvík seinasta leygar- dag, har Heimamissiónin skipaði fyri Sangdegi barnanna. 300 spent børn sluppu at fram- føra fýra sangir, sum tey høvdu lært eftir lítlari løtu á tiltaki í Nesvík framman fyri einum stórum áhoyraraskara. Sangdagur barnanna er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum Heimamissiónin skipar fyri. Ein av fyrireikarunum Jóna Thomsen sigur, at tiltakið var væleydnað. Vanliga hevur tiltakið einans verið fyri barnakórum, men í fjør byrjaðu tey at bjóða sunnudags- skúlabørnum við eisini. Hetta varð gjørt fyri at fáa enn fleiri børn við, og eydnaðist tað til fulnar. Við teimum mongu barnakór- unum og sunnudagsskúlabørn- unum eisini, taldi felagskórið, sum framførdi, tilsamans 300 børn. Sangir til tiltakið Dagurin byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin við felagssangi og andakt. Síðani varð farið undir at venja teir fýra sangirnar, sum kórið skuldi syngja. Børnini vandu fyrst í ein tíma, síðani var ein støðgur, har tey ótu mat- pakka og fingu høvi at hugna sær og taka sær av løttum eina løtu, áðrenn tey hildu fram við venjingunum. Tey vandu sum sagt fýra sangir, sum tey ikki høvdu sæð áður. Tað er Eyðbjørn Jacobsen úr Klaksvík, sum hevur gjørt sangirnar. Ella rættari tríggjar av teimum. Tann fjórða hevur hann umsett úr norskum. Tveir av sangunum vórðu gjørdir júst til sangdagin, og tað lá væl fyri hjá børnunum at syngja teir. Hóast tey einans høvdu nýtt hálvan triðja tíma til at læra teir. Tað vóru Tummas Pauli Mýru og Hans Michael Mittúni, sum løgdu børnunum lag á. Og teir høvdu valt at lata onkur av børn- unum syngja einsamøll, meðan kórið so bert tók undir í niður- lagnum. Hetta eydnaðist sera væl. Jóna Thomsen heldur, at børn- unum dámar væl at koma til hendan sangdagin í Nesvík. Talið á luttakarum er vaksandi – ser- liga síðani sunnudagsskúlabørn- ini eru komin við eisini. – Í fjør og í ár hava tað verið 300 børn, og er tað sjálvandi væl meiri enn, áðrenn sunnudagsskúlabørnini komu við. Men talið øktist eisini frammanundan, sigur Jóna Thomsen, sum er sunnudags- skúlaráðgevi hjá Heima- missiónini. Sangdagur barnanna Eitt barnakór við 300 luttakarum fløvaði hjartastreingirnar á teimum mongu áhoyrarunum í leguhúsinum í Nesvík seinasta leygardag Mynd: Jon Hestoy Á sangløtu í leguhúsinum í Nesvík seinasta leygardag, framførdu ikki færri enn 300 børn í einum felagskóri fyri yvir 300 áhoyrarum. Fýra sangir framførdu tey, harav tríggir vórðu gjørdir til dagin C M Y K 23 22