Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Edmund Joensen spyr Helle Thorning-Schmidt og donsku stjórnina, um hon er sinnað at lata upp før­oy­ sku og donsku skjala­goymsl­ ur­nar við skjølum frá full­ veldis­sa­m­ráð­ing­unum fyri 12 ár­um síðani. Hann metir, at hesi hava verið myrkaløgd øll hesi árini, tí myndugleikarnir ikki hava viljað givið innlit, tí hetta eru umsitingarlig skjøl, og løgtingsins umboðsmaður hev­ur givið viðhald í hesum. Edmund Joensen er iva­ leys­ur í, at okkurt nýtt hevði komið undan kavi, um al­ menn­ing­ur­in fekk innlit. Men hví er metir hann hetta vera so umráðandi at fáa fram í ljósið? - Vit kenna umrøðuna úr løg­tingi­num og hetta er eitt álvars­ligt mál fyri før­oy­ing­ ar. Løg­frøði­liga er helst onki at koma eftir, tí løg­ting­sins um­boðs­maður hevur givið myndug­leik­unum viðhald. Men hetta eigur ikki at vera eitt mál, sum almenningurin ikki kann fáa innlit í, og myndug­leikarnir kunnu geva innlit, um teir vilja tað, og al­men­n­ing­ur­in eigur at fáa at vita í smá­lutir, hvat hev­u­r verið á borðinum, met­ir folka­tings­mað­ur­in fyri sam­bands­flokk­in, Edmund Joen­sen. Hann skilir sostatt, at løg­ frøði­liga er onki at koma eft­ ir, tá Um­boðsmaðurin gevur myn­dug­leiku­num við­hald, men tað er ikki júst het­ta, ið hann metir er um­ráð­an­di. Politikkur - Tað er so nógv annað í hes­ um málinum. Hetta er poli­ tikk­ur og ein dylir ikki politik fyri fólki. Heldur hinvegin, met­ir Edmund Joensen. Væntar tú at nakað nýtt kem­ur fram, sum hevur al­ menn­an áhuga, um al­menn­ ing­ur­in fær innlit? - Ja, tað vænti eg so av­ gjørt. Tað er tíð uppá at málið verð­ur gjølla lýst, og óivað hevði ymiskt komið fram, sum vit ikki hava hoyrt áður, met­ir fólkatingmaðurin Ed­ mund Joensen. dagfinn@sosialurin.fo Vil hava innlit í full­ veldis­samráðingarnar Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur sent donsku stjórnini og forsætisráðharranum fyrispurning um, hvørt stjørnin er sinnað at lata almenninginum innlit í skjølini frá fullveldissamráðingunum fyri 12 árum síðani Leo Poulsen Ólavsøkan í ár fær á sín vís stóra kapping frá størstu ítrótta­stevnu í heiminum, Olymp­isku Leikunum. Men júst OL hevur havt stóra ávirk­an á ólavsøkuna í ár. - Tað kom rættiliga ó­vænt­ að á, tá eg varð spurd, um eg vildi halda ólavsøkurøðuna í ár. Eg mátti biðja um nakrar vik­ur at hugsa meg um í, men eg kom skjótt eftir, at tað var rættiliga upplagt at biðja meg, eftir sum OL er á ólav­ søku, sigur Katrin Olsen. Fyrispurningurin kom fyrst í mai mánaði, so hon hev­ur havt rímiliga góða tíð at fyrireika røðuna. - Røðan er so gott sum liðug, tó at tað altíð kann sting­ast okkurt upp, sigur Katr­in Olsen. Sjálvt er hon fyrsti før­ oy­ing­ur, sum hevur lut­tik­ið í Olympisku Leiku­num – burt­ur­sæð frá Para­olympia­ duni. Og tí er hon eisini eitt upplagt val at halda ólav­ søku­røðuna. Hon hevur jú ver­ið í almenninginum fyrr. - Men tað er tó als ikki tað sama. Tá eg havi verið fram­ mi í fjølmiðlunum, er tað fyri okkurt, sum eg havi gjørt, og tá er talanum stuttar sam­ røð­ur við ofta framman und­ an kendum spurningum, sig­ ur Katrin Olsen. Hon er tí rættiliga nervøs um at halda ólavsøkurøðuna við teirri vitan, at alt Føroya fólk fer at lurta. - Eg gleði meg nógv – til tað er yvirstaðið, staðfestir hon. Pál eitt tema Katrin Olsen vil ikki avdúka heilt, hvat hon fer at leggja dent í ólavsøkurøðuni, men av­dúkar tó somikið. - Pál verður nevndur, sig­ u­r hon. Tað er ein stórur heiður at verða biðin at halda ólav­ søku­røðuna, so hon fyllir sjálvandi nógv í há­tíð­ar­haldi­ num hjá OL-rógvaranum í ár. - At halda ólavsøkurøðuna er ein stór avbjóðing, men sagt verður jú, at fólk vaksa við uppgávuni, sigur Katrin Olsen. Annars hevur OL-lut­tak­ ar­in ikki lagt rógvingina á hilli­na. - Eftir ólavsøkurøðuna verð­ur borið skjótt at við at skifta, og so í bátin at rógva. Eg havi verið við í Masters í ár, men tað verður skift út við vanliga róðurin, har eg skal rógva við Herningi, sigur Katr­in Olsen. Men áðrenn tað skal so Før­oya størsta ítróttarkvinna um­røða Førya størsta ítróttar­mann á Vaglinum ólav­søku­aftan. Og tað er nakað at gleða seg til. Skilji væl tað er upplagt Tað sigur Katrin Olsen, fyrrverandi OL-rógvari, nú hon hevur játtað umbønini at halda ólavsøkurøðuna í ár Ógvuliga passandi verður tað fyrrverandi OL-rógvarin, Katrin Olsen, ið skal halda ólavsøkurøðuna, nú Pál Joensen skal svimja OL á ólavsøku