fríggjadagur 27. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í dag eru liðin fimm
ár, síðani filmurin
The Simsons Movie
varð frumsýndur.
Góða Oda!
Tað er sera tungt fyri meg,
at seta meg niður og skriva
nøkur orð um teg, nú tú ikki
er millum okkum meira.
Men tað uggar meg at
vita, at tú nú er komin heim,
sum tað stendur í orðinum:
“Burtur úr likaminum, heima
hjá Harranum”, sum tú í ung
dóminum setti títt álit á, og
sum sermerkti teg heila títt
lív.
Har er hvørki sjúka ella
pína, sum tú var nógv plága
av tey síðstu mongu árini.
Tað er gott hjá okkum at
vita, at tú nú hevur tað gott.
Havi so ómetaliga nógv góð
minnir um teg, tú var mær
ein góð systur.
Minnist tá vit vóru ungar í
Havn, tú var eitt sindur eldri,
men ikki so tað gjørdi nakað.
Vit vóru mangan saman um
kvøldarnar, gingu kajtúr og
hugnaðu okkum. Eg haldi
at eg roknaði bara við at
tú bleiv í Havn, alt var jú í
Havn, men tá tú var liðug við
Handilskúlan, fortaldi tú at
tú hevði søkt skrivstovustarv
hjá D.P. Højgaard á Toftum.
Eg bleiv púra paff, minnist
tað so tíðiliga, óhoyrt, at fara
til Toftir, tað var so langt
vekk, og tá kundi man sjálv
andi ikki koyra, sum nú. Men
tað vísti seg at verða rætta
avgerðin tú tók, og tað bleiv
eisini seinni lukkan fyri teg.
Tú fekk starvið, og var har í
fleiri ár, tær dámdi væl, fekk
nógvar vinir, og tú treivst á
Toftum.
Eg var mangt vikuskifti
hjá tær, bæði tá tú búði hjá
Jyje og seinni hjá Jonny
og Gunnar. Ikki so langa
tíð aftaná møtti tú tínum
‘dreymasjeiki’,
tú
fortaldi
hvussu flottur hann var, og
tú var so forelska, og so hevði
hann motorsúkklu, kanska
ikki so vanligt tá sum nú,
seinni kom bilurin.
Men tú datt ikki burtur
ímillum, tú var vøkur, høg
og vælvaksin, við langum
myrkum hári. Tað vardi ikki
leingið, so blivu tit par, og í
1958 varð bjóðað til brúðleyp.
Tit fluttu inn hjá Ingemi,
sum búði saman við tykkum
alt sítt lív, til hon doyði 91 ára
gomul.
So komu børnini, f yrst
Aksel 1959, Ingemar 1960,
Árni 1963 og sum rosinan í
pylsuendanum kom ‘Systi’
(Oddbjørg) í 1967.
Men nú fóru húsini at
vera ov lítil, so Dávur bygdi
út so hvørt, og tú málaði,
tapetseraði og mangt annað,
tú dugdi bara alt, var so
røsk.
Tú var ein góð kona og ikki
minst ein super mamma, tey
elskaðu teg, vit sóu hvussu
nógv tey vitjaðu og stukku
inn á gólvið at heilsa uppá, og
tað var báðar vegir. Tá tey so
blivu vaksin og ommubørnini
komu, tað sást tíðiliga, tey
vóru títt eitt og alt.
Eitt sum sermerkti tykk
ara samanhald sum familja,
var at hvørji jól blivu hildin
hjá tykkum, hvar øll familjan
var samla alt eg kann minn
ast, tað vísti tykkara kærleika
til hvønn annan.
Tú náddi at fáa 10 ommu
børn og eitt langommubarn,
tá tú fór.
Vit høvdu mangt saman,
og bæði Torben og eg føldu
okkum altíð vælkomin í
tykkara heim, og tað vil eg
eiisni takka Dáva fyri.
Tað er so nógv gott at
minnast aftur á, og eg goymi
øll tey góðu minnini í hjart
anum, og eri takksom fyri at
hava haft eina so góða systir,
og ongantíð var eitt øvugt
orð okkara millum.
Minnist tá vit vóru á
Skælskør Giktsanatorium, vit
gingu túrar, hugnaðu okkum
í íbúðini, gloymi ongantíð
allar
eiturkopparnar,
vit
báðar ræddust líka illa, so vit
máttu biðja um hjálp.
Men tá var sjúkan longu
byrjað, tú hevði tað ikki altíð
líka gott, men tú gramdi teg
ongantíð.
Men várið 1993 gloymi eg
ongantíð, tá mín verð fór í
sor, tá Torben bleiv sjúkur og
doyði, tá var tað tú ið samlaði
meg upp, tú var bara har fyri
meg, bæði meðan hann var
sjúkur og tá hann doyði.
Tað var ringasta tíð í mín
um lívi, og eri eg sera takk
som fyri tað tíðina tú var hjá
mær, og á tín stillføra hátt,
hjálpti og stuðlaði og var til
staðar.
Túrurin vit fóru til Stord,
at vitja familju, var eisini
ógloymandi.
Góða Oda, eg sakni teg,
og allar tær góðu løturnar
vit fingu saman, kann eg
minnast aftur á og gleðast
um, um vit bara tosaðu sam
an, ella vit loystu krossorð
í felag, vóru á Bingo, ella
koyrdu runt í handlarnar í
Runavík og keyptu stás, ella
vit hjálptust at við at orðna
B68-klæðir á Svangaskarði,
vit komu væl útav tí altíð.
Tað at tú var trúgvandi,
sermerkti alt títt lív, og á
tín stillføra hátt, var tú ein
fyrimynd fyri okkum øll.
Fyrst í 90’unum bleiv
tú sjúk, og tað gekk bara
niðureftir, tú var heima
til 2008, men tá mátti tú á
Røktarheimið í Runavík. Í
2011 orkaði tú ikki meir, tá
tók Harrin teg heim.
At tú var nógv avhildin,
sást á tí stóra skara sum
fylgdu tær til títt seinasta
hvíldarstað her á fold. Tíverri
hevði eg ikki høvi at vera við,
tí eg vegna forfall var stødd
í DK.
Vit sakna teg, men vit
syrgja ikki sum tey ið onga
vón eiga.
Góði Dávur og tit øll!
Tit hava mist eina góða
konu, mammu, vermammu,
ommu og langommu. Harrin
troysti og styrkja tykkum í
tykkara stóru sorg.
Góða Oda!
Vit vildu ikki haft verið
teg fyriuttan. Takk fyri alt.
Vit síggjast.
Systir tín Jenny
Til mína kæru systir
Oda Augusta Højgaard
Fødd 18. des. 1937 – deyð 18. aug. 2011
Føðingar
27. juni fingu Birger og Marita Sundstein Carlsson eina
dóttir á Odense Sygehus. Hon vigaði 3320 g og var 51 cm.
Hon eitur Silja.
1. juli fingu Sigurbjørt og Halldórur Johansen, Hvítanesi,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3220 gr.
21. juli fingu Beinta N. og Arnstein Davidsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4140 gr.
22. juli fingu Jana & Sandy í Lambanum, Fuglafirði, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr.
Leygardagin eru liðin 47 ár,
síðani sjónvarp fyri fyrstu ferð
var sýnt fram fyri grønlendingum.
Tað hendi í Nuuk.
7. juli fingu Ingun Jøkladal og Rúni Ellingsgaard, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4570 gr.
17. juli fingu ivian og Pætur Holm, Trongisvági, ein son.
Hann var 55 cm langur og vigaði 4100 gr. Á myndin situr
stóribeiggi Boas undir lítlabeiggjanum.