Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin tíðindi Andras Holm Arge, sum í juni fór frá sum stjóri á Brúkaraumboðsstovninum, skal nú verða deildarleiðari á Búnaðarstovuni. Grønlendski landsstýrismaðurin í innlendismálum Anthon Frederiksen er í hesum døgum gestur hjá Kára P Højgaard, landsstýrismanni.Í gjár varð vitjað í Eysturoynni, og í dag hava teir brúkt dagin í Suðuroy. Randi Jacobsen Í mai 2008 vórðu tveir russ­ isk­ur trolarar tiknir fyri at fis­ka ólógliga í føroyskum sjóg­vi. Annars slapp út aftur, men politiið gjørdi arrest í hin­um, sum varð lagdur, tí reiðarí­ið segði seg ikki hava ráð at gjalda bótina. Og trolarin Ros liggur fram­vegis í Kollafirði. Alla hesa tíðina hevur fút­ in lagt út fyri havnagjald fyri skip­ið, og ger tað framvegis. - Hann hevur kostað okk­ um fleiri hundrað túsund krón­ur, sigur Finn Ougaard, vara­fúti. Havnagjaldið er umleið 100.000 krónur um árið. Men hví verður hann liggj­andi í Føroyum? Finn Ougaard sigur, at tað er ein spurningur um, hvør eigur skipið, við tað at reiðaríið er farið av knóra­ num. Hann heldur ikki, at tað ber til hjá fútanum at sel­ja skipið. Men Karl-Erik Reynheilm á Faroe Agency, sum um­boð­ aði skipið, er ósamdur. - Reiðaríið fór av knóra­ num, og ein russiskur banki eig­ur pantið í skipinum. So er bara at boða frá, at skipið verð­ur selt á tvingilssølu. Hatta er ikki øðrvísi enn aðr­ ar tvingilssølur, sigur Karl-­ Erik Reynheim. Hann heldur, at tað átti at verið ein skylda at selt skipið beinan­vegin, sum reiðaríið fór av knóranum, tí sum tíðin gong­ur veksur skuldin. Ros órógvar Reiðaríini, sum hava skip, ið fiska í Barentshavinum, hava alla tíðina ynskt at fáa Ros úr Føroyum. Tey hava fleiri ferðir sagt, at støð­an við Ros kann órógva fiski­vinnu­sam­ starvið millum Føroyar og Russland. Gitt varð eisini, at Ros spældi ein leiklut, tá ið Skála­berg varð tikin og lá lein­gi í Murmansk. Reiðaríið Christian í Gróti­num rindaði fyri, at mann­ingin slapp heim. Tey trý reiðaríini, Enni­ berg, Vesturvón og JFK-Trol fóru so langt sum at bjóða sær til at rinda bótina, sum Ros fekk. - Vit hoyrdu einki aftur, men tilboð okkara stendur fram­vegis við, sigur Mortan Johanne­sen, stjóri í P/F Enni­ bergi. Ros kostar fyri hvønn dag Í fýra ár og tveir mánaðir hevur russiski trolarin Ros nú ligið í Kollafirði. Fútin hevur goldið fleiri hundrað túsund krónur í havnagjaldi og ger tað framvegis Fiskimálaráðið, sum steð­ g­aði søluni av festi­num í Fámará, hevur út­sett freistina hjá pørt­unum at gera við­merk­ing­ar til málið. Upprunaliga freistin varð sett til 31. juli, men eftir áheitan frá ad­vo­ ka­tinum Jens Andrias Vinth­er, er freistin longd til 7. august. Tað var Johan Dals­ gaard, sum kæri avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata Árna Brattaberg fáa festið, til Fiskimálaráðið. Hann kærdi, tí hann metti avgerðina hjá Bún­ að­ar­stovuni vera ósakliga. Í øðrum lagi kærdi hann um mannagongdina við søluni og kravdi nýgg­ ja uppboðssølu. Fólkini, sum eru í starvs­ ven­jing hjá ALS í vakstr­ ar­húsi­num í Sanda­vági, eru væl nøgd við ar­beiðs­ skap­andi tilboðið, tey hava fingið. - Tað er so spennandi at sáa, planta og fylgja plantu­num, meðan tær vaksa. Mær dámar hetta arbeið­ið so væl, at eg kundi hugsað mær at hild­ið fram við tí, sigur Kir­sten Christiansen. Hon er ein av tíggju fólk­um, sum arbeiða í vakstr­ar­húsinum í Sanda­ vági. I gjár vóru tey ein túr í Vágs­botni Havn og lótu fólk sleppa at smakka jørð­ber­ini. Fólk himlaðu, tí hesi berini smakkaðu væl betur enn tey útlendsku, sum eru at fáa í handlu­ num. Henda jarð­berja­plant­ an er norsk og hevur fing­ið virðisløn fyri at geva tað best smakkandi jørð­berið. Tey høvdu bara sjey pund av jarðberum við sær. Tað eru tey fyrstu í ár. Tá ið nøgdin verður størri, ætla tey at selja jørð­berini, og seinni fara tey eisini at selja røtur, gula­røt­ur, radisur, salat og morgun­frúur. Í gjár seldu tey eisini eina summarplantu, sum kem­ur av Asorunum. Freistin útsett Spennandi at fylgja vøkstrinum