fríggjadagur 27. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Sum við so mongum øðrum,
tá tað kemur til felagslív, er
tað í stóran mun tilvindin, ið
ræður. Tað var eisini tilvildin
ið førdi til, at Kristianna
Høgensen endaði sum for
kvinna í Tórshavnar Ítrótta
ráð fyri góðum 25 árum síða
ni.
- Tað var soleiðis, at B36
hevði aðalfund ein sunnu
dag, og sonur mín var farin
at spæla við har. Sjálv var eg
farin í sunnudagsskúla við
dóttrini og var ikki á aðal
fundi. Tá ringdi sonurin og
segði, at hann hevði bjóðað
meg fram sum nevndarlim í
B36, sigur Kristianna Høgne
sen.
Soleiðis var tað tilvildin,
ið gjørdi, at hon endaði í
nevndini hjá B36 á sinni.
- Stutt eftir – í 1986 – var
fundur í Tórshavnar Ítrótta
ráð, og har var eg ein teirra,
sum møtti fyri B36. Og sum
so ofta er, halda sera fá seg
framat at koma í nevnd,
og næstan áðrenn eg visti
av, var eg enda, ikki bara
í nevndini í Tórshavnar
Ítróttaráð, men sanniliga
eisini sum forkvinna, sigur
Kristianna Høgnesen.
Og har varð hon hangandi
í samfull 25 ár, øll árini sum
forkvinna.
- Hetta hevur sjálvandi
verið ein áhugaverd tíð,
og ólavsøkan hevur eisini
broytt seg munandi frá tí,
at eg kom í nevndina í Tórs
havnar Ítróttaráð, fram til
nú, eg havi lagt frá mær,
sigur Kristianna Høgnesen.
Stuttligt – og baldrut
Øll tey nógvu fyrstu árini
vóru tiltøkini hjá Tórshavnar
Ítróttaráð í størstan mun
savnað í kommunuskúla
garðinum.
- Har hildu vit so til alla
ólavsøkuna. Og tað, sum vit
hava upplivað í Kommunu
skúlagarðinum er ikki lítið,
sigur Kristianna Høgenesen.
Serliga væl minnist hon
tíðina, tá Birgir Sondum og
Jóan Pauli Johannesen eisini
sótu í nevndini.
- Vit arbeiddu ótrúliga væl
saman, og tað var mangan
hugnaligt, sigur Kristianna
Høgnesen, sum tó eisini
minnist minni hugnaligar
løtur.
- Eg minnist tað eina
árið, tá alt fór í luftina í
Kommunuskúlagarðinum.
Eg var ikki meira enn komin
til hús tíðliga á morgni, tá
politiið ringdi og segði, at
stormurin
var
farin
við
meginpartinum
niðri
í
Kommunuskúlagarðinum,
sigur Kristianna Høgnesen.
Og tað var ikki heilt
vandaleyst at fáa herbergað
øllum.
- Birgir var farin upp í eitt
tjaldtak fyri at fáa bjargað tí.
Knappliga hoyrdu vit bara
ein rút fara í knús, og Birgir
bleiv burtur. Vit hugsaðu tað
ringasta, men tíbetur kom
hann undan aftur í øllum
góðum,
sigur
Kristianna
Høgnesen.
Nógv broytt
Hesi 25 árini er nógv broytt
við ólavsøkuni.
- Hon er fyri tað fyrsta
vorðin nógv størri. Og eitt
annað, sum er sera positivt
er, at kommunan er komin
nógv meira við, og tað ger
ólavsøkuna
bæði
størri
og betri, sigur Kristianna
Høgnesen.
Seinastu árini er miðdepi
lin fluttur úr Kommunu
skúlagarðinum
oman
á
Skálatrøð.
- Og eisini tað hevur verið
við til at gjørt ólavsøkuna
betri, tí tað er so nógv betri
pláss
á
Skálatrøð,
sigur
Kristianna Høgnesen. Eitt
annað, sum merkir ólav
søkuna nú í mun til fyrr, er
at tað er so nógv meira fyri
børn í dag.
- Eisini her er kommunan
við, og tað góða er, at tað er
ikki alt, sum kostar, sigur
Kristianna Høgnesen.
Eisini hjálpir kommunan
til við at seta benkur upp á
Skálatrøð, so foreldur ella
ommur og abbar kunnu seta
seg niður at njóta løtuna,
meðan børn og ommu- og
abbabørn hugna sær.
- Tað eru nógv fleri hoppi
borgir og líknandi nú til børn
ini, sigur Kristiana Høgnesen.
Meira við máta
Eitt annað, sum er broytt við
tíðini, er drekkaríið.
- Fyrr rendi tú teg ofta í
avdotnar ungdómar, og tað
var ein av uppgávunum,
at fáa hesi til høldar, sigur
Kristianna Høgnesen.
Hetta sær tú næstan ikki
í dag.
- Um ungfólk drekka min
ni í dag, ella tey bara duga
sær betri hógv, veit eg ikki,
men har er ein stór broyting,
sigur Kristianna Høgnesen.
Eitt annað, sum fyrrver
andi forkvinnan í Tórshavnar
Ítróttaráð minnist við hugna
aftur á, er hvussu peningurin
varð herbergaður.
- Vit fóru ofta við spann
um fullum av pengum úr
ymsu
stuttleikastøðunum.
Og einaferð minnist eg, at
onkur fór fram eftir fumm
um og allur peningurin úr
spannini. Vit lógu á knæ har
í ævir at fylla allan peningin
upp í spannina aftur, minnist
Kristianna Høgnesen.
Nú er alt hetta minnir, og
fyri fyrstu ferð í 25 ár kann
Kristianna Høgnesen njóta
ólavsøkuna uttan ábyrgd.
leo@sos.fo
Nú fer hon at njóta ólavsøkuna
Ólavsøka Í 25 ár var Kristianna Høgnesen forkvinna í Tórshavnar Ítróttaráð
við teimum skyldum og arbeiðsuppgávum, tað bar við sær. Í fjør legði hon frá
sær, og fyri fyrstu ferð í langa tíð kann hon í ár njóta ólavsøkuna
Fyri fyrstu ferð í 25 ár kann Kristianna Høgnesen halda ólavsøku uttan ábyrgd av tiltøkunum hjá Tórshavnar Ítróttaráð
Mynd: Álvur Haraldsen