Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Staddur í Danmark fall mær í lut at bera Mari syst­ ir deyðsboðini av Ressu – Florencu Hellu, f. Christoffer­ sen, 17. oktober 1916 í Vest­manna. Tær gjørdust vinkonur frá 1938, tá tær hitt­ust í Keypmannahavn og í útlegdini undir krígnum - eitt tætt vinarlag fyri lívið. Tungt var hjá teimum ikki at sleppa heimaftur, og aftur at hesum fekk Ressa tvær ferðir deyðsboð av brøðrum, sum vóru farnir av vanlukku við bert átta mánaða millumbili, 21 ára gamli Hans, raktur av leysum gróti í bjørgunum og 13 ára gamli Erland av krígsávum. Stutt eftir kríggið misti hon eisini eldru systrina, Onnu, av sjúku. Hvussu foreldur hennara høvdu tað, duga vit næstan ikki ímynda okkum; men tá var eingin serkøn sálarlig hjálp at fáa onnur enn still­ is­lig samkensla uttan tey mongu orðini. Havi mangan harmast um, hvussu illa vit skúlafelagar hjá yngstu systrini, Tulu, dugdu at stuðla henni gjøg­ num tungu løturnar; men vit vistu stutt sagt ikki, hvat vit skuldu siga, og man tað ein­semi mangan hava verið henni svárt. Eitt sum tíbetur var Ressu viðføtt, var hennara ljósa sinnalag, sum altíð onkurs­ vegna við einum brosi fekk bent lívið sum heild inn á farbara kós. Her hugsi eg um Óla mor­ bróður, sum misti konuna, Mariu Vang úr Sólgørðum, stutt eftir eftir, at dóttir teirra varð borin í heim, og sum varð uppkalla eftir mistu mammuni. Hann var skipari á “Emanuel”, sum varð søkt av u-báti júst tann túrin, Óli var heima, ein hending hvørs ávirkan við onkrum syndromnavni ongantíð gekk frá Óla aftur, hetta at konan og skipsfelagar skuldu doyggja og hann liva. Óli við dóttrini flutti norð­ ur til okkum at búgva. Mia mundi tá vera út móti árs­ gomul, tí hon dugdi styðja seg framvið. Hann var, sum vera man, tungur í huga og gekk mest sum burturi í øðrum heimi, men fór í 1942 aftur til skips við ymsum skipum restina av krígnum. Eftir kríggið læt hann í Danmark smíða bátin ”Fossá”, so áræðið hevði hann lutvíst fingið aftur; men illa gekst við samveruni við okkum næstringar. Hann var so alt ov innistongt friðarligur og mælti ikki orðið meira enn neyðugt. Mamma, sum var framfýsin kvinna, royndi tað, hon kundi, at fáa meira veruleikakent lív aftur í bróð­urin; men tað batti so eiða­sørt. Annað jólakvøld 1948 køvdi hann av í kavaroki, og eg slapp mær tíðliga heim úr dansi, tí eg skuldi til Havnar dagin eftir, har eg stoypti stein fyri Brynjálv á Heygum. Út móti morgni vaknaði eg við kaldan dreym av mammu, sum purraði út og bað meg eygablikkiliga lata meg væl í og fara at leita eftir Óla, sum ikki var afturkomin enn. Óli var tá skipari, fjøruti ára gamal, og hevði mangan ringan farið, so eg helt hetta ikki fara at bila og royndi at muta ímóti; men har var einki at gera. Eg noyddist so væl í vøttir og hettu; men beint sum eg læt upp hurðina, tók Óli í hana uttanífrá. Hatturin stóð eitt sindur upp á sneið, og tað sást beinanvegin, at lagið var tað besta, tað hevði verið nú í mong Harrans ár. Mamma skrykti beiggjan sum ein smádrong innum, vendi honum á og spurdi, hvar ólukkan hann hevði verið alla nátt í hesum himm­alsins ódnarveðrinum. ”Ja, tað skuldi tú bara vitað, Dagmar systir mín” mest sum sang Óli á málinum, tók eini tvey dansi­fet