fríggjadagur 27. juli 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Fyri nógvum árum síðan
sendi eg tær eina føðingar
dagsheilsan í Sosialinum.
Yvirskriftin var: »Til verðsins
besta abba!« Í dag finni eg
eingi orð, sum lýsa teg betur
enn tað sama: Verðsins besti
abbi!
Sjólívið fylti nógv hjá tær.
Tú sigldi í 52 ár og var til
tikin raskur sjómaður. Sum
yngri var tú av størstu og
sterkastu monnum. Nú tú
bleiv 90 ár tann 1. apríl, var
tú enn sera væl fyri. Hóast
ring knø, so sást tað als ikki á
tær, at tú var blivin so gamal.
Tú var sera herðabreiður, og
sjúkrahússongin
seinastu
dagarnar var næstan ov stutt
hjá tær. Ein vinkona, sum
var við mær á Eiði fyri fáum
vikum síðani, helt tað vera
sera sjáldsamt at síggja gom
ul fólk vera so stór sum tú.
Sjálvt um tú var stórur
sum ein kempa, so havi eg
ongan kent, sum var so lítil
látin og eyðmjúkur, sum tú
var. Tú var altíð so glaður
og takksamur at fáa vitjan.
Hvørja ferð vit komu, segði
tú: “Tað er virkuliga stuttligt
at síggja tykkum”. Tá ið vit
fóru avstað aftur, segði tú:
“Hetta var ein virkuliga
deilig løta. Stóra takk fyri
at tit komu”. Hvørja ferð
vit fóru avstað, kom tú út
í hurðina og vinkaði, inntil
bilurin var farin úr eygsjón.
Um vit gloymdu at ringja, tá
ið vit vóru komin til Havnar,
so ringdi tú fyri at tryggja
tær, at vit vóru komin heim
í øllum góðum.
Tú prógvaði sanniliga títt
trúfesti og tína styrki, tá ið
omma brádliga bleiv lammað
og bundin at koyristóli fyri
17 árum síðani. Í 11 ár røktaði
tú hana dag og nátt heima
við hús. Eingin hevði klárað
tað betur enn tú. Hetta hev
ur bæði verið strævið og
likamliga sera tungt, men
tú gjørdi tað í tí stilla uttan
eitt øvugt orð. Tað er fan
tastiska flott, at tú, sjálvt
eftir at verða komin væl upp
í 80´ini, kláraði hetta. Tey
síðstu árini búðu tit saman
á Korndalsbýlinum, har tú
so gott sum ongantíð fór frá
ommusa lið. Tú sat trúfastur
hvønn dag og hjálpti ommu
við hennara handarbeiði, og
tit høvdu eitt fyrimyndarligt
samstarv í dagligdegnum.
Abbi, tú var ein fantast
iskur persónur! Altíð glaður,
positivur,
lættsintur
og
skemtingarsamur. Sá altíð tað
besta í øllum. Eg haldi ikki,
at eg nakrantíð havi hoyrt
teg klagað ella grenjað um
nakað. Tú var sera takksamur
fyri lívið og heilsuna. Segði
næstan hvørja ferð, eg sá teg,
at tú hevði nógv at takka fyri
at vera komin so langt upp í
árini uttan at bila nakað.
Eg elskaði at koma norð
ur at vitja teg. Eg hevði altíð
okkurt lekkurt við, og so
fingu vit ein góðan drekka
munn saman. Tú vart altíð
so blíður og hugnaligur.
Bjóðaði øllum, sum komu
inn, bomm ella konfekt. Tú
spurdi meg altíð, hvussu tað
gekk har heima, og serliga
spurdi tú eftir øllum tínum
langabbabørnum. Tú var so
góður við lítla Óla og dámdi
væl at sita undir honum
og tvætla við hann. Serliga
dámdi tær væl at greiða frá
gomlum tíðum, og eg elskaði
at hoyra allar søgurnar.
Eg fari at sakna teg ótrú
liga nógv abbi. Tú doyði sera
brádliga. Eg eri glað um, at
tú slapp undan eini langari
sjúkralegu, men sjálv var
eg als ikki klár at missa teg
nú. Hóast høgan aldur, so
vónaði eg at hava teg í nøkur
ár afturat, tí tú sást út til at
hava tað so gott. Tómrúmið
eftir teg verður ómetaliga
stórt.
1000 takk, abbi, fyri tann
tú var, og fyri alt, tú hevur
verið fyri meg og okkum øll.
Hvíl í friði verðsins besti
abbi!
Linda
Til minnis um Nikkel Nielsen
Verðsins besti abbi!
Leygardagin eru liðin 105 ár,
síðani Earl Tupper, uppfinnarin
av Tupperware, var føddur.
Hann doyði í 1983.
Sunnudagin eru 54
ár, síðani amerikanski
rúmdarstovnurin NASA.
Abbi saman við lítla Óla á 90 ára føðingardegnum 1. apríl
TØKK
TØKK