leygardagur 13. mars 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
num ferðavinnu. Tíverri vitja
vesturlendsku ferðafólkini í
størstan mun bert peningasterku
frítíðar- og undirhaldsøkini,
meðan fátæku township økini
liggja duld fyri vesturlendska
ferðamannastreyminum vitnandi
um tað órættvísi, sum Suður-
afrika hevur verið og er heimsøkt
av. Á einum av okkara túrum út í
hesi øki tók okkara guide so
rámandi til, at nú vitja vit "the
other face of Cape Town". Hann
visti, hvat hann tosaði um, við
tað at hann sjálvur búði í einum
township og sum smádrongur
varð tveittur úr miðstaðarøkinum
í Cape Town saman við móður
og eldra bróðuri sínum.
Síðani 1994 eru nógv tiltøk
sett í verk at basa avleiðingunum
av syrgiligu og turbulentu fortíð
landsins, og áskoðanirnar við-
víkjandi hesum tiltøkum eru sera
ymiskar. Fyri at basa stættamun-
inum hevur ein svartur persónur í
dag betri møguleikar at fáa
alment starv enn ein hvítur, og
hetta hevur sjálvsagt skapt
ónøgdsemi millum hvítu íbúgv-
arnar, sum halda seg vera fyri
vanbýti. Við hesi skipan gerst
arbeiðsbýtið millum hvít og
svørt javnari við tíðini, men so
leingi arbeiðsmegin ikki verður
vald eftir fakligum førleika og
útbúgving, er tað sjálvsagt ein
meinbogi.
Á ítróttarliga økinum eru
rasukvotur eisini at finna, sum
serliga eru sjónligar og eisini
nógv umtalaðar í best umtóktu
ítróttargreinini har niðri, rugby.
Rugby hevur altíð verið ein
ítróttur fyri hvít, og á landslið-
num eru sera fáir svartir leikarar
at síggja. Tískil hava myndug-
leikarnir í bestu rugbydeildini í
Suðurafrika ásett sum krav, at
eitt ávíst tal av svørtum leikarum
skulu vera á vøllinum sam-
stundis, so teir eisini sleppa upp
í part. Hetta vekir sjálvsagt eisini
misnøgd og skaðar støðið í
suðurafrikanska tjóðarítróttinum,
og ein avleiðing er, at fleiri av
hvítu rugbystjørnunum fara til
onnur lond at leika og enntá
skifta nationalitet.
Eitt annað átak, sum serliga
Nelson Mandela hevur staðið
fyri í síni tíð sum forseti, er
húsabygging í township økjun-
um. Í staðin fyri skirvisligar
smáttur og takplátur standa nú
lítil betonghús í rúgvuvís í town-
ship´unum, og hóast hesi hús á
ongan hátt kunnu sammetast við
tey hús, vit um okkara leiðir eru
von við, eru smáu betonghúsini
eitt stórt framstig fyri fátæka
fólkið í Suðurafrika. Nelson
Mandela hevur latið byggja
300.000 hús fleiri, enn hann
upprunaliga lovaði fátæku
township íbúgvunum...
Føroyskur dansur í
Guguletu
Eitt kvøldið miðskeiðis í januar
mánaði gjørdu vit av at nýta eitt
fríggjakvøld í einum av stóru
township býlingunum í Cape
Town, Guguletu. Saman við
týskum voluntørum fóru vit í
trimum bilum út í fátæka øki, og
tað sást á móttøku okkara, at hvít
fólk eru ein sera sjáldsom sjón í
økjum sum Guguletu. Vit vitjaðu
hesa náttina eina sokallaða
shabeen (náttklubbi, barr), og vit
hittu og prátaðu við fólk, sum alt
sítt lív hava livað undir harð-
renda jarnhæli apartheids. Ein
skuldi trúð, at slík fólk ikki
kundu vera annað enn beisk og
hatsk um slíka viðferð frá
mótsættu rasuni, men talan var
um júst mótsætta hugburð.
– You are very brave to come
here, be welcome, people talk
shit about these areas, but all we
want is peace for all under the
same God, vóru millum orðini,
vit við byrjan møttu í Guguletu.