og smoygdi sær inn um kamars­hurðina. Mamma stóð sum kánus; men so blíðkaðist eygnabráið, og hon teskaði fram fyri seg, at ”nú man fara at batna, vælsignað – Harrin hann havi lov!” Batnað er ikki orðið, tí frá hesi nátt, sum mamma vælsignaði, gjørdist Óli aftur sum fólk. Mestur mundi tað vera hesa náttina, tey funnu saman bæði, hin áður so hugtungi Óli og lívsglaða Ressa við sínum alfevnandi ljósa lyndi og bøtandi brosi. Ressa og Óli fingu tvey børn, Bjørg og Páll, fleiri barna­børn og meira enn hálva øldina saman. Mia giftist til Danmarkar við Jørgen Lydolf. Dóttir teirra kallast Anna, og hon eigir tveir synir. Í 1967 varð Ressa so illa skadd av ferðsluvanlukku, at læknin mælti henni til at taka við avlamispensión; men Ressa svaraði, at enn hevði eingin av hennara ligið tí almenna til byrðu, og hon vildi ikki vera tann fyrsta. Seinast, eg vitjaði Ressu, var hon í hugaheiminum kvokkin hálva øld aftur í tíðina; men annars við sítt fulla vit, og friðsæla brosið var hitt sama. Ellisbrekum kann eingin forða, og vóru seinastu árini hjúnunum í so máta møtimikil; men bæði fingu tey ta eydnu at verða passað væl og virðiliga heima hjá sær sjálvum, líka til tey vórðu borin til seinasta friðlýsta hvíldarstaðið – Óli úti við nítitvey ára gamal og Ressa næstan nítiseks. Hvíli tey í Harrans friði. Heini Ein tíðarmynd í minningarorðum um Ressu og Óla Hellu Í dag eru liðin 48 ár, síðani Winston Churchill helt sína seinastu røðu í bretska undirhúsinum, har hann hevði sitið síðani 1900. Mary Winther 75 ár Ein føðingardagsheilsan til mammu mína, nú hon bleiv 75 ár 2. juni Á henda hátt fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við tí stóra degnum herfyri. Fyrst ein yrking: Mamma mín so vøkur bakar góðar køkur tankar mínar flúgva at eg hjá tær kundi búgva ikki sørt eg felli tár tá eg síggji títt hvíta hár gleðist um títt fitta trín allar allar besta mamma mín Fátt er sum faðir, men ongin er sum móðir. 2. juni bleiv mín elskaða mamma 75 ár. Eg má góðtaka, at hon nú er komin í tær eldru røðirnar. Likamið er fari at vikna, men hugurin sprutlar enn. Mín góða mamma - tú hevur strítt fyri teg. Lær teg nú at hvíla á eldra árum. Vit beiggjarnir hava nógv at takka fyri - bæði gudi og tær – tí tað finst bert eitt eintak av hesi útgávuni. Takk fyri alt tú hevur og er fyri meg og ikki minst míni. Eg vil ynskja tær mong, mong góð ár aftrat. Eg havi versðins bestu foreldur og tað eri eg sera takksamur fyri. Kann ikki lýsa tað nokk við orðum, men er goymt væl í mínum minni og hjarta. Orð eru so fátøk, men á hendan hátt fái eg sagt 1000 takk á hesum sinni. Ein sangur, sum eg haldi riggar eisini væl at senda við, er hesin: Når vi ser pá dine hænder du i skødet legger ned føler vi at hjerte brænder som en dyb taknemlighed. De er ikke mere unge ikki stærke som engang men lidt trætte og lidt tunge mærket af en hverdag lang. De har slidt sig gennem livet favnet os da vi var smá aldrig krævet bare givet uden tak for det at få. Å mit hjerte hvisker stille disse altfor sjældne ord lad os før det er for silde takke dig vor kære mor. Karlon Ressa Óli Mari Leygardagin eru liðin 144 ár, síðani fingramerki fyrstu ferð varð nýtt til at eyðmerkjafólk. William Herchel átti hugskotið.