fríggjadagur 27. juli 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 - Nr. 86
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Sosialurin
TINGSETAN 2012/13 FRAMSÓKN FER Í KOMANDI TING-
SETU AT VIRKA MIÐVÍST FYRI, AT LØGTINGSARBEIDID |
s
STØRRI MUN VERÐUR EYÐKENT AV KJARNUVIRDUM
FLOKSINS, SUM ERU PERSÓNLIGT, VINNULIGT OG
TJÓÐSKAPARLIGT FRÆLSI
AFTURAT TEIMUM MÁLUM, SUM VIÐ VISSU KOMA FYRI LØGTINGIÐ — EITT NÚ FIGGJARLOGIN, FISKIDAGARNIR,
PENSJÓNSSKIPANIN O.A. — FER FRAMSÓKN AT TRYGGJA, AT HESI MÁL KOMA TIL VIÐGERÐAR:
TJÓÐARFRÆLSI
Bert einstakar orðingar gjørdu, at steðgur kom í arbeiðið at gera
lóg um stjórnarskipan fyri Føroyar. Framsókn vil hava málið aftur
á dagsskrá, soleiðis at lógin kann fáa endaliga viðgerð og verða
samtykt av Føroya fólki.
UTTANRÍKISMÁL
Vit eru í heilum í klemmu, tá Danmark ríkisins vegna hugsar og
virkar saman við ES. Í heilum gongur Danmark ímóti føroyskum
áhugamálum. Hetta er sera óheppið fyri okkum, men tað vísir
bert, at uttanríkismál okkara ikki longur kunnu verða skipað, sum
tey eru — staðan er ikki haldgóð, hvørki fyri okkum ella Danmark.
Framsókn hevur fleiri ferðir víst á, at vit mugu fáa betri javnvág í
teir handils- og fiskivinnusåttmålar, sum vit hava hava við onnur
lond. Vit eiga at endurmeta allar avtalur og loyva einum pro-
fessionellum og fakliga væl samansettum samráðingartoymi
undir uttanríkisráðnum at standa á odda fyri samráðingunum
FRÆLS FISKIVINNA
Í latuni verður ein nýggjur fiskivinnupolitikkur evnaður til. Vit fara
at skjóta upp, at fiskiloyvi skulu galda í fimm ár í senn, at uppboðs-
sgla og tilfeingisgjald verður partur av skipanini, at allur fiskur skal
um føroyskan bryggjukant, at útlendskur eigarskapur verður - í
mun til hvussu samlaða skipanin sær út - avmarkadur ella tikin
heilt burtur. Allur fiskiskapur skal vera grundaður á fiskifrødiligar
tilráðingar.
SJÁLVBJARGNI
Á veg móti einum sjálvberandi búskapi verður neyðugt at gera
breiðar semjur at grunda politisk átgk á.
Framsókn vil hava javnvág á fíggjarlógina skjótast tilber, og at
hetta verður gjørt við nyskipanum og við nýggjum inntøkum frá
okkara tilfeingi. Framsókn fer at leggja fram uppskot um, hvussu
vit niðurlaða ríkisveitingina í mun til båskaparvøksturin, og at
búskapargrunnurin hereftir skal virka sum konjukturjavnari.
SKATTAMÁL
Framsókn vil hava, at medalinntøkurnar fáa stærri skattalætta. Hetta
fer í fyrstu atløgu at kosta tí almenna nakað meira, men ein skatta-
lætti vid størri sosialum atliti hevur munandi størri jaliga åvirkan —
bæði á tær familjur, sum fáa ágóðan av honum, og á ta nytsluna,
sum krevst fyri at seta meira gongd á samfelagið. Tað er alneyðugt,
at barnafamiljur fáa eitt betri fíggjarligt staði at byggja sína tilveru á,
og Framsókn vil tí hava, at barnastuðulin verður hækkaður.
FRAMSØKN
EIN LIBERALUR
TJODSKAPARFLOKKUR
YVIRTØKUR
Fyrr í år fekk Framsókn eitt uppskot til samtyktar um føroyska
loftrúmið samtykt í løgtingunum. Tað er nú uppgávan hjá
landsstýrinum at seta samtyktina í verk.
Vit fara at fylgja við málinum og ansa eftir, at tær tíggjutals
milliónirnar, ið flogfør gjalda fyri at flúgva í føroyskum loftrúmi,
koma føroyska samfelagnum til góðar. Talan kann vera um eini 50
- 100 væl lent arbeiðspláss. Europeiski loftferðslupakkin eigur
eisini at verða samtyktur at galda fyri Føroyar.
Framsókn fer somuleiðis at virka fyri, at útlendingamál verða
yvirtikin beinanvegin.
FRÆLSARI VINNA
Í vinnuliga partinum av føroyska samfelagnum virka ein long rød
av almennum partafeløgum, sum umboða virði fyri fleiri hundrað
milliónir krónur. Leggja vit teirra virksemi afturat tí beinleiðis
almenna rakstrinum, gerst almenni parturin útivið 80 prosent av
øllum virksemi í Føroyum.
Hetta er ikki góður búskapur, og tí ræður um at broyta lutfallið
soleiðis, at tann privati parturin av virkseminum økist. Framsókn
vil tí hava, at almenn partafeløg - eitt nú Føroya Tele, Atlantic
Airways og Posta - verða einskild og at landið eisini selur síni
partabrøv í Bank Nordik.
sambandi við næstu fíggjarlógina skjóta vit eisini upp at taka av
ferðaavgjaldið og at tryggja størri kappingarføri í ferðavinnuni.
Framsókn vil, at allar tænastur og veitingar sum almenni raksturin,
almennir stovnar og almenn partafeløg hava tørv á, verða boðin
út til privat felag at reka ella veita. Hetta vil minka um kostnaðin
hjá tí almenna og samstundis økja um dygdina.
SKRÁSETT PARLAG
Framsókn vil at lóg um skrásett parlag fær virkni í Føroyum.
Hetta verður gjørt í samsvari vid yvirlýsingina hjá flokkinum í
november 2011.
eyvari lýsing av málunum, ið framsókn fer at seta á dagsskrá,
ann lesast inni á WWW.FRAMSOKN.FO
FRAMSÓKN YNSKIR ØLLUM
EIN GÓÐA OLAVSØKU.
FESTI