leygardagur 13. mars 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Har yviri sært tú hvíldarheimið,
sigur Sofus og peikar út gjøg-
num køksvindeygað. Men tað er
fyri tey gomlu, so har komi eg
ikki so nógv, heldur hann fram.
Sofus Gregersen úr Syðrugøtu
tykist ikki at hava stundir at
gerast gamal, hóast hann fyllir
88 næstu ferð. Tað er ikki fyrr
enn Sofus nevnir okkurt, sum
hendi fyri eini 60-70 árum
síðani, at tú varnast, at hann ikki
er nakar unglingi longur.
Eg man hava verið ein av
teimum hepnu, sum hava fingið
eitt lætt sinni og góða heilsu í
føðingardagsgávu, tí eg kann
ikki reypa av at hava livað sunn-
ari enn nakar annar. Heldur
hinvegin, tí mær dámar so
ómetaliga væl feitan mat, og eg
eri herviligur at seta meg í bilin í
staðin fyri at fara til gongu, sigur
Sofus.
"Spæl og kjerligheit"
Sofus hevur koyrt bil, síðani
hann var 16 ár. Koyrikortið mátti
hann bíða við at taka, til fyrsti
skúlavognurin kom til Føroyar
nøkur á seinni. Tað var, tá Kiss í
Kina fekk handan serliga bilin
við dupultum pedalum, fortelur
Sofus. Eg fór til Havnar, koyrdi
við Kiss í ein tíma ella so, og tað
var tað. So eg havi havt koyrikort
í eini 70 ár, og tað fer neyvan ein
dagur, at eg ikki fari okkurt
ørindi við bilinum. Serliga nú,
vit ongan handil hava í bygdini
longur. Tað var so deiliga
ómakaleyst, tá hann helt til her
beint við síðuna av, men nú er
hann fluttur til Norðragøtu.
Annars koyri eg ofta til Fugla-
fjarðar ella til Runavíkar at
keypa inn. Men til Havnar fari eg
ikki. Har hava bæði fólk og bilar
so nógvan skund, at tú verður í
ørviti av tí.
Nú sigur læknin, at eg helst
ikki skal koyra bil um kvøldar-
nar, tí eg síggi ikki so væl í
myrkri. So eg plagi at sova hjá
dóttir míni hóskvøld, tá eg havi
spælt bingo við systir míni, sum
býr á ellisheiminum í Runavík.
Hon er 82 nú og vorðin so deyv,
at hon hoyrir ikki, tá tey siga
tølini, so eg hjálpi henni. Og tað
geri eg fegin, tí mær dámar so
stak væl at spæla bingo sjálvur.
Og Gekk eisini fríggjakvøld,
men eg vinni ongantíð nakað
longur. Kanska er tað nakað um
tað, tey siga, at tú kanst ikki
bæði vera heppin í spæli og í
kjerligheit, flennir Sofus.
Ger seg ikki tvøran
Nakrar gongurtúrar verður tað til
kortini, tí omanfyri bygdina
hevur Sofus eitt gásapar, sum
skal hava at eta hvønn dag.
Túranir í haganum hava altíð
verið eitt hæddarpunkt á degnum
fyri Sofus. Hann hevur bóndast
alt sítt lív, og tær bestu løturnar
vóru, tá hann fór út í hagan at
hyggja eftir seyðinum, áðrenn
nakar annar var uppi. Bara at
sleppa at ganga einsamallur og
hugsa og hava alla verðina fyri
seg sjálvan var tað besta, eg
visti. Men nú vilja børnini helst
vita, hvar eg eri, so eg royni at
minnast til at hava fartelefonina
uppi á mær. Tað er nú mest fyri
teirra skyld, so tey ikki verða
bangin um meg.
Nei, eg fari ikki at gera meg so
tvøran, at eg verði ein byrða fyri
onnur. Og tað havi eg sagt við
børnini, at um tað kemur ein
dagur, tá tey halda, tað er best, at
eg fari á ellisheim, so skulu tey
ikki lurta eftir mær, um eg muti
ímóti.
Verður tað upp til mín, verði
eg heima hjá mær sjálvum, so
leingi ongin annar fær nakað
stríð av mær. Eg klári alt sjálvur,
men tað lættir deiliga væl um, at
ein dóttir plagar at koma at taka
ein klút eftir gólvinum fyri meg.
Meir hjálp havi eg heldur ikki
brúk fyri. Men eg má viðganga,
at um eg bara hevði fólkapen-
sjónina at liva av, hevði tað verið
tungt. Eg sigldi undir krígnum,
so eg fái eisini eitt sindur í
krígspensjón, og tað hjálpir
øgiliga væl til viðlíkahaldið av
húsinum.
Jú, eg eri væl nøgdur, men eg
sigi ikki, at øll eldri fólk í Føroy-
um hava tað líka gott. Tað eru
tíverri nøkur, sum ikki altíð fáa
nóg nógva hjálp, og tað eru
heldur ikki nóg nógv pláss á
ellisheimunum til øll, sum hava
brúk fyri tí. Og tað er spell, tí
eftir tí, eg havi sæð, eru tey, sum
búgva á ellisheimi, glað fyri at
vera har.
Annars komi eg ikki so nógv
saman við teimum eldru til
dagligt. Eg plagi at fara til til-
Ikki stundir at gerast gamal
»Tá tú skalt ferðast við 12. manni, egna, mála hús og sita við telduna um
kvøldarnar, er ofta ringt at fáa tíðina at røkka til«, heldur 87 ára gamli
Sofus Gregersen úr Syðrugøtu
87 ára gamli Sofus Gregersen úr Syðrugøtu koyrir oftani til Fuglafjarðar og Runavíkar at keypa inn
Sosialurin Nr. 51 - 13. mars 2004
7
tøkini, sum eldrafelagið Fjallið í
Leirvík skipar fyri, og so eri
eisini í Gøtubrá einaferð um
vikuna. Har plagar at vera stak
hugnaligt, serliga um tað eydnast
at finna nóg nógv til at spæla
kort. Eg vildi ynskt, at fleiri
menn møttu upp, men teir eru
ógvuliga trekir at lokka við til
sovorðið.
Limur í 12. manni
Meðan vit sita og práta, gongur
Sofus og ger kaffi og setur smá-
køkur og góðaráð á borðið. Um
eina løtu fer hann at gera
døgurða, tí vinkonan í Havn
kemur at vitja. Hana hitti hann
fyri tveimum árum síðani, tá
hann var Prag við føroyska
fótbóltslandsliðnum.
Eg havi verið limur í 12.
manni, síðani teir byrjaðu og
havi ferðast nógvar túrar við
teimum eftirhondini. Teir duga
so væl at skipa fyri at vit eisini
koma út at síggja ymiskt annað,
tá vit ferðast, og teir eru avbera
stuttligir at vera saman við. Men
teir fáa frið fyri mær, tá teir fara
á hasar pubbirnar. Eg man hava
verið í veitslulag fyri meg,
heldur Sofus og flennir.
Sofus fylgir væl við í fótbólti.
Hann heldur sjálvandi við GÍ,
men heldur ikki, at tað hevur
ligið nakað serliga væl fyri hjá
teimum, síðani Jarnskorbrøðurnir
góvust. Men tað man fara at
koma, væntar hann. Tá hann ikki
er á vøllinum í Norðragøtu,
hyggur hann oftast eftir út-
lendskum fótbólti í sjónvarpin-
um. Tá haldi eg altíð við Liver-
pool, sigur Sofus avgjørdur. Eg
sá teir spæla ímóti Manchester
United í Manchester, og tað var
eitt tað størsta upplivilsi, eg havi
haft.
Skiparadreymurin
Sum so mangur annar, fór Sofus
tíðliga til skips. Hann droymdi
um at gerast skipari, men ætlanin
um at fara á skiparaskúla varð av
ongum, tá pápin doyði, og
mamman gjørdist sjúk. Tey vóru
nógv systkin og máttu hjálpast at
við at forsyrgja familjuni. So
Sofus helt á at sigla.
Dreymin um at gerast skipari
slepti Sofus ongantíð, og tá
høvið umsíðir beyðst at fara í
skúla, var hann skjótur hjá
eygnalæknanum at fáa sær
sjónarroyndina. Tí var vónbrotið
stórt, tá tað vísti seg, at Sofus er
litblindur og ikki sær mun á
reyðum og grønum.
So skipari gjørdist eg ongan-
tíð, men tá hevði eg siglt so
leingi og hevði so drúgvar roynd-
ir á sjónum, at eg slapp at sigla
nógvar túrar sum stýrimaður. Eg
sigldi líka til til konan gjørdist
sjúk og ikki longur kláraði seg
sjálva. Eg hevði jú eisini jørðina
og seyðin her heima at hugsa
um. Seinni yvirtók sonurin tað
arbeiði, so nú fylgi eg bara við.
Men hugurin man altíð hava
ligið mest til tað, sum hevur við
fisk og bátar at gera. Eitt tíðar-
skeið var eg formaður á flaka-
virkinum í Norðragøtu, og nú
egni eg fyri ein útróðrarmann her
í grannalagnum. So leingi eg
klári at egna ein stamp um
tíman, haldi eg meg framat. Og
so er tað eisini altíð áhugavert
við einum góðum útróðrarpráti,
meðan tú stendur og egnir. Skalt
tú fylgja við í tí, sum hendir,
mást tú jú fara út ímillum fólk.
Tað nyttar onki at sita inni og
gena. Tað verður tú hvørki
klókari ella frískari av, heldur
Sofus.
Teldu uppi á loftinum
Fyri eini tveimum árum síðani
helt eitt av abbabørnunum, at eg
átti at fingið mær eina teldu. Eg
helt tað kanska ikki vera so
neyðugt, tí eg havi so nógv
annað at brúka tíðina til, men eg
má viðganga, at eg gjørdist bitin
av hesum beinanvegin. So nú
havi eg innrættað mær eitt
teldurúm uppi á loftinum. Eg
royni at lata vera við at sita alt
ov nógv frammanfyri telduni,
men tað tekur jú tíð at royna seg
fram sjálvur. Eg havi leingi ging-
ið og ætlað mær á okkurt teldu-
skeið, men tað er ikki vorðið til
nakað enn. Ikki tí at eg havi
nakra góða umbering, bløðini
eru jú kjokkfull av lýsingum um
telduskeiðir, men eg ivist í, um
eg havi nóg gott tol. Tá abba-
børnini eru og vitja, plagi eg at
lokka onkran av teimum at
leggja mær lag á okkurt nýtt, eg
eri farin í holt við. Tað er ótrú-
ligt, sum tey ungu duga væl við
telduni. Og so gongur tað so
skjótt eisini.
Enn havi eg onki netsamband,
so tað verður eitt tað fyrsta, eg
fari at biðja tey hjálpa mær við.
Tað er serliga hatta við at senda
teldubrøv, sum sær so spennandi
út. Onki frímerki, onki postboð,
bara eitt klikk á músina og
brævið er farið. Tað er ófatiligt,
at sovorðið ber til, heldur Sofus.
Altíð okkurt at gleðast um
Sofus brúkar ikki nógva tí
framman fyri sjónvarpinum,
sjálvt um hann hevur parabol.
Honum dámar væl at hyggja at
djórafilmum, men annars heldur
hann tað útlendska sjónvarpið
hava lítið uppá seg.
– Tey grenja um, at Sjónvarp
Føroya skal vera so øgiliga vána-
ligt, men skulu vit samanbera
við allar hesar útlendsku rásirnar,
haldi eg tað føroyska vera nógv
betri. Hugsa bara um allar send-
ingarnar hjá Zacharis Hammer.
Tær eru jú fantastiskar. Hatta
kundi ongin útlendsk rás gjørt
honum eftir, heldur Sofus.
– Politikkur hevur kanska
ongantíð haft mín heilt stóra
áhuga, men eg haldi, at við-
ferðin, summir politikarar hava
fingið í fjølmiðlunum, hoyrir
ongastaðni heima. Vit hava øll
gjørt okkurt mistak í lívinum,
antin í tankaloysi ella tí okkurt
ikki gekk, sum vit vónaðu. Eg
dugi ikki at síggja nakra orsøk til
at gera so stóran háva burtur úr
slíkum, tí tað ger bara ilt verri og
skuggar fyri tí góða, sum eisini
altíð er at finna.
Eg tími ikki at sita og lesa
slíkar søgur, tí tú verður bara í
ringum lag av teimum. Sama við
øllum gølusøgunum í teimum
donsku vikubløðunum. Um eg
keypi eitt danskt vikublað, skal
tað vera Familie Journalen, tí har
eru so nógvar lívsjáttandi søgur
í, sigur Sofus.
Tú spurdi meg í áðni, hvussu
man heldur seg so frískan, sjálvt
um árini eru vorðin nakað nógv.
Eg haldi, at tað veldst um,
hvussu tú sært uppá lívið. Tú
kanst altíð finna okkurt at grenja
um, um tað er tað, tú vilt. Men
tað er nógv lættari at finna
okkurt at gleðast um, bara tú
tímir at lata eyguni upp fyri tí.
Vit eru nú komin út í túnið
framman fyri húsini hjá Sofusi.
Húsini eru hvít við grønum
rundan um vindeyguni og sera
snotilig. Ja, eg málaði húsini
síðsta summar, sigur hann, men
eg kom ikki til endan, sum
vendir niðaneftir. Sum tú sært,
kundi hann trongt til eina hond.
Sofus hyggur upp í luftina og
heldur fyri, at hann kanska
heldur átti at fari út at hampa eitt
sindur í havanum í hesum
góðveðrinum.
Men tað verða tað ikki stundir
til beint nú, tí fyrst má Sofus inn
at gera døgurðan lidnan til
gestin, sum er á veg …
Sofus er bitin av telduni
Tú kanst altíð finna okkurt at grenja um men tað er nógv lættari at finna
okkurt at gleðast um
C
M
Y
K
29
28