fríggjadagur 27. juli 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
“Tað er ringur tarvur, ið renn
ur undan kúm”. Millum ann
að hetta er áskriftin á eini av
plakatunum, ið er at síggja
hjá Østrøm á Skálatrøð í
Havn í hesum døgum.
Tað
er
felagið
fyri
samkynd í Føroyum, LGBT, ið
skipar fyri listaframsýning,
ið eisini leggur dent á upp
lýsing.
Framsýningin byggir á
eina sýning, ið hevur verið
sýnd fram í New York, har
ein antropologur, mannfrø
ðingur, setti saman fram
sýningina, og frøðingurin er
eisini í Føroyum í hesum døg
um og hjálpir við føroysku
framsýningini.
Talan er um eina fram
sýning, ið er í trimum tætt
um. Dentur verður lagdur á
tað vísundaliga, tað politiska
og tað listarliga, og her
hjálpir listfrøðingur til við at
seta sýningina saman.
Mótprógv
Plakatir við vísundaligum
tilfari upplýsa um, at í
djóraheiminum er tað at vera
samkyndur ikki óvanligt.
Eini 1500 djórasløg eru,
har hettar er vanligt, fáa
vit at vita, tá vit hósdagin
fyri ólavsøku vitja innar hjá
Østrøm, har arbeitt verður
við at hongja framsýningina
upp.
Á stórum plakatum verð
ur upplýst um samkyndar
skinnflugur og neyt og onn
ur djórasløg. Dentur verður
lagdur á at lýsa norðurlendsk
djór.
Ætlanin er greitt at mót
prógva ella avvápna tey, ið
føra fram, at tað er ónormalt
at
vera
samkyndur,
og
at vit bara kunnu leita í
djóraheimin fyri at síggja, at
so er. Tí soleiðis er tað nevni
liga als ikki í djóraheiminum,
vísa stóru og vísundaligu
plakatirnar á.
Politiska síðan tekur fram
endurgevingar og orðatøk, ið
hava við evnið at gera.
Nógv listafólk við
Eini 20 listafólk eru við á
framsýningini og sum heild
er talan um eina heldur øðr
vísi framsýning. Ikki bert tí
hon er vísundalig, politisk og
listarlig, men t.d. síggja vit
Hansinu Iversen, ið annars
oftast málar non-figurativt,
royna seg við mynd av flug
um, men tó hómast eyðkenn
ini hjá Hansinu í listaverki
num.
Listafólkini, ið sýna fram,
eru Hansina Iversen, Marius
Dam Christiansen, Herdis
Jacobsen, Marianna Mørk
øre, Rannvá H. Mortensen,
Heiðrikur á Heygum, Beinta
av Reyni, Hanni Bjartalíð,
Annika Gregoriussen, Fríða
Matras Brekku, Silja Strøm,
Aggi Ásgeirsdóttir, Astrid
McDonald, Astrid Andreasen,
Johan Martin Christiansen,
umframt íslendsk og grøn
lendsk listafólk.
Øðrvísi og fleirtáttaða
framsýningin á Skálatrøð er
opin ólavsøkudagarnar frá
klokkan 14 til 21 og er annars
opin allan august mánað frá
klokkan 10 til 17.30.
dagfinn@sosialurin.fo
Samkyndar
skinnflugur
á listasýning
Framsýning LGBT skipar á og eftir ólavsøku fyri øðrvísi listaframsýning,
ið vísir á, at tað at vera samkyndur er vanligt í djóraheiminum
Myndir: Álvur Haraldsen
LGBT skipar fyri øðrvísi framsýning á ólavsøku, ið vísir á , at djóraheimurin er onki óvanligt ella ónormalt at vera samkyndur