Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta vil eg so ikki uppliva einaferð afturat. Martin í Nesi í Hvalba hevði ein óunnuligan dag á fjøll­unum, nú ein dagin, teir vóru og róku í ullarroyting. Tann eini maðurin, ein blað­ungur og serstakliga rask­ur rakstrarmaður í góð­ ari venjing, varð brádliga illa fyri og mestsum sakk saman aftan­fyri ein stein. Hann var rættiliga einsa­ mall­ur, so ongin sá hann. Tað eydnaðist honum at fáa boð frá sær við tað, at hann ringt við fartelefonini á alarm­sentralin og fekk givið teim­um telefonnummarið hjá fleiri av hinum rakstr­ar­ monnunum. - Men hann fekk bara fat­ ur alarmsentralinum. Hann royndi at ringja fleiri onnur nummur, men tað var onki samband at fáa við nakran. - Yvirhøvur er far­tel­e­fon­ sambandið so vánaligt alla­ staðni í haganum, at tað er bara á heilt ávísum smáum blett­um, at samband fæst, sig­ur Martin í Nesi. Hann sigur, at beinan­ vegin, tú missur bygdirnar úr eyg­sjón, er sambandið eisini burtur. - Í hesum føri var av­leið­ ingin tann at tað gekk ein fitt løta til alarmsentralurin fekk fatur á einum av hinum rakstr­ar­monnunum, sum av til­vild var komin á einum av hesum blettunum, har sam­ band fekst. - Hesin rakstrarmaðurin fekk so boð frá sær og so fór alt fólkið alt fyri eitt at leita, sig­ur Martin í Nesi. - Men hóast vit ringdu og ring­du, fekst onki samband við mannin, sum var komin illa fyri og tískil gekk tað leingi, til vit funnu hann. - Tað var ein ræðulig løta har allir mans gingu í spreingisgongu runt í haga­ num og leitaðu. Men tað er víð­ført og tað er næstan ein tími niðri úr dalinum, niðan har, vit mettu, at hann var. - Sostatt gekk tað ein tími, til vit funnu mannin og tá var hann rættiliga illa fyri við rættiliga veikum pulsi. Runnu runt eftir sambandi Martin í Nesi sigur, at tí-bet­ ur var ein av rakstr­ar­monn­ unum lækni og hann kom so á staðið og skipaði fyri teirri fyrstu, bráðfeingis hjálpini og tað var at breiða heit klæð­ir út yvir mannin og geva honum heitt at drekka. - Tá ernaðist hann nakað, men tað var ikki at bjóða til at fara til gongu og læknin helt, at frægast var at fáa hann til lækna. - Men onki samband fekst og rakstrarmenn mátti tí­skil at renna sum fyri lívi­num runt í haganum við tele­fon­ ini í hondini at leita eftir sam­b­andi. Tað eydnaðist langt um leingi at fáa samband og síðani kom tyrla eftir manni­ num og førdi hann á sjúkra­ hús. - Tíbetur var einki álvars­ ligt á vási hesuferð, so hann slapp heim aftur longu um kvøld­ið Men maðurin hevði fing­ ið skaða nakrar dagar fram­ man­undan, har økslin var farin úr lið og óstbeinið brot­ naði. - Læknin helt at orsøkin til, at hann brádliga varð blivin so illa fyri, var, at hann hevði lagt ov nógv fyri í rakstrinum við skaðanum, hann hevði, og at kroppurin hevði reagerað so kraftiga ímóti tí at hann varð blivin ússa­lig­ur. Nógv fólk Martin í Nesi heldur lítið um, at telefonsambandið skal vera so vánaligt nógva staðni á fjøllunum. - Hesuferð endaði alt væl, men eg tori illa at hugsa mær, hvussu endin kundi verið, hevði talan verið um nakað álvars­ligt. - Tað er rættiliga nógv fólk, sum gongur í haganum í sam­bandi við seyðahald ella bara á útferðum. - Vit royna at føra okkum fram sum eitt ferða­manna­ land. Ein tann frems­ti áhug­ in hjá nógvum ferða­fólki er nettupp at ganga á fjøll­ unum. - Summi støð í haganum eru serstaliga væl dámd ferða­mál. Norðaliga í Suður­ oy er Vatnsdalur. Men ser­ stak­liga er Hvannhagi ímill­ um Hvalba og Tvøroyri eitt av mest vitjaðu ferðamálum í Suðuroy, men har er heldur onki samband, sigur Martin í Nesi. Vestar hjálpa Martin í Nesi sigur, at síða­ni hesa hendingina, hev­ur hann keypt øllum rakstr­ar­monnu­ num appilsinfarvaðar vestar, sum øll skulu vera í, tá ið rikið verður. Vestarnar hava teir roynt í fjøll­unum og tað við rættiliga góð­um úrsliti. - Vestarnir eru ein øgiliga góð hjálp, tí tað er ótrúligt so væl, fólk síggjast í teimum, eisini rættiliga langt frá, sig­ ur hann. Hetta vil eg ikki uppliva aftur FJALLMAÐUR Í NEYÐ Tá ið menn vóru og róku nú ein dagin, kom ein fjallmaður illa fyri, men tað gekk leingi at fáa hjálp til hann tí sambandið til fartelefon var so vánaligt - Tað er ein rættiliga stór av­bjóðing at tryggja far­ tele­fon­samband á hvørj­ um bletti í landinum. Tað sigur Kristian David­sen, stjóri í Føroya Tele. - Men afturímóti øðr­ um londum, eru vit í Føroyum rættiliga væl fyri, leggur hann afturat. Hann kann ikki lova, at fartelefonin verður út­ bygt, so at samband kann tryggjast á hvørjum bletti alla­staðni í haganum. - Vit eru eitt fjallaland, so tað krevur nógvar an­ tenn­ur at tryggja sam­ band allastaðni. - Nógva staðni krevur tað eisini mastrar, sum skulu hava streym, so tað er ein serlig avbjóðing. - Eg havi nýliga verið í Danmark og hóast Dan­ mark er flatt sum ein pannu­kaka, má ásannast, at nógva staðni í Jútlandi, er sambandið serstakliga vána­ligt. - Tann eina dagin koyrdi eg eftir motor­veg­ num úr Aarhus yvir á Fjón og sjálvt á mortorvegnum er so vánaligt samband nógva staðni, at tað bar ikki til at føra eina sam­ røðu. - Eg veit onki land, har far­tele­fon­sam­band er alla­stað­ni, og í Før­oyum eru vit nógv betri fyri enn nógva aðra­stað­ni, leggur hann aftur­at. Hann skilir væl, at tað er ein øgiliga keðiligur trupul­leiki, at samband ikki fæst í eini neyðstøðu. - Men tað er ómetaliga tór­ført at tryggja sam­ band­ið allastaðni. Kristian Davidsen sig­ur, at tá ið tele­fon­ sam­bandið verður bygt út, verður tað gjørt eft­ ir aðalregluni um, at fyrst verður sambandið tryggj­að í bygdum øki og síðani verður tryggjað, at samband er framvið veg­ unum. - Í hesum høpi eru vit kom­in rættiliga langt í Før­oyum. - So kemur sambandið í óbygdum økjum í triðju røð, men vit byggja út alla tíðina, so tað batnar al­samt. Kristian Davidsen sigur, at seinastu árini hev­ur Føroya Tele rað­ fest at bøta um møg­u­ leik­ar­nar fyri interneti á sjónum, og 3G sa­m­band­ið, frammaliga, og tað er ein orsøk til, at tey ikki eru komin enn longri at út­ vega far­tele­fon­sam­band á landi. Vit eru rættiliga væl fyri Tað var ein ræðulig løta har allir mans gingu í spreingisgongu runt í haganum og leitaðu Onki samband - Vit fingu ikki ringt og tí gekk ein tími, til vit funnu mannin, sigur Martin í Nesi, sum herfyri hevði ein óunnuligan dag í haganum. Hann vísir á, at tað er rættiliga nógv fólk, sum gongur í haganum og tí kann tað enda galið, at fartelefonsambandið er so vánaligt