fríggjadagur 27. juli 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Politiskur
nýggjársdagur
er ólavsøkudag, sum hesa
ferð er sunnudagur. Van
liga arbeiðir Løgtingið ikki
sunnudag, men ólavsøkudag
ur er undantikin. Tað verð
ur hildið, at skrúðgongan,
kirkjugongdin og at seta Løg
tingið hoyrir saman.
Grein 10 í Stýrisskipanar
lógini sigur, at løgtingssetan
byrjar ólavsøkudag og held
ur á til ólavsøkudag árið
eftir. Har er eisini ásett, at
ólavsøkudag ganga løgtings
formaður, løgtingsmenn, løg
maður, landsstýrismenn og
embætismenn skrúðgongu
úr tinginum í dómkirkjuna,
har gudstænasta verður hild
in, og síðan aftur í tingið.
Hetta er fyrsta Ólavsøkan
hjá tinginum, sum varð valt
29. oktober í fjør, og tí eru tað
fleiri, sum fyri fyrstu ferð
fara at ganga í skrúðgongu.
Hetta verður eisini fyrsta
ferðin, at Jógvan á Lakjuni,
tingformaður, fer at ganga
í miðjuni í fremstu røð við
biskupi og løgmanni undir
hvør sínari lið.
Jógvan á Lakjuni:
Ólavsøkuskrúðgongan
sýnir tað gamla sambandið
ímillum ting og kirkju, ímill
um tað verðsliga valdið og
átrúnaðin,
kristindómin
– ein ásannan av og ein
áminning um, at tað er ein
hægri makt til – eitt vald,
sum er hægri enn okkara. Og
hugsa vit um okkara forfedr
ar – og tað gera vit ein slík
an merkisdag – so vita vit,
at okkara gamla mentan og
siðvenja á mangan hátt hev
ur verið gjøgnumseyrað av
hesi ásannan, hesum sama
gudsótta.
Jógvan vísir í hesum sam
bandi til yrkingina hjá H. A.
Djurhuus, ”Tit, sum í fjøru
fóru”, har hann sigur í síðsta
ørindi:
Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, ið tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land!
Minni pappír
Umframt framløgu er ein
asta mál á dagsskrá á ting
fundinum sunnudagin, at
løgmaður ber sína røðu fram
soleiðis, sum tað eisini er
ásett í stýrisskipanarlógini.
Týsdagin og mikudagin
verður røðan umrødd, og
hósdagin verður fyrsta við
gerð av fiskidagatalinum
næsta fiskiár. Harvið verður
tað aftur politiskur gerandis
dagur.
Tingformaðurin og for
mansskapurin
umrøða
støðugt, hvørjir møguleikar
eru at betra umstøðurnar:
-Ætlanir eru um at digi
talisera alt tilfarið, sum
verður latið tinginum. Tað
gerst alt meiri vanligt, at
nevndir og ráð fáa tilfarið á
ipad, og hetta er heldur ikki
ókent í politiskum høpi. For
mansskapurin hevur gjørt
av at arbeiða við hesum
spurninginum, og í løtuni
kannar umsitingin, hvørjar
avleiðingarnar kunnu verða.
Eitt er, at tingfólk helst mugu
á skeið í nýggju tøknfrøðini,
men vit mugu eisini kanna,
um tað eru formell viður
skifti og krøv, sum skulu
tillagast ella broytast. Eg
dugi ikki at siga, nær tilfarið
verður digitaliserað, men vit
ímynda okkum, at tað verð
ur í hesi tingsetuni, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Betri samband
Formansskapurin
hevur
eisini umrøtt, hvussu tað
kann skipast soleiðis fyri,
at tað verður lættari hjá al
menninginum at fylgja við í
orðaskiftunum.
-Vit arbeiða við hesum
spurninginum, og eg havi
avrátt við Føroya Tele, at vit
skulu taka hetta upp í næsta
mánað. Hvørjir møguleikar
nir eru við einari rás burtur
av í Televarpinum, veit eg
ikki, men møguleikarnir við
internetinum
eru
nógvir
og ivaleyst lættir at fáast
við. Vit hava eisini tosað
um møguleikan at fáa orða
skiftið á útvarpsrás. Hetta
hevði komið væl við hjá teim
um, sum eitt nú eru í bili ella
á sjónum. Hetta er kanska
ein størri avbjóðing, og tað
valdast eisini um kostnaðin.
Men eingin ivi er um, at vit
fegin vilja, at tað skal verða
lættari hjá almenninginum
at fylgja við, sigur Jógvan á
Lakjuni
løgtingsformaður,
sum sunnudagin klokkan
13 fyri fyrstu ferð fer at seta
tingið á Ólavsøku.
Tingið verður pappírsleyst
Løgtingið Formansskapurin arbeiðir við at digitalisera alt samskifti við løgtingsumboðini, og
tað er ynskið hjá formansskapinum, at tað skal vera lagaligari at lurta eftir orðaskiftunum
Eg dugi ikki at siga, nær tilfarið verður digitaliserað, men vit ímynda okkum, at tað verður í hesi tingsetuni, sigur Jógvan á Lakjuni