Sum kvøldið leið vildu tey vita
meiri um mentan og siðir okkara,
og vit avgjørdu at vísa teimum
føroyska dansin, sum tey við ikki
so torskylda stevinum skjótt
funnu útav, og so rungaði tað, vit
dugdu av Fuglakvæðnum og
Orminum Langa hetta fríggja-
kvøldið í Guguletu. Síðani lærdu
tey okkum afrikanskan dans úr
teirri mentan, men tá var verri at
fylgja við…
Ikki fyrrenn vit á nátt fóru
heimaftur, byrjaðu trupulleik-
arnir. Eigarin á barrini hevði
hoyrt, at ein bandi í økinum
hevði ætlanir um at gera seg inn
á okkum hvítu ferðafólk á veg út
úr Guguletu, og vit fingu greið
boð um at sløkkja bilarnar og
lyktirnar. Síðani vórðu vit loyni-
liga eskorteraði ein annan veg út
úr økinum, og so fóru fýra bilar í
myrkrinum trillandi út úr økinum
við vón um, at vit ikki skuldu
vera uppdagað, og til alla lukku
sluppu vit snikkaleys. So eftir
eitt minningaríkt kvøld ásannaðu
vit, at vit hóast alt vóru í einum
vandamiklum øki í einum landi,
har lógloysi ræður.
Komandi tveir leygardagar
verða annar og triði partur at lesa
í Sosialinum.
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
5
4
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
FERÐAFRÁSØGN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Miðskeiðis í oktober 2003 flugu
tveir havnarmenn (Pætur Dal
Christiansen og Heini í Skorini)
úr køldu norðurlendsku heystar-
luftini suður í afrikanska
summarið og lendu í søguliga og
nógv umstrídda landinum
Suðurafrika. Landið, sum síðani
1948 hevur hýst rasistiskari
undirkúgan rættvísgjørd av
politiskt lóggivnari apartheid
skipan, men sum fyrst í 90´unum
reistist úr øskuni og við monnum
sum Nelson Mandela, Desmond
Tutu, F.W. de Klerk og Steve
Biko á odda loksins megnaðu at
seta á stovn eitt nýtt, fólkaræðis-
ligt Suðurafrika við vón um
ljósari framtíð við frælsi og
javnrættindum uttan mun til stætt
og húðarlit. Við hjálp frá hesum
monnum varð fyrsta stigið tikið í
gongdini at byggja eitt nýtt land.
Fram til 1. februar arbeiddu
vit báðir á einum barnaheimi í
Cape Town fyri børn í aldrinum
0-6 ár. Tey 49 børnini á heimin-
um høvdu hóast sín unga aldur
sera fløkta og syrgiliga fortíð,
summi sum offur fyri ymsari
misnýtslu og ágangi frá tilkom-
num, onnur sum svikin og eftir-
latin einsamøll í gøtunum í Cape
Town, meðan uppaftur onnur
antin vórðu smittað ella ávirkað
av herviligu HIV smittuni, sum
er vorðin ein ímynd av Suður-
afrika og í dag tykist vera mill-
um størstu og mest umtalaðu
trupulleikar í landinum. Í løtuni
eru heili fimm milliónir suður-
afrikanskir íbúgvar raktir av HIV
smittuni av teimum umleið 40
skrásettu milliónunum í Suður-
afrika. Men hetta kunnu vera
óálítandi tøl, tí fátækrafólk í
milliónatali liva uttan at vera
skrásett, uttan at gjalda skatt,
uttan matrikulnummar og uttan
adressu. So í veruleikanum veit
eingin, hvussu stórt íbúgvaratalið
í landinum er.
Hesin fyrsti parturin fer tó í
størstan mun at snúgva seg um,
hvørja yvirornaða samfelagsliga
fatan vit fingu av Cape Town 12
ár eftir, at fyrsta demokratiska
valið varð hildið, sum Nelson
Mandela vann og gjørdist
nýggjur forseti 10. mai 1994.
Í skugganum av fortíðini
Hóast áðurnevnda apartheid
skipanin loksins fall í fyrru helvt
av 90´unum og eitt nýtt politiskt
tíðarskeið byrjaði við svørtum og
hvítum á jøvnum føti, upplivdu
vit hesar mánaðirnar ein bý á
tremur við geografiskari, sosial-
ari og búskaparligari sundurskilj-
ing og marginalisering við einum
sera sjónligum stættarmuni. Teir
tríggir høvuðsbólkarnir (hvít,
litaði (coloured) og svørt) livdu í
størstan mun sundurskildir, og í
ymsu økjunum og býlingunum,
vit ferðaðust í, var talan aloftast
um eitt antin hvítt, litað ella svart
øki burturav, uttan at fólkasløgini
livdu blandaði og lið um lið.
Hesin trupulleikin er als ikki bert
politiskur men botnar í nøkrum
djúpari og meiri grundleggjandi.
Her hava vit við sjálva menn-
iskjafatanina at gera, har
intoleransa, rasisma, fordómar,
egoisma og vantandi vilji til
samarbeiði eru í hásæti.
