fríggjadagur 27. juli 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Við fólkaflokkinum inn í
fimleikarhallir og venjingarrúm
Fólkaflokskommuna
vísir
nýggjar loysnir á sosialari
umsorgan fyri okkara eldri
borgarum:.
Boðskapurin
ljóðar: Vísið teimum, ið hava
brúk fyri avlastning, inn í
fimleikarhallir og venjingar
rúm, har tey kunnu liggja á
'rad og række'.
Hoyra vit annars í tíð
indunum, at fólk verða send
í fimleikarhallir, so er tað
vegna ólukkur av ymiskum
slag. Hjá okkum er talan um
avleiðingar av fíggjarligu
raðfestingunum.
Og tá fólkaflokspolitikkur
og sosial tilvitan eru sum
eldur og vatn, so er einki at
gera. Junglelógin er teirra
grundlóg, har tey sterkastu
altíð hava rætt og taka sær
allar fyrimunir, áðrenn rov
uni 'allernådigst' verða latin
øðrum.
Tí er og verður tann
brennandi spurningurin: Er
tað fólkaflokkurin við jungle
lógina, ið framhaldandi skal
leggja kós og ráða, ella skulu
vit samfelt leggja ein nýggja
kós fram móti einum fræls
um samfelagi við javna og
samhaldsfesti?
Dagfinnur
danbjørg
Ólavsøkuhaldið í Føroya
húsinum í Keypmannahavn,
byrjar
við
guðstænastu
leygardagin 28. juli, ólav
søkuaftan, kl. 13:00. Ernst
Dalsgarð er solistur og
Bergur Jacobsen prædikar.
Eliaskirkjan
liggur
á
Vesterbros Torv, sum er í
somu gøtu, sum Føroyahús
ið. Kirkjan er løtt at finna á
Vesterbrogade hendan dag
in, tí Merkið verður vundið
á stong ein tíma áðrenn
guðstænastan byrjar.
Temaði í guðstænastuni
í ár er Gevi Guði tað ið
Guðs er, og kaisaranum tað
ið kaisarans er. Og guðs
tænastan endar, sum siður
er, við at øll reisa seg og
syngja tjóðsangin.
Solistur í ár er Ernst
Dalsgarð, sum syngur C.
Franck: Panis Angelicus,
saman við trompet og urgu.
Helgi
Breiner
Petersen
spælir orgul.
Tað er gamal siður at halda
ólavsøkuguðstænastu
í
Keypmannhavn. Stovnarin
av føroyska kirkjuliðinum,
Gudmund Bruun próstur,
legði lunnarnar undir hend
an siðin, og hevur sjálvur
skrivað eina serliga ólav
søkuliturgi á føroyskum
máli.
Ólavsøku
gudstænasta
í Eliaskirkjuni
í Keypmannahavn
Hvør hevur traðkað teg
á tærnar – Edmund ?
Nú sigi eg sum onkur á
Facebook – hvat leikar á
hjá Edmundi og Peri, tá so
ógvuslig orð skulu brúkast
ímóti mær ? Eg havi als ikki
samskift við Edmund Joen
sen um nakað mál..
Eg havi gjørt viðmerkingar
til Helga Abrahamsen, sum
í eini almennari grein um
Moodys ratingina tilskrivaði
ríkisfelagsskapinum æruna
fyri góðu Moodys ratingina.
Tað gera Moodys ikki -
teir tilskriva nevniliga sjálv
stýrisviljanum minst líka
nógv, men tann partin av
frágreiðingini hóvaði ikki
sambandsmanninum, og
hvat ger mann so – tekur
tann partin av tekstini burt
ur – hví ? - kann so hvør ein
stakur sjálvur meta um.
Eg havi givið mítt boð,
uppá hví so var, men kann
mótsatt Helga fegnast um,
at Moodys – fyri fyrstu ferð
– gevur sjálvræðinum Før
oyum búskaparligt virði. At
egin megi og máttur ikki telja
við hjá summum sambands
monnum kenna vit til, men
at Moodys hevur skilt hetta
– er fyri mær onki annað enn
sjálvsagt.
At hesi sera avmarkaði
orð míni skulu raka Edmund
Joensen so eymt, lýsir bara
munin millum mína og hans
ara fatan.
Eg skal bara minna Ed
mund á, at eg í míni viðmerk
ing til Helga Abrahamsen,
als ikki umrøddi ríkisfe
lagsskapin. Gjørdi bara vart
við, at Helgi ikki endurgav
Moodys frágreiðingina rætt.
Hann “gloymdi” tann partin
av frágreiðingini, sum gav
sjálvstýristilgongdini
ser
ligan týdningarmiklan bú
skaparligan ans.
So Edmund. Ongin tramp
an ella leikan í frá mínari síðu
– skilji als ikki hvat tú vilt við
hasi greinini – “agurkutíðir”
er tað sum fellur mær
nærmast at hugsa.
Læt meg enda hetta kjakið
við at siga at betri er at verja
borg enn at herja borg – so
eg fari at brúka positivu
frágreiðingina hjá Moodys
til framhaldandi at birta
upp undir størri sjálvbjargni
og gera hetta í samstarvi við
aðrar tingmenn – eisini Helga
Abrahamsen.
Poul
Michelsen
TØKK
Aftur í ár skipar Unga Tjóð
veldið
fyri
fólkafundi
á
doktaragrund tann 29. Juli.
Á skránni eru røður og
yrkingalestur, umframt at
Annika Hoydal spælir nøkur
løg.
Fyrsti røðari er Mortan
Østerø, sum lesur á Cam
bridge í løtuni.
Síðani er Niels Galán, for
sangari í 200.
Sakaris Stórá, sum er
kendur fyri sínar filmar, og
sum vann listavirðislønina
hjá teimum ungu í ár, er
næstur eftir Niels.
At enda við er Annlis
Bjarkhamar røðari. Hana
kenna vit øll frá so nógvum,
men seinast sum ein av fyri
reikarunum til Faroe Pride.
Annika Hoydal fer at
spæla nøkur løg. Hon er kend
frá harkaliðinum, og við síni
sermerktu rødd, fer hon óiva
at undirhalda væl.
Carl Johan Jensen lesur
nøkur skjøldur upp, sum eru
skrivaði til høvi.
Fundurin verður klokkan
19.00 á Doktaragrund. Øll eru
vælkomin.
Fólkafundur á Doktaragrund