fríggjadagur 27. juli 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Nú skal ein nevnd setast at
kanna, hvussu vanlukkuliga
gongdin við fráflyting og
minkandi
fólkatali,
kann
vendast.
Tað
krevur
Javnaðar
flokkurin.
Beinanvegin nú Løgtingið
fer til arbeiðis aftur eftir
summarfrítíðina, fer Javn
aðarflokkurin at leggja upp
skot fyri Løgtingið um at
seta eina nevnd, sum skal
koma við tilráðingum um,
hvussu skeiva gongdin við
fráflyting og fólkaminking
kann vendast.
Uppskotið verður lagt fyri
Løgtingið longu nú sunnu
dagin, ólavsøkudag, tá ið
fyrsti tingfundur í nýggju
tingsetuni verður.
- Talan skal vera um eina
fakliga nevnd, sum skal
greina orsøkirnar til skeivu
gongdina, sigur Rigmor Dam,
sum er talskvinna hjá Javn
aðarflokkinum í hesum máli
- Nevndin skal eisini
kanna, hvørjar avleiðingar
hendan gongdin hevur fyri
samfelagið og so skal hon
geva okkum tilmæli um,
hvørji stig skulu takast fyri
at venda gongdini.
Skal vísast í verki
Talskvinnan hjá Javnaðar
flokkinum kallar gongdina í
fólkatalinum fyri einki min
ni enn eina samfelagsliga
vanlukku.
- Samgongan hevur ført
fram, at ætlanin er at taka
stig fyri at venda gongdina,
men nú krevja vit, at tey
eisini vísa tað í verki og
meina tað í álvara, sigur hon.
- Fráflyting og minkandi
burðaravlop er ein risastór
avbjóðing, sum samgongan
og landsstýrið mugu taka í
álvara, tí gongdin má vend
ast.
Rigmor Dam sigur, at tað
er neyðugt at leggja nógva
orku í hetta arbeiði.
- Talan skal vera um eina
skjóttarbeiðandi nevnd, sum
skal vera liðug við sítt arbeiði
longu fyrsta mars næsta ár.
- Tað fer at geva lands
stýrinum høvi til at leggja
eina ítøkiliga ætlan um lang
tíðar íløgur og politisk tiltøk
fyri løgtingið áðrenn tingið
fer aftur í summarfrí næsta
ár.
Men longu í seinasta lagi
1. oktober í ár skal nevnd
in koma við eini fyribils
frágreiðing,
so
landsins
myndugleikar og stovnar
kunnu fyrireika seg at til at
taka fyrstu stigini at venda
gongdini longu í ár.
- Málið hevur skund.
Burðaravlopið er nógv mink
að og nettofráflytingin úr
Føroyum er so stór, at við
hesari gongdini, er Føroya
framtíð í álvarsligum vanda,
sigur talskvinnan.
2000 færri
Hon sigur at bara hesi sein
astu árini frá 2004 til 2011 eru
2000 færri føroyingar færri
undir 40 ár og tey yvir 40 ár
eru vorðin nakað tað sama
fleiri.
- Í longdini er álvarsligasta
avleiðingin av hesum, at
fólkasamansetingin ímillum
aldursbólkarnar avskeplast.
- Vit fáa færri børn og ung
og færri ungar familjar verða
at tryggja fólkagrundarlagið.
Samstundis verða færri
fólk í arbeiðsførum árum at
framleiða, veita tænastur og
skapa tjóðarinntøkuna. Har
afturat avskeplast lutfallið
ímillum ung og eldri alsamt
við tað, at tey eldru verða
fleiri og fleiri og tey yngru
verða færri og færri, sigur
Rigmor Dam.
Hinvegin
skoytir
hon
upp í, at í veruleikanum
vita vit einki um orsøkina
til gongdina, tí lítil og ongin
gransking hevur verið á øki
num.
- Tí er neyðugt at vit bein
anvegin seta eina nevnd
at útgreina orsøkirnar til
gongdina, avleiðingarnar av
gongdini og hvat skal til fyri
at venda gongdini, leggur
hon afturat.
- Skal tað eydnast at ven
da gongdini, mugu vit vita og
ikki gita, leggur hon afturat.
- Vit eru komin í eina ónda
ringrás, ið tekur grundar
lagið undan framtíðar fólka
vøkstri.
Tað
staðfestir
Rigmor
Dam, nú Javnaðarflokkurin
leggur uppskot fyri Løgting
ið um at seta tiltøk í verk at
venda vanlukkuligu gongdini
við minkandi fólkatali.
Hon sigur, at tann sann
roynd, at tað í heilt stóran
mun eru tey ungu, sum flyta,
ger gongdina serliga vanda
mikla.
- Hesi eru í tí aldrinum,
har tey annars skulu syrgja
fyri, at seta nýggju ættarlið
ini av føroyingum í verðina.
- At tey ístaðin flyta av
landinum, tekur grundarlag
undan fólkatalinum
- Í 1950- og 60-unum vóru
ringar tíðir í Føroyum við
stórari fráflyting.
- Men tá høvdu vit eitt
burðaravlop á heili 600 um
árið, so tað leyp nógv av.
Men tann tíðin er farin, tí
nú er burðaravlopið komið
heilt niður móti 200, og tað er
nógv minni enn fráflytingin,
ið er farin upp um 350 um
árið.
- Frá 1. mai í fjør til 1. mai
í ár, hava vit havt eina netto
fráflyting á 400 fólk og held
ur gongdin fram kunnu vit
verða eini 5000 fólk færri um
eini 35-40 ár.
- Hetta svarar til, at fólka
talið minkar eini 140 fólk um
árið.
- Tað kann samanberast
við, at í 2011 minkaði fólkatal
ið 169 fólk, og tølini fyri 2012
benda á, at tað fer at minka
Hættisliga gongdin
steðgast beinanveg
FRÁFLYTING Nú skal nevnd
setast at venda vanlukkuligu
gongdini í fólkatalinum
Javnaðarflokkurin
heldur, at tað er hósk
andi at seta eina nevnd
við seks fólkum., sum
skal lýsa orsøkina til
fólkaminkinga og at
koma við tilmælum
um, hvat skal gerast
fyri at venda gongdini.
Flokkurin heldur, at
í nevndini skulu setast
fýra vísindafaklig um
boð eftir tilmæli frá
Fróðskaparsetri
Før
oya, og fýra fyrisiting
arfaklig umboð fyri
aðalráðini
í
menta
málum, vinnumálum,
almannamálum
og
fíggjarmálum.
Aftrat
hesum
velja partarnir á ar
beiðsmarknaðinum,
arbeiðsgevarar
og
fakfeløgini hvør sítt
umboð í nevndina.
Sostatt vera 10 fólk
í nevndini eftir upp
skotinum hjá Javnað
arflokkinum.
Men Rigmor Dam
sigur, at flokkurin er
sinnaður
at
broyta
nevndina, hava aðrir
flokkar serlig ynski í
hesum sambandi.
Men undir øllum
umstøðum heldur hon,
at tað hevur stóran
týdning, at talan er um
eina serfrøðinganevnd,
so at tey tiltøk, sum
skulu setast í verk,
verða fakliga grundað
og ikki bara politiskt,
hugsjónarliga grundað.
Vit fáa færri børn og ung og
færri ungar familjar verða at tryggja
fólkagrundarlagið
Tann tíðin er farin
Ein ónd ringrás
10
fólk