Búskaparligi stættarmunurin
er skelkandi stórur, har hvíta
fólkaslagið sera greitt er við
yvirlutan og nærmast hevur
einarætt á ríku, paradísisku
frítíðarøkjunum framvið vestur-
strondini, og fert tú í ein mót-
sættan eystan kemur tú til nógv
umtalaðu og fátæku township
býlingarnar, har yvir ein millión
íbúgvar í Cape Town búleikast,
summi í smáum betonghúsum á
tremur við fólki og onnur undir
takplátum og tí tilfari, ein annars
kann leita sær skjól í. Í hesum
økjum er ein hvítur persónur ein
sera sjáldsom sjón, og vakti tað
tískil ans millum lokalu township
íbúgvararnar, tá vit av og á
vitjaðu hesi vandamiklu øki.
Vit sannaðu skjótt, at langur
vegur er eftir á mál í stríðnum at
basa og koma rasismu og apart-
heid til lívs, tí hóast fyrsta stigið
er tikið við nýggjari stjórn og
lóggávu, hevja høgir múrar og
djúpar gjáir seg í praksis millum
fólkasløgini, og á henda hátt
hongur fortíðin sum eitt myrkt
skýggj yvir landinum og hevur
framvegis fastatøkur á materiella
býtinum millum rasurnar. Sera
sjónligi stættarmunurin er ein
náttúrlig orsøk av apartheid, og
eingin kann lasta stjórnini hesum
eftir bert 10 árum uttan apart-
heid, men hóast hetta var tað
skelkandi fyri okkum at síggja,
hvussu sjónligur og stórur
munurin og fragmenteringin er í
einum og sama býi. Beiski
sannleikin er møguliga, at fleiri
ættarlið skulu aftur um bak,
áðrenn sosial og búskaparlig
javnvág er at hóma.
Gjøgnum uppihald okkara
ferðaðust vit millum ymsu økini
og upplivdu Cape Town í báðum
ekstremitetum líka frá frítíðar-
marglæti til sera fátæku township
býlingarnar. Hóast stór framstig
eru gjørd síðani Nelson Mandela
og eftirkomarin Thabo Mbeki
hava staðið á odda fyri landinum,
kundi ein sum gestur saktans
hildið, at apartheid enn var gald-
andi í Suðurafrika.
Rasukvotur vekja misnøgd
Cape Town sigst vera millum
vakrastu býir í heiminum, og er
hann í løtuni triðstørsta ferða-
mannastað á klótuni. Tískil koma
størstu inntøkur landsins gjøg-
Apartheid spøkir enn
1. partur
Ígjøgnum eitt fýra mánaða arbeiðsuppihald í Cape Town í
Suðurafrika stóðu vit andlit til andlits við sera torfør og øðrvísi
samfelagsviðurskifti samanborið vid føroyska og norðurlendska
vælferðarsamfelagið. Fyrst og fremst orsakað av myrku fortíðini
undir rasistisku apartheid skipanini, sum – hóast hon endaliga
varð avtikin í 1992 – enn hongur sum eitt myrkt skýggj yvir
Suðurafrika og vísir seg gjøgnum øgiligar sosio-økonomiskar
munir og mótsetningar. Lesið her fyrsta part av ferðafrásøgn úr
Cape Town
Í kilometra stórum økjum búleikast milliónir av menniskjum í sokallaðu township býlingunum í útjaðaranum á stóru býunum. Her er township øki beint uttanfyri Cape
Town avmyndað, og vitnar myndin um avleiðingarnar av eini ræðuligari fortíð undir apartheid, sum hevur verið í gildi frá 1948-1992 í Suðurafrika. Fleiri komandi ættarlið
skulu helst búgva í slíkum umstøðum, áðrenn javnvág verður at hóma í Suðurafrika
Trý ára gamli Sibusizo og tvey ára gamli Lucky eru føddir inn í fátækar familjur í township
økjum, og tá foreldrini ikki megna at passa teir, eru teir fluttir á Christine Revell´s barnaheim,
har vit arbeiddu. Hóast syrgiliga og dapurskygda útgangsstøði teirra í lívinum eru teir hóast alt
komnir á eitt barnaheim, meðan mangir javnaldrar liva einsamallir á gøtunum uttan at vera í
nakrari skipan ella nøkrum eftirliti
Pætur Dal Christiansen "in action" saman við børnunum í gerandisdegnum í Cape Town. Gøtan er heimið hjá
mongum børnum í Suðurafrika, men hesi eru tó komin av gøtuni og á eitt barnaheim, og tað kveikir eina lítla vón
fyri børnini
Nøkur av børnunum á Christine Revell´s barnaheimi eru offur fyri ymsari misnýtslu og HIV
smittuni, meðan flestu teirra eru svikin og eftirlatin einsamøll í gøtunum í Cape Town
C
M
Y
K
27